Apr 27, 2026

Sonja farin

 Nú fingu vit deyðsboðini um Sonju í kvøld 23. apríl

Vit kendust síðani sjeytiárini í Keypmannahavn, tá ið hon og Sigga búðu á Sólbakkanum. Vit høvdu ein bindiklubb tá - GANTESA,  hann er til enn, nú nakað  færri konur enn tá. 

Vit eru í Gulu smiðju og hyggja okkum um

Sonja var eitt sjáldsama positivt menniskja, sjálvt tá ið sjúkan rakti, og hon fekk illa gingið, segði hon, at hon skuldi ikki lata illa at. Og Sonja hevur ikki altíð havt undanvind í lívinum, men hennara ljósa sinni og lívsmót hevur borið hana ígjøgnum.

Tað var serstakt at fara í bindiklubb hjá Sonju. Eitt var, at hon búði í Runavík, so mann skuldi koyra inn í Eysturoynna. Eitt annað var, at hon fann upp á okkurt eyka, okkurt mentanarligt. Hon hevði fingurin á pulsinum, tá ið tað ráddi um mentan, og inni hjá henni vóru bøkur og list. Sonja skipaði fyri, at vit. fóru á framsýning hjá Tummas Jákup Thomsen, vit fóru at vitja Gulu smiðju, og Sonja bjóðaði okkum í CIBO.




"Í gestabók skrivar man bara skemt,
men tað er ikki altíð líka nent."
            Sonja Anelina Gaardlykke


Soleiðis skrivaði Sonja í mína gestabók einaferð, og tað minnir meg á hennara humor og vit. Onkuntíð hevði hon ein tekst við, sum hon vildi lesa upp fyri okkum í bindiklubbinum. Hon hevði góð minni um sína tíð á pedagogseminarium, og hon var væl lýdd millum børnini, har hon arbeiddi.



Kirkjan á Glyvrum var so gott sum fullsett, nú ið Sonja varð borin út. Tað var ein vakur fremstibonkur, har Sigga sat við sínum yndisligu fýra børnum, sanniliga ein vøkur heilsan til Sonju.  Hvíl í friði, kæra Sonja!


Apr 26, 2026

List í Runavíkar kommunu

 Mentanardagarnir í Runavíkar kommunu eru sera umfatandi. Tað er rós vert, at allar bygdir eru við í hesum tiltaki. Vit fóru eftir nøkrum framsýningum. 


Fyrst sóu vit fuglamyndirnar hjá Silas Olufsen, tær eru sera hugtakandi, súlan sum stoytir seg og glitrandi æðublikur. Og nógvar av myndunum eru tiknar til havs eisini, har ið fuglurin livir sítt frælsa lív og leitar eftir føði. Nógvar flottar nærmyndir, hugsi bara wau hann hevur gott zoom.

Næsta stopp var í Glyvra kirkju, flott stór kirkja við altartalvu eftir Frithjof Joensen. Hetta er kirkjan hjá Almu, minnist, hvussu spent hon var, tá ið kirkjan skuldi byggjast út. Henda framsýningin var málningar hjá Heðini Kambsdal.





Síðani gekk leiðin til Lamba at síggja UTOPIA hjá Tummasi Jákup Thomsen. Vit vóru hepnar at hitta listarmannin á máli og fingu eina persónliga søgu um listarverkið. Listarverkið er 100 nummarmerktar myndir, sum røkka frá gólvi til loft. Myndirnar vísa hansara uppliving av tíðindum og gerandisdegnum hjá okkum. Sera litríkar myndir, nógvar av kríggi og bumbugretum. Á hvørjari mynd er eitt minimenniskja onkustaðni, tað er eygleiðarin sjálvur. Hugskotið til verkið er frá Gøg og Gokke, sum siga "at nú síggja teir UTOPIA" . 

Annars er meira upplagt at hugsa dystopia.



Næsta sýningin vit vitjaðu var í missiónshúsinum í Søldarfirði, eitt lítil framsýning um 2.heimsbardaga á Skálafjørðinum.



