Jul 13, 2016

Ísleikur 2016. 1. dagur

Bussurin fór úr Havn kl. 10 mánamorgunin 11. juli. Vit eru í góðari tíð vesturi í Vágum, og nú skal kekkast inn, øll á rað, Rasmus stendur við kustaskaftinum, so at røðin er so snórabein har, sum Maria og Trygvi standa og klikkja – minst til at halda rekkjuna.

DSC03322

Ferðin er væl fyrireikað. Trygvi og Maria eru ferðaleiðarar og Rasmus er dansileiðari. Vit hava lisið upá, og Grettir sterki bíðar okkum á Drangoy.

DSC03323DSC03321

Tá ið vit koma til Reykjavíkar er bussur fyri okkum, og vit koyra norður eftir vesturlandinum. Vit vtjaðu Eiriksstaðir, har Eirikur reyði búði. Tey hava reist ein víkingabústað, eldur brann inni, og ein íslendsk genta Erna segði okkum frá Eiriki reyða og Leivi hepna.

DSC03329DSC03331DSC03336

Vit steðgaðu eisini á Hjarðarholti, har Kjartan Ólason og Bolli báðir vuksu upp.

Um 7 tíðina komu vit til Reykir í Hrútarfirði, har vit fingu døgurða um kvøldið. Í Reykja skúla eru heitir pottar uttanfyri og hylur.

 

 DSC03345

DSC03341

Merkið beyð okkum vælkomnum til Reykir í Hrútarfirði.

No comments:

Post a Comment