Tað er 15. ferð, Fuglafjarðar skúli hevur sangleik á skránni. Tað er 10. flokkur , sum saman við skúlum í øðrum bygdum venur og vísir sangleik.
45 børn og ung vóru við í leikinum, so nógv at halda skil á! Ótrúliga stórt arbeiði at samskipa leik, sang, tónleik, pall, búnar. Serstakliga flott, at hava eitt egið orkestur við.
Leikurin hesa ferð var Leyvukongurin hjá Walt Disney. Søgan varð søgd sum sangur, samrøða og dansur.
Pallurin var sera flottur við fleiri pøllum í erva. Av búnunum má eg nevna giraffarnar, teir riggaðu framúr væl. Stuttligastu partarnir vóru teir við villsvíninum og oyðumarkarmárinum, sum á skemtingarsaman hátt vóru partur av afrikansksku savannuni og kortini í Føroyum við viðmerkingum eitt nú um orð.
![]() |
Villsvínið og márurin standa uppi yvir kongssoninum |
Viðvíkjandi orðum er at siga, at tíverri vóru ikki allir sangirnir á føroyskum. Ja, eg veit, at børn og ung duga teir á enskum og kenna teir. Men eg veit eisini , at ung børn, sum koma at hyggja skilja ikki sangirnar, og tað hevði ríkað og varðveitt føroyskt, um vit hoyrdu sangirnar á føroyskum.
Tíverri havi eg ikki nøvnini á leikarunum,
![]() |
giraffur |
![]() |
Farbróðirin, svikarin |
![]() |
Ráðgevi, tænari sæst ganga á savannuni |