Aug 29, 2019

Santa Pætursborg




Vit komu til St. Pætursborg 19.aug og steðgaðu 3 dagar. Ferðaskrivstovan hevði eina sera góða skrá til okkara: 1. Rangan á St. Pætursborg (vit vitjaðu eina íbúð, sum sovjettstýrið ráddi yvir tann tíð tað var og lutaði út til fleiri familjur). 2. miðmáli á restaurant 3. frí 4. Fabergé savnið 5. Tað danska mentanarhúsið 6. Vetrarpalassið 7. Blóðkirkjan 8. Balettin Svanavatnið 9. Eatertainment, ger tín egna piroge 10. Peter and Paul skansin 11. Sigling í býarveitini (hetta bleiv droppað)  .

Vetrarpalassið var ein stór uppliving, vil eg siga. So ótrúliga stórt og flott, loft gólv veggir, trappur - alt so yvirdádiga herligt. Her búði zarurin,og her búði tann danska prinsessan/zarina Dagmar ella Maria Feodorovna (1847-1928), sum tey kalla hana har, sum var mamma seinasta keisaran i Russlandi Nikolaj 2. Dagmar fylti sera nógv í frásøgnini hjá Fledeliusi, vit hoyrdu ein fyrilestur umborð um hana, og vit sóu ein film umborð um dóttur hennara Olgu, og vit sóu sarkofagin, har hon varð endurjarðað nú eitt árið.
Eitt flott listasavn er í Vetrarpalassinum, m.a. hava tey Leonardo da Vinci í savnninum.





















Íbúðin, sum vit sóu var í einum húsi, sum var sera fínt uttan, men aftanfyri var alt ikki so flott. Í sovjettíðini tóku myndugleikarnir íbúðir frá teimum ríku og góvu arbeiðarum, sum fluttu til býirnar at arbeiða. Hvør familja fekk eitt kamar og so var felags køkur, og tey høvdu hvør sín komfýr. Enn búgva fólk har, sum hava búð síðani sovjetttíðina. Har, sum vit vóru, búðu 7 dreingir, tað var nakað sum eitt kollegium við felags køki.

 








Húsafasadan. Áðrenn 1917 hava ríkir borgarar búð her.

Tá ið tú fært "frí" í einum stórbýi, so nyttar ein hálvur tími ikki nógv, tí at tú fært ikki farið so langt til gongu, mást ansa eftir ikki at villast og annað. Men vit høvdu Pushkin á Teaturtorginum, hann var okkara leiðarastjørna. Vit fóru í SINGER, ein stóran bókhandil við eini frálíkari café. Fledelius hevði sagt okkum um teirra frálíku sjokolátu við róma, og hann leyg ikki. Vit keyptu okkurt smávegis og so at finna Pushkin aftur.




Aug 28, 2019

Santa Pætursborg - Fabergé savnið

Savnið læt upp í 2013 í einum yvirvøkrum palassi. Størsta attraktiónin eru tey 9 keisaraligu páskareggini hjá ella frá teimum báðum seinastu keisarunum Alexander 3. og Nikolaj 2. Ein heilt ótrúliga dýrur og merkiligur siður: Frá 1885 fekk keisarindan og summi ár keisaramóðirin eisini eitt páskaregg. Tey hava kostað líka nógv sum eini heil hús ella fleiri. Prýdd við gulli og dýrum steinum og so tað besta: tey kundu latast upp og so var ein loynigáva innaní. Ein sera góð guide vísti okkum runt og greiddi frá á sera góðum enskum.

Hetta eggið er frá 1897, vognurin er loynigávan innan í egginum, hann er  eitt modell av vogninum hjá Katarinu tí stóru.


 


1898 
 

 

 


Aug 27, 2019

Cruise - Volga, Onega, Ladoga


Vit fóru úr Moskva seinnapartin 13.august.
Okkara hotell var skipið Pushkin. Har var reint og nossligt,  men rættiliga smátt, í tveymanskamari mátti tú skiftast at vera á gólvinum. Kortini bar til hjá  mær og Lauru at sita á hvør sínari koyggju í senn.
Laura lesur uppá, áðrenn vit faara í land
Skipið hevur tvær matstovur, eina barr og ein fyrilestrarsal. Vit fingu 3 máltíðir um dagin, hvønn dag fingu vit súpan tvær ferðir, og ongantíð somu súpan. Tað var lekkurt. Annars vóru portiónirnar smáar, og morgunmaturin var spartanskur, kanska ein leivd frá sovjettíðini við rationering? Osturin var skorin í tríkantar við síðum á 2 cm., somuleiðis skinkan. Men vit blivu mett øll. Vit ótu nakrar ferðir í landi.



Siglingin var sera hugnalig, einki rull og flott útsýni, skógur, bygdir og einstøk hús. Á ánni sóu vit fraktbátar við sandi, ein pressari trýsti ein yvirvaksnan pramm við heyggjum av grúsi/sandi, nógvar likkur stóðu á hvørjum heyggi. Vit sigldu gjøgnum Onega vatnið og Ladoga vatnið.



