Jul 14, 2016

ÍSLEIKUR 2.dagur

Á Reykjaskúla, har vit gistu, var morgunmatur frá 7.30. Góður morgunmatur bæði við havragreyti, skyri og breyði.
DSC03356
Í dag var okkara fyrsta píl agrímsferð. Grettir sterki er okkara evni. Vit hita upp í bussinum við nøkrum ørindum úr Gretiskvæði, Maria skipar. Tá ið vit koma til Reykir í Skagafirði, liggur báturin klárur, og fyrri hópur fer umborð. Henda ferðavinnufyritøka (Drangey Tours) er ein familjufyritøka. Maria og Trygvi (og onnur) hava verið her fyrr, og tá var abbin, sum tey kalla Drangeyjarjarl, í vælmaktini. Nú siglir sonur hansara og kona abbasonin okkum út í Drangey, og har úti er abbasonurin leiðsøgumaður.
DSC03407DSC03408DSC03412DSC03376
Eitt náttúrupáradís her í Skagafirði, fuglalívið er sum tað var fyrr í Føroyum, hvørt berg kritahvít av skitti, og allar røkur fullar av fugli – álku niðast og síðani lomviga og lunda. Tað var eitt stórt upplivilsi, oyggin ber ikki seyð í dag, so allur vøkstur fær frið, og blómulívið er eisini sera fjølbroytt.
DSC03403
Okkara MEKKA er sjálvsagt Grettis bøli, men fyrst síggja vit skálan, sum menninir brúka, tá ið teir eru í oynni og fleyga ella ræna.
Maria var sera søgufróð bæði í bussinum og seinni, og hon gjørdi løtuna serliga har á Grettis slóðum, tá ið hon heiðraði Grettir við at at halga hann í øli, og aftaná DSC03405kvóðu vit nøkur ørindi av Grettiskvæði har við Grettisbøli.
DSC03417
Matur og drekka fekst á fløtuni við skálan, flatkøka við hangikjøti, kleynur og muffins.
Sjálvandi vóru pottar at dusa sær í har í fjøruni, og vit keddu okkum ikki, meðan vit bíðaðu eftir seinna hópi.
DSC03437
Næsta stopp á pílagrímsferðini var á Bjargi. Har mintust vit serliga Ásdís móður Grettir. Hon fyrigav altíð soninum, tá ið hann var ólátaður, hon gav honum svørðið hjá abba sínum úr Vatsdølum, og henni bóru teir høvdið á Grettiri. Eitt flott minnismerki er reist henni til minnis og tætt hjá er Grettistúva, har høvd hansara er grivið. Niðanfyri sæst móðir Grettis siga farvæl við báðar synirnar, sum hon ikki skal síggja aftur á lívi.
DSC03446
Tá ið vit komu til hús fingu vit íslendska kjøtsúpan. Aftaná varð farið upp á gólv, tað er einki mark fyri, hvar ein kann sláa ein ring, í einum svimjihyli ella í tveimum pottum, stuttligt.

No comments:

Post a Comment