Tað var Hanne Jacobsen, sum viðmælti STONER eftir John Williams, og hon hevur púra rætt, tað er ein serstakliga góð bók.
Høvuðspersónurin Stoner er lærari, og hann undirvísir í enskum bókmentum, tað er nokk ein partur av tí eldhuga, sum eg og Hanne hava fyri hesi bók. Tað er ikki ofta, at okkara arbeiði sum bókmentalærarar verður lýst so gjølla og væl. Tá ið tú undirvísir og ert heilt burtur sjálv í tínum evni, og næmingarnir eisini fata og fylgja við, so at tað verður eitt felags granskingarverkevni, tá gerast sælar stundir. Málið í bókini er ótrúliga flott, einfalt og samstundis neyvt:
Almost from the first, the implications of the subject caught the students, and they all had the sense of discovery that comes when one feels that the subject at hand lies at the center of a much larger subject…..the students so involved themselves that Stoner himself became simply one of them, searching as diligently as they. (138)
Stoner elskar at undirvísa. men bókin er um mangt annað í hansara lívi enn lívið á skúlanum. Hann giftist og fær eina dóttur, men tað er eitt miseydnað hjúnalag. Lýsingin av konuni , sum er ein kúgað suðurstatskvinna, og sum afturfyri kúgar bæði mann og barn, er óunnilig ( “in her white dress she was lika a cold light coming into the room” 65) Lýsingin av síðuspringinum hjá Stoner er hjartanemandi, men samstundis veitst tú sum lesari, at hetta endar galið. Hann hevur eitt ástarsamband við eina yngri lærarinnu á skúlanum, og á hesum konservativa skúla er tað sjálvandi bannað.
Høvuðsdramað í søgugongdini er ósemjan, sum gerst millum Stoner og hansara yvirmann á skúlanum Dean Hollis Lomax. Byrjanin er, at Stoner noktar at lata ein næming standa royndina, sum hevur snýtt til próvtøkuna. Tað vísir seg, at Lomax hevur hjálpt næminginum at snýta. Øll lærarafólk vita, hvussu hart og samvitskukollveltandi tað er at geva karakter og at dumpa fólk. Stoner vísir seg at vera samvitskusamur mótvegis síni lærugrein og sínum arbeiði, hann letur næmingin dumpa (men Lomax klárar so at fáa hann ígjøgnum við klagum, eykaloyvum og eykareglum). Tey, sum hava verið í tílíkari støðu vita, at tað er súrt og gevur læraraarbeiðinum meiningsloysi og vónloysi.
Lomax vísir seg at vera hevnisamur og ímintur, og hvussu hevnir tú teg inn á ein lærara? Tú brúkar tað vald, sum tímatalvan gevur tær. Stoner fær so nógvar millumtímar, at hann má altíð vera á skúlanum - fyrsta tíma og síðsta tíma 6 dagar um vikuna! Og hølini! Hann fær tey hølini, sum liggja undir jørð og verða brúkt sum goymsla ella annað. Og síðani fær hann bara fyrstafloksnæmingar (tað eru 16-17 ára gomul). Tað er hart hjá Stoner, ongantíð at sleppa at undirvísa í
“….medieval verse and prose for three purposes – first as literary works significant in themselves; second,as a demonstration of the beginnings of literary style and method in the Englisg tradition; and third, as rhetorical and grammatical solutions to problems of discourse that even today may be of some practical value and application.”
Rithøvundurin var sjálvur lærari, og bókin er nokso nørdaslig, men lýsingarnar av fólkinum eru so hjartaligar og sannar, at tú verður púra burtur.
Ein partur av bókini, sum hugtók meg nógv, er parturin, har Stoner liggur at doyggja og doyr. Tað er endin á bókini. Lýsingin av einari líðandi burturfjaran, av sansum sum halda uppat at virka og fram um alt av friði og ró. Hann var so bilsin, at tað var so lætt. Ikki syrgiligt, hann livdi sítt lív, so frægt sum hann dugdi, og nú er lívið, sum vit kenna tað, liðugt.
Amerikanska samfelagið er eisini við familjurnar hjá Stoner og Edith, konuni, eru sera ólíkar. Onnur blóðfátæk á kargari jørð úti á bygd, hin ein býarfamilja, meðalstætt ella vilja gjarna vera meðal á veg uppeftir. Bæði kríggini eru í bókini, skúlin er eitt friðskjól, men ungir menn fara í báðumn førum avstað í kríggj og doyggja fyri…ja fyri hvat?
Deiligt at hava tíð at sita við eini bók í frið.
No comments:
Post a Comment