Sep 29, 2016

Skotland, Orkneyoyggjar / heimferðardagur

 

Hesin síðsti bloggurin er um  fólk, sum gjørdu hesa ferð møguliga. Steffen og Brynhild eru eitt fínt toymi. Formur og innihald skula passa saman. Skráin var pakkað, men ikki ov pakkað, ein skal jú ikki ganga og keða seg. Brynhild syrgdi fyri, at vit høvdu góð gististøð, at øll komu við í bussin eisini tey, sum kanska høvdu gloymt ella slómaðu aftaná.

Steffen veit sera nógv og er væl kendur á leiðini. Hann kunnaði okkum ikki bara við fornfrøði, men eisini við tónleik, sum hann introduseraði og spældi í bussinum. Skotskan tónleik sjálvandi. Tað er ein fongur at hava sín egna fornfrøðing, heilt øðrvísi enn at hava turistaguide, sum ikki hevur eina vísindaliga avbalanseraða tilgongd.

DSC04761

Roar situr og sýpur. Roar hevði fleiri ferðir bussundirhald. Hann sang fyri okkum, og hann sang fyri. Hann helt eisini fyrilestur um miðaldarlóg og um støðuna í Scapa flow undir krígnum.

DSC04536DSC04482

DSC04419

DSC04696

DSC04698

Og Heri skemtarin yvir øllum, sum gjørdi busstúrin til eitt upplivilsi.

DSC04699

Sep 28, 2016

Skotland, Orkneyoyggjar / 7. dagur (22.sept 16). Stirling Castle

Í morgun fingu vit góðan morgunmat, og ellisforsetin Kjartan Mørkøre og konan Elin vóru væl fyri, tá ið vit løgdu avstað kl. 8. Á myndini síggjast Kjartan og Andrea.

DSC04667

Var tað vakurt at koyra í gjár, so var tað uppaftur vakrari í dag (22. sept. 2016). Tíverri eru myndirnar ikki so góðar, sum tær kundu verið. Tær eru tiknar , meðan vit koyra, men sjálvt hesar tveydimensionalu eyðmjúku endurgevingar eru vakrar.

DSC04676

DSC04683

DSC04688

Tá ið tú koyrir í hálendinum í Skotlandi, mást tú hugsa um teir bøndur og uppisitarar, sum vórðu riknir frá húsi og heimi við harðskapi og eldáseting.

download (1)

The clearing of Strathnaver in Sutherland is a perfect example. In 14 days in May 1814, 430 people were evicted and forced to move to Brora on the coast where they were to become fishermen. Sellar himself personally directed the clearances. To force the people to move, the roofs of their houses were often pulled down and the roof trees set alight to stop rebuilding. He was later tried and acquitted of the murder of some of the elderly evicted tenants.”

download

Vit hava í øðrum bloggi hoyrt um Dunrobin slottið, og vit kenna nøvnini aftur Strathnaver og Sutherland. Teir noyddu fólk úr sínum húsum, so at teir fingu havt meiri seyð, tí ullarprísurin var so góður. Fólkið skuldi so flyta út til sjógvin og fáa sær annað arbeiði.

Í dag er tað Stirling Castle, aftur eitt flott slott.

DSC04716

Og her hava tey gjørt køkin til savn eisini, tað var ein mega stórur køkur við bakaríi, slaktaríi og øðrum. Savnið var eitt sokallað livandi savn, har sjónleikarar spældu tey fólk sum hava arbeitt á slottinum. T.d. arbeiddi Karl í køkinum:

DSC04725

DSC04734DSC04735

DSC04736

Vit hittu eitt av reingerðarfólkunum og eina hofdamu, tær vóru báðar tíðindafróar og vitandi.

DSC04721DSC04723

Sum ferðafólk varnast tú eisini vesiviðurskiftini, og tey vóru góð í Skotlandi. Einastaðni skuldi tú gjalda fyri at pissa, men so vóru eisini nýhentaðar blómur á reinum vesi. Thumbs up!

DSC04692

Steffen hevur víst okkum so nógvar steinar nú, at vit verða steinør Smile Ná men Einstein vísti okkum so á kirkjuna í Glasgow við Govan steinunum. Áhugavert sum altíð. Tó at onkur mátt lííííka shoppa eitt sindur, og onkur taka pengar út.

DSC04756

Á nei! í kvøld er síðsta kvøld, hvar skula vit eta? hvør kemur við? Vit vóru 11 til borðs, og tað var ikki keðiligt! Eg var so heppin at sita yvir av stand-up ella sit-down skemtaranum Hera og tí altíð blíða og smílandi prestinum og Elin, og undir liðini hevði eg mín góða vin Karl og hinumegin Andreu. Henda myndin sýnir, at tað var stuttligt. Tað lær hvør kjøtbiti á presti, nú ið Heri hermir eftir Hera presti, og skjýtur upp, at Heri og Heri kunna gera eitt blað saman, tað skal eita Herablaðið Winking smile 

DSC04767

Sep 27, 2016

Skotland, Orkneyoyggjar 6. dagur

Í dag fóru vit sertakliga tíðliga á føtur, tí ferjan siglir 6.30, og ein skal møta ein tíma áðrenn. Tá ið vit vóru komin í land í Scrabster gekk leiðin suðureftir, og tað var sera vakurt at koyra suður. Pollamjørki sást í giljum, og so líðandi hvarv mjørkin, og vit sóu fjøll og líðir so skørp í tí fína lýsinum, hinumegin vatnið Loch Ness.
DSC04633
DSC04632
DSC04647
Vit koyrdu rættiliga leingi út í eitt, so tað kom væl við, tá ið Roar sang ein vakran sang fyri okkum og greiddi frá innihaldinum, fleiri ymiskar tulkingar vórðu havdar á lofti um “The Bonnie Banks of Loch Lomond”.
DSC04629
Vit sóu eina sýning inni í eini kirkju/klostri, útgrevsturin hevði leivdir frá 6-9 øld. Klostrið var grundað av tí kenda St. Columba, sum annars grundaði eitt klostur og helt til á oynni Iona, ja til víkingarnir komu og spiltu spælið.
Nú var tíðin komin til Loch Ness savnið, av ymsum grundum fór eg ikki á tað savnið, eg havi lisið nokso nógv um ta pátrúgv og tað hype, sum hevur fylgt hasum søgunum, eg hevði brúk fyri kaffi og tað kostaði at koma inn. Nei, eg tók eina mynd av Nessie uttanfyri og av einum kavbáti, sum teir hava brúkt at royna at finna skrímslið – í ramasta álvara?DSC04651DSC04653
Vit gistu við endan á Loch Ness, og um kvøldið var felags døgurði. VIt ótu : hjartarkjøt, laks á ertnapuré og creme brulé v/ísi.
DSC04659DSC04661DSC04664
Onkur tók orðið, m.a. greiddi Tóra Thóroddsdóttir frá skaldinum og náttúrufrøðinginum Jónasi Hallgímsson, sum doyði í Keypmannahavn ikki 40 ára gamal. Síðani sungu vit “Nú andar suðrið..” Páll Isholm tók eisini orðið, Eilin og Niels sungu Cohen, og Niels sang vísur av tí meiri lættara slagnum fyri okkum. Petur Martin nýtti høvið at takka fyri túrin. Eitt heilt kilt lá til pynt á borðinum, vavt um ljósastakan.
DSC04658

Sep 26, 2016

Orkneyoyggjar / 5. dagur. Scapa Flow og Skara Brae

Í dag var nógv á skránni, m.a.  høvuðsattraktiónin Scara Brae.
Fyrst koyrdu vit til Scapa Flow, sum er ein vík sunnantil á Mainland. Her høvdu tey flotastøð undir krígnum. Her høvdu tey eisini krígsfangar. Og tað vóru italskir krígsfangar, sum bygdu tað, sum nú eitur italska kapellið. Eitt lítið fitt kapell bygt í eini barakk. Teir hava nokk longst eftir sínum katólsku kirkjum og siðum og følt nakað av troyst við at gera hetta lítla kapellið so vakurt sum møguligt við tí tilfari, teir høvdu.
DSC04545
DSC04555
DSC04552DSC04554
Roar greiddi frá, at í Scapa Flow lógu eisini týsk herskip eftir kríggið, teirra ovasti helt, at bretar fóru at taka skipini og fáa nyttu úr teimum, so hann gav boð um at søkkja skipini. Kavarar koma langvegis frá at kava niður til skipsvrak her.
Vit vitjaðu tvinnanda “Ring of Stones”: Ring of Brodcar og Ring of Stenness. Hesir fleiri túsundára gomlu offurstaðir fáa teg at øtast og undrast. Hvønn offraðu tey til, og hvat offraðu tey? Plássini verða sera nógv vitjað, og stik og reglur halda ferðafólkum upp á pláss.
DSC04566
u
DSC04574
Bygdin Scara Brae er flottasti útgrevsturin. Ein bygd eldri enn Pompeji, eldri enn Giza pyramida og Salamons tempul! Framsýningin ger ´tað greitt, at nú gongur tú aftur í tíð, merki standa við gøtuna, hvar í tíð tú nú ert stødd:
DSC04583DSC04598
Ein heil bygd á vesturstrondini á Mainland, 8 hús við songum, eldstað og gøtum húsanna millum. Eitt av húsunum er eitt verkstað. Tey tíðarfesta bygdina til 3000 f. Kr.
DSC04592
DSC04596
Vit vitjaðu síðani ein stóran gravheyg í Maeshov, hann var frá forsøguligari tíð, men hevði eisini víkingamerki, eitt nú vóru nógvar rúnir funnar í veggjunum.
DSC04603
DSC04601
Nú gekk leiðin til Birsay, har ið leivdir eru frá piktiskari tíð og víkingatíð og kristnari tíð. Steffen greiddi frá og bar saman við Lorvík og Kvívik. Men tað er rættiliga torført at fata, serliga partar, sum ikki eru at síggja longur og rekonstruktiónir sum eru misskiljingar. Men vit vóru mest spent upp á at skula vassa yvir til eina oyggj! Men so var tsað góð fjøra, og vit vóðu turrskødd. Høvdingasetrið her eitur sætið hjá Torfinni jalli. Men her hevur eisini verið kirkja og klostur og munkarnir hava framleitt bøkur.
DSC04610
DSC04613
Hetta var ein langur dagur, so nú var gott at seta seg eina løtu í góðum selskapi. Vit ótu á The Shore (æt tað ikki soleiðis Heri?) og studeraðu whiskeymentanina nakað.
DSC04621DSC04625
DSC04619DSC04621
DSC04618DSC04623