Havi nú í nakrar dagar leitað eftir einari metaforu, ikki bara onkrari metaforu, men einari stórari, sum umfatar alt lívið. Lívið sum ein siglingsferð....lítlum báti rekist eg á...nei tað hevur Fr. Petersen brúkt, lívið sum ein breiður vegur við nógvari ferðslu ? ....ja, men tað brúkti Jesus jú....okey lívið er sum ein konfekteskja...nei tað hevur hann brúkt , hann sjálvur Forest Gump...
Lívið er sum ein urð, ikki eitt ur - tað kundi tað eisini verið - men ein urð við ð. Grót allastaðni, smásteinar, stórir steinar, klípi og grús, rundir steinar og hvassir steinar, spískir og stingandi steinar. Slættar hellur og poknut grót. Og so gloprini, smá, smøl glopur og breið glopur, glopur so stór, at tú mást leypa við renningarlopi, og so hini, sum eru til støddar sum ein fótur, har fóturin verður fastur og bara fæst uppaftur, um tú letur skógvin standa eftir. Men so eru eisini klettar, klettar so stórir sum hús. Ein slíkur klettur - sum sigst í Vaagen - lívir av Føroyalandi. Undir klettinum er lívd, tú fært krokað undan regni og vindi, og tú fært hvílt teg og savnað orku til at fara aftur í urðina. Og nú koma vit til poengið: ein slíkur klettur er Turið í gerandisdegnum.
Lag: Stórhvalagildið
1.
1.
Eitt
leygarkvøld í Havnini, her er eitt óført gildi
Mítt yngsta barn
er 40, og 100 henni fylgdu.
Tí Turið hon er
super sterk, stórt er hennar netaverk.
Leingi livi hon
og væl minst 1000 ár aftrat.
2.
2.
Og
Turið fær so nógv av skafti, tað eg tykkum sigi,
Í svimjing og í
fimleiki - eitt barn á hvørjum liði,
So er hon í
Ljósinum, so er hon í fjósinum.
Skjýtur, flettir
hon um stund, so aftur norð á fund.
3
3.
Eitt
vet av FOMO ella ei, vit elska hennar virki.
Í bindiklubb í
nýggja York og síðan Hjalla styrki,
Dinner club í
Havnini, dupult date í Skotlandi,
kaviskeið í
Afrika, metall í Kjøbinhavn.
4.
So kreativ - vit minnast væl til hennar mongu
grýlur,
sum sagnamyndir,
gudamytur, tað er góður stílur,
Kópakonan, Salem
heks, Sleipnir hógvar tveir pluss seks,
Hodja flýgur
langa leið á gandateppinum.
.Og síðan allar kakurnar við barbie, cars og frozen.
Hon mixar eina
shepherd’s pie, og allarbest er sósin.
Sjútiárakringlufest
, Turið altíð “best í test”.
Bommskeið, leirskeið,
silvurskeið tá tilmelding er tøk.
6.
Í 2014 broytt’eg mína búadressu føstu,
at njóta gott av serfrøðini hinumegin bróstið,
60pluss feilir, kropp
og sál, telduhjálp og døgurðaskál.
Altíð bert eitt
click away, eitt klikk so hjálpa tey.
Tey halda allar
avtalur og fara upp við degnum,
Brúka hvørja løtu
væl, ofta tíð til skemt og spæl.
Nýmótans
familjulívið, tá ið tað er best.
8.
Mítt
góða barn eg ynski tær, at ljósar liggja leiðir,
hjá tær og Halli,
børnunum og øllum tí, tú eigur,
Takki fyri
ferðina, frá tú komst í verðina,
Halda vit so fram
á leið í treysti hvør og ein.
Hjartaliga til lukku heilsan mamma
No comments:
Post a Comment