Vit vitjaðu hesi støð: Uglitj, Jaroslavl, Gorritsy, Kizji, Mandrogi og seinast Santa Pætursborg.
á sóldekkinum


Neyst á áarbakkanum



Vit vitjaðu Galinu og Leonid, Galina bjóðaði vodka og saltaða agurk.
Galina var sum ung partur av pionerunum.




Heima hjá Galinu og Leonid. Vanligt við einum altari í einum horni, við einari ella fleiri ikonum.




Skiparans kvøld, hann bjóðaði eitt glas



Aug 26, 2019

Ruslandscruise august 2019

Vit vórðu boðin vælkomin av vakrari damu í forklore búna. Hon beyð okkum breyð. Tað minti meg á, at mamma segði, at russiskur siður er at hava salt og breyð við fyrstu ferð tú fert í eini nýggj hús.


Marita og Anne Lise 

Trongligt aftan fyri oyrað á Bergi
Spáka í Kreml aftaná Fledeliusi



Í Kreml

Loftið í Moskva metro

Mads í Metro


Útsýni av 86. hædd, Moskva twin tower

Marianna og Bergljót

Moskva á kvøldi

Vasilij dómkirkjan

Laura, Guðrun Jens Petur, Mads, Hilbert, Marjun, Anna Sofía, Bergljót, Marita, Marianna, Anne Lise, Bergur, Durita
Vit vóru 14 í ferðalagnum. Tað var Gantesa (5) og makar og onnur vinfólk. Vit ferðaðust við Akademisk rejsebureau, ferðaleiðari var Carsten Fledelius, og hann hevði so hjálparferðaleiðarar afturat sær, ungar russiskar gentur, sum høvdu gott skil á øllum. Carsten er sera vitandi og elskar síni fak, søgu og film. Ferðin hjá okkum var 10. aug. til 23. aug, tó gistu vit í DK eina nátt báðumegin við.

Vit flugu til Moskva um Riga, ein bussur koyrdi okkum av flogvøllinum til skipið Pushkin, Alexander Pushkin (1788-1837) eitt av tjóðarskøldum Ruslands. Ævintýrið Ruslan og Ljudmila hevur givið restauratiónini hjá okkum umborð navn.



Guðrun og Jens Petur
Í Moskva sóu vit Reyða torgið, stjórnarbygningar og KGB høvuðssætið. Í Kreml sóu vit fantastiskar kirkjur og eina yvirvaksna kanón. Vit vóru eisini á Tretyakov listasavninum. Fledelius hevur ein assosierandi frásøgustíl, hann veit so nógv, at hann kann flyta seg frítt millum zartíð, sovjettíð, kríggj og nútíð. Sum áhoyrari helt eg tað viðhvørt vera torført at fylgja við tí hoppandi stílinum. Men eg uppfataði, at nútíðin er nærri zartíðini enn sovjettíðini. Russar síggja sítt land, sum eitt stórveldi og eru sera ernir av, at teir vunnu 2. heimskríggj (við eitt sindur av hjálp). Í Moskva eru tey í ferð við at restaurera bygningar, so nógvar bygningar. Summa staðni sást tú bæði tann restaureraða og tann órestaureraða partin av bygningi, og munurin var ovurstórur.
Vit fingu eisini rundvísing í metro'ni, eitt fantastiskt projekt hjá Stalin, og summi fóru í sirkus.








Karl Marx















Aug 4, 2019

Kristianna Nolsøe

Í gjár fór Kristianna til gravar. Tað var hátíðardámur í kirkjuni, tað er ikki øllum beskorið at gerast næstan 98 og at hava góða heilsu upp í ellisár. Vit hátíðarhildu hennara lív, hennara virksemi, hjálpsemi og dugnaskap.
Eg havi kent Kristiannu, síðani Anna Maria og Jákup komu saman blaðung. Hon var eitt konubrot, varð lærd til alt vanligt arbeiði heima sum barn og ung, fekk sær útbúgving, og tá ið hon gjørdist einkja á ungum árum kláraði hon at halda húsið sjálv og ala sínar dreingir upp.
Á Grønlandsvegnum hevði hon bæði hønur og seyð, og við síni kønu hond fekk hon nógv burtur úr hesum tilfeingi. Sum prestur segði: hon var ein fyrimynd fyri gentur og dreingir.

Tað var Onnu Mariu til eydnu lagað, at fáa Kristiannu til vermóður, serstakliga tá ið hon og systrarnar mistu mammu sína so tíðliga. Tað er ikki ov mikið sagt, at Kristianna gjørdist ikki bara vermamma men eisini eykamamma.

Tíggju ommubørn fekk Kristianna, og tað var ein vakur skari at síggja í Vesturkirkjuni í gjár. Tað var tætt samband millum Kristiannu og tær ungu familjurnar, og so hvørt sum børnini komu var omman klár við eini hjálpandi hond, tað veri seg til ein føðingardag, eina konfirmatión ella annað. Á myndini omanfyri situr hon við dópsbarninum Jógvani.