Seinasta stopp var í Grótinum á Skipanesi. Eisini har hittu vit stigtakaran Signar á Brúnni og konuna. Myndirnar vóru eftir Fridu Zachariassen ella Fridu í Grótinum. Fingu at vita, at navnið í Grótinum er av Skipanesi og fór haðani til Klaksvíkar. Frida hevði so serstakan egnan stíl við teimum beinu strikunum.



Apr 20, 2026

HOLIÐ á Tjóðpallinum

 

(UPS! handan yvirskriftin kann vist misskiljast!)

-----------------------

Ein sjóferð man vera vanligasta myndin av lívinum her um okkara leiðir. Lívsins ferð verður farin  saman við øðrum, øll sigla lívsins hav, men ikki øll hava líka góðan bát. Nú hava vit møguleika at síggja HOLIÐ eftir Elmars Sepkovs og Reinis Suhanovs á Tjóðpallinum.

Tey eru fimm fólk og ein gummibátur við stórum holi. Men áskoðarin sær ikki holið beinanvegin, tað kemur óvart á, at holið er so stórt!

holið

Manningin møtir  trupulleikum, og vit síggja, at tey hava ymsar loysnir, alt eftir lyndi og uppfinnsemi. Leikurin verður lýstur sum ein klovnaleikur, og hann er rættiliga stuttligur. Minnir í støðum um ein teknifilm ella Pantominu. Øll hava ymsar loysnir t.d., tá ið tey skula um eina á/gjógv.

Tey byggja ein bát, samstarv


Eitt hæddarpunkt í leikinum er, tá ið vandi hóttir, t.e. tvey kuffert, sum kanska eru vandamikil. Kuffertini vísa seg at vera portrið til ein dreym ella eina veitslu, umboða kanska ein skamt av onkrum "spennandi" evni......í kuffertunum eru óroyndir møguleikar, sum ein kann fáa nógv ella lítð burturúr. Nógvar aðrar stuttligar hendingar eru, sum vit ikki skula taka fram her.

Inga finnur eina loysn

Persónar: Tey eru fimm tilsamans.  Kristina SH spælir Baibu. Baiba er kenslusom, grætur lætt, men gleðist eisini lætt. Er kanska ikki tann hvassasti knívurin í skuffuni. Hon er so óluksáliga stuttlig, hevur eitt fantastiska talandi andlit. Rannvá spælir Ingu. Inga er eitt sindur uttanfyri, hermir nógv eftir hinum, men kann eisini vála avstað í egnari verð, tað serliga er við Ingu, at hon sigur einki - bara eitt orð - brúkar bara kropsmál. 

Inga í solodansi

Ommudóttirin hevði ta tulking, at Inga var øðrvísi enn hini, hon var klókari.Hon helt, at Inga kanska var "undercover", tí at hon helt seg fyri seg sjálva og eygleiddi alt. Inga hevði konstruktivar loysnir. Men tey undirmettu hana, tóku lutir úr hondini á henni og fóru við henni sum við einum barni. Tá ið leikurin endar, er tað torført hjá Ingu at sleppa upp í bátin, sum um onkur stýrir henni. 

"Seglini dúkaðu.."


Kristina SO spælir Sanu, hon er so skilagóð, roynir alla tíðina at greiða frá, hvat tað er, vit síggja. Hon rudddar upp eftir Búa. Hon hevur rættiliga nógvar replikkir, meira álvarslig enn Baiba. Búi er fjórði persónurin, og hann sigur eisini nógv. Tá ið hann tosar, ger hann nógv av at brúka kropsmál at vísa, hvat hann meinar. Hann er mannfólk, og tað er áhugavert sum áskoðari at uppliva, at ein kanska væntar sær meira ella okkurt annað av honum. Annars rættiliga góður líkarættur á pallinum. Ljóðmaðurin Heðin Raymund er partur av manningini, hann er í somu klæðum og hjálmi sum hini. Hann situr í gummibátinum. Tað fantastiska við ljóðinum er, hvussu neyvt tað fylgir hvørjari einast rørslu, ótrúliga væl gjørd "timing". Kropsmálið verður undirstrikað við ljóði.

