Mar 31, 2010

Hygg litirnir!





Í dag fóru vit út í Sandagerði, tá ið vit komu av hospitalinum, Hernbert, Hallur og eg. Herbert kastaði steinar á sjógv, vit floyttu fliðuskeljar, og Hallur fann ein lítlan krabba. Hesi tarabløðini - 4 í tali - vaksa øll á einum lítlum steini. Grønir og brúnir litir, fantastiskt litspæl, tá ið tarin er vátur.

Mar 30, 2010

Hans Marius


Hans Marius er illa sjúkur. Hann bleiv opereraður 28. februar, og operatiónin gekk væl, síðani vóru nógvar komplikatiónir, sum eisini blivu bastar, men so kom ein blóðproppur í heilan, tað hevur verið 20. mars. Heilin er so mikið skaddur, at vinstra lið nú eisini er lammað, hann vendir ikki høvdinum, hann letur eyguni upp, men vit vita ikki, hvussu nógv hann sær og skilur.
Myndin er tikin í februar , tá ið vit vóru í Dali og hildu fastalávint.

Mar 13, 2010

Leygarmorgun

Í dag fóru omma og Herbert út kl. 8.00, sólin skein, fyrst fóru vit at reiggja niðanfyri. So fóru vit í plantasjuna at geva dunnunum. Í plantasjuni møttu við Bergljót Madsen, hon var túr við hundinum. Tað næsta var at fara á apotekið men tey lata ikki upp fyrr enn 10 leygardag, so vit spákaðu aftur til bilin og heim.

Mar 9, 2010

Hugnaligt í Stoffalág 40





Sólveig bjóðaði reyðrótasúpan, lambsgrýtu við káli og heimagjørdan ís. Totalt avslappað og leskiligt!! Takk Sólveig!!