Í dag varð drongurin hjá Bergi og Simone doyptur. Nokso fitt av familju og vinum vóru í Hornbæk kirkju. Prestur talaði um dópin sum eina gávu, men gávan er ikki so nógv verd, um hon ikki verður pakkað upp. Foreldur, ommur og abbar og onnur skula hjálpa barninum at pakka hesa gávu upp.
![]() |
Símun bar Herman Lars |
Ein sera rørandi løta, vakrir sálmar. Faddrar vóru Símun, Lisa, beiggi Simone Nicklas og ein vinkona hennara.
![]() |
![]() |
Herman við foreldrum og faddrum |
Aftaná vóru vit boðin til eina máltíð og samveru á Kronborg. Eg neyt at síggja tey trý hjá Sólrun og Lars og báðar langommusynirnar.
![]() |
Louise, Símun, Bergur, Simone, Lisa, Nichlas |
![]() |
omman og Marius Bergur helt talu fyri Simone og soninum, og Lars segði nøkur vælvald orð við navnan. Stuttligt at síggja, at súreplið er dottið niður beint við træið. |
![]() |
omman og Herman |
takk fyri frásøgnina
ReplyDelete