Eingin tala er í leikinum, ella tað, sum er av orðum, er volapúkk uttan einstøk international orð sum t.d. problem. Tað, sum tey søgdu , var vent til okkara, sum hugdu. Sera lítið ella einki verbalt samskifti var teirra millum. Hvussu tulka vit tað? Samskifti millum menniskju er  afturvendandi spurningur alla staðni í lívinum. Tá ið friðarsamráðingar eru, hvat mál verður brúkt, og brúka tey tolk? Og hvørjir staklutir hvørva í týðing? Tá ið keyp og søla fer fram, tá ið familjur enda í arvastríði....altíð er neyðugt at samskifta, og vantandi samskifti kann elva til manga vanlukku.


Øll í bátinum uttan Inga

Sum eg skilji, er hetta ein spildurnýggjur leikur, sum tveir litavar hava gjørt saman við leikarunum. Tað er hugaligt, at slíkt nýskapandi verk fæst í lag her hjá okkum. Hann er so langt frá Hans A. Djurhuus og Rasmus Effersøe, sum tað slepst. Mál, søgugongd, samanhangur – alt er endavent.


Frálíkt, frískligt, forvitnisligt, forkunnugt, frábregðandi fyribrigdi!


 

Apr 9, 2026

Heimakonsert í Stoffalág

 

Ziska-Sørensen

Sólveig skipaði fyri interaktivari stovukonsert v. nýstovnaða bólkinum Ziska-Sørensen. Í bólkinum eru Sólveig Sørensen á klaveri, Sólvá Hvidbro Ziska á sello og Ingvard Ziska á gittar. Tað vóru uml. 15 áhoyrarar og skráin var henda:

1. Vælkomin

2. Ró eftir Martin Joensen. + felagssangur

3. Autumn Leaves eftir Joseph Kosma 1945

4. Nánd eftir Kurt Foss og Bøe, týtt: Tummas MIchael Smith + felagssangur

5 Kongaríki í Babylon + felagssangur

6. Side by Side eftir Harry Woods + felagssangur

7. Upplestur, nýtýdd yrking eftir Mary Oliver 

Ein so sera upplyftandi løta, og heppið var at Zacharias Sørensen var millum áhoyrararnar og vildi stjórna felagssanginum. Hann fekk eisini høvi at royna Sólveigsa nýggja klaver, meðan Solli og Elin og Bergur stákaðust við at borðreiða við so frálíkari karri-rækjusúpan.




Takk fyri Sólveig, at tú savnar okkum, vinstrumegin barndómsvinkonur, og niðriundir Solli, Libban og Elin

Ingvard er langommusonur Sólveig, at hugsa sær at fáa havt konsert við einum ommubarni og einum langommubarni. Tað er stórt!
familja og vinir





GRØNT. GRØNT ER HÙSIÐ HJÁ SYSTUR MÍNI

 

Klúgv ikki upp í hatta træið

ella prøva ikki upp á tað, søgdu tey, ella verður tú

send burtur á hospitalið fyri

tey  skítbýttu, um ikki á hitt.

Og eg hugsi, í mínum aldri,

vóru tað góð ráð.

 

Men træið er systir mín, hon

býr einsamøll í einari grønari smáttu

høgt uppi í luftini og eg veit

hvat hevði hent, hon hevði klappað við sínum grønu hondum,

hon hevði rist sítt grøna hár, hon hevði

ynskt mær vælkomnari. Virkuliga

 

eg royni at skikka mær væl, men onkuntið

mást tú bara bróta út og

vera so vill og ólátað, sum

tú plagdi vera. Tað er ógjørligt ikki

at minnast tað villa og ynskja sær tað aftur. So

 

um tit onkran dagin ikki finna meg, kunna tit

leita í hasum trænum ella – sjálvandi

er tað møguligt – undir tí.

                Týðingin ognað vinkonu míni Sólveig