Showing posts with label sjónleikur. Show all posts
Showing posts with label sjónleikur. Show all posts

Feb 23, 2026

Sorgin er eldri enn eg

 UPPHAV

Gunnvá er ættað úr Hesti, báðar ommurnar eru í leikinum, omman í Nýlendi og omman í Kova, t.e. báðar ommurnar hjá smágentuni Óluvu, sum vit hitta beinanvegin.

Óluva - omma Gunnvá - var 8 ár, tá ið vanlukkan var í Hesti í 1919, og hon misti pápam.

Óluva er í miðdepli í leikinum UPPHAV, sum leikbólkurin Tvazz v/ Gunnvá Zachariassen og Maritu Dalsgaard spældu í Hesti fríggjakvøldið 20.02 2026.

Leikurin er skiftivís frásøgn byggjandi á m.a. Hestsøgu og skiftivís dramtiserting av gerandisdegnum í Hesti. Áðrenn hendingina, tá ið pápin og Óluva fara tíðliga upp at hyggja út á hav, og eftir hendingina, tá ið mamma Óluvu arbeiðir so ómenniskjaliga hart, hon hevur tvey børn og sera lítið at liva av.


Tað er hugtakandi so væl Gunnvá fær manað sorgarleikin fram við so fáum hjálparmiðlum. Pallurin er sera einfaldur. Og sera hvítur. Ein so einfaldur pallur gevur leikara frælsi til at evna leikin, men samstundis alla ábyrgd av honum. Ein floti av pappírsbátum, hvít løk og tveir krakkar. Ljós og fotomyndir. Vit síggja mynd av 18 skúlabørnum. Gunnvá gav sær góðar stundir at vísa okkum myndina.  Av hesum átjan børnunum gjørdust trettan teirra faðirleys henda dagin í 1919. Teirra millum Óluva. 
Tað er eitt eyðkenni við Gunnváarleiki, at hon tosar seint og týðiliga.Og so dugir hon so sera væl at "gera røddir" . Tú ivast ongantíð í, hvør ið tosar: ein omma, menninir á støðni ella smágentan. 

Tá ið Óluva og systir hennara vaksa til, arbeiða tær eisini, arbeiða altíð. Fólk hjálpa einkjuni, men hon fer ofta svong í song. Krakkurin er leypurin, hon fer eftir torvi, hon fer niðaná, hon fer til fjals, mamman er í haganum - eftir torvi. tann sorgarfulli metaforikkurin stendur hárhvassur. 
Tveir bátar við 11 monnum gingu burtur. Eitt fýramannafar og eitt seksmannafar.  Á pallinum er eitt ílat við vatni, har á botninum liggja bátarnir og menninir, men eru kortini í góðum hondum.
--------------------------------------------------------------------------------------------


Kaldi dagurin í Hesti
Sjónleikarhúsið var fiskahúsið niðri á bryggjuni í Hesti, vit vóru ávarað um, at har var kalt. Túrurin av Gomlu rætt tekur fáar minuttir. Serstakliga hugnaligt var at síggja ein hóp av fyrrverandi starvsfeløgum við á ferðini. Eftir leikin fór eg at vitja Ansgar.








Jan 18, 2026

Det norske teatret

 Det norska teatret er stovnað í 1912 nøkur ár eftir Nationaltheatret. Endamálið var at spæla leikir á nýnorskum. Sjónleikarhúsið hjá teimum er frá 1985, tað er í Kristians 4. gøtu mitt í Oslo. At staðseta málleikhúsið í Oslo í 1912 var ein sera medvitað gerð, tí at tað var har danska embætismansstættin var samlað.

Hulda og Arne Garborg vóru teirra millum, sum vildu fremja nýnorskt. Í sjónleikarhúsinum eru 

bringumyndir av fleiri av teimum kendu nýnorskthøvundunum  t.d. Tarjei Vesaas og Ivar Aasen, og í seinnu tíð hava tey spælt tekstir hjá Jon Fosse.

stásiligan bygning mitt í Oslo við fleiri pøllum

tey skipa eiisni fyri mentanarkvøldum og øðrum tiltøkum


fyrlestrarsalur/foyer

Asbjørn Høglund: Dreymkvæðið (1985), hongur uppi undir loftinum

Olav Duun er norskur klassikari, og Tað norska sjónleikarhúsið sær tað sum eina av uppgávum sínum at halda lív í klassikarum. Í ár fyllir Olav Duun 150 ár, og tey hátíðarhalda tað í sjónleikarhúsinum.
Leikurin, eg sá frumsýningina av, var Medmenneske   (1929) hjá Olav Duun. Tá ið eg kom hagar hetta kvøldið, var ein samkoma, har ið talari tosaði um Olav Duun, sum Sigrid Undset kallaði Noregs størsta  skald. 

Leikurin snýr seg um eina familju. Eitt eldri par, eitt yngri par og eina gamla fastur (Kvitugla) á loftnum. Temað er óndskapur, og tann eldri maðurin Didrik umboðar hann. Hann er harðligur, sjálvsøkin, lumpar og lýgur. Sonarkonan Ragnhild er góðheitin sjálv, vil hjálpa øllum, mild og fyrigevandi. Men so hendir tað, at Ragnhild hevur fingið nokk av verpápanum og hansara kúgandi atferð. Hon drepur hann vð einari øks, og hon gera tað fyri Hákunsa skyld, Hákun er maður hennara. Men eru tey óndu ikki eisini medmenniskju? Og sum Olav Duun sigur, mann kann ikki drepa óndskap við øks.

Haugtussa eftir Arne Garborg er eitt norskt tjóðarepos. Grieg hevur gjørt tónleik til yrkingina. Sýningin, eg sá var stiliserað, soleiðis at skilja, at dýrini og nakrir persónar vóru leiku, sum sjónleikarin hevði í hondini, meðan hon spældi/resiteraði tekstin. Teksturin hevur rím og rútmu . Gentan Veslemøy situr hjá neytum og seyði, hon hevur góðan fantasi og droymir nógv. Hennara lív veriður vovið inn í eina sagna/ævintýraverð. Sera áhugaverd sýning um kvinnu sum upplivir kærleika, sorg og velur sín egna veg.


Jan 16, 2026

Tjóðpallurin í Oslo

 

Nationalteatret frá 1899







Sagaen om isfolket

Leikurin ið var á skránni, nú ið eg var í Oslo, var Søgan um ísfólkið hjá Margit Sandemo. Hon skrivaði 47 bøkur  um hendan ættarbólk, sum býr í einum dali. Tað óhugnaliga er, at í hvørjum ættarliði skal koma ein persónur, sum er óndur.

Leikurin var samandráttur av øllum bókunum og var eisini sera langur , 3 1/2 tíma. Tað hendi nógv alla tíðina, og allir hugsandi effektir vórðu brúktir: frásøgufólk, fleiri skíggjar, roykur, ómenniskjanslig ýl og stunan í hátalaranum og ljós, blinkandi knallreytt ljós og reyður ljóskastari út í áskoðaran. Sum lesarin kanska longu hevur gitt, var tað mær ovboðið. Lítið av sjónleiki, meira av effektum.

Leikurin vísti nøkur ættarlið í hesum ævintýri, fleiri børn komu til verðina á pallinum undir rópi og venan, tað var jú spennandi um barnið, var "rakt" t.e. ónt. Eisini erotiski leikurin, sum hendi áðrenn barnið, varð vístur á pallinum. Persónar vóru ein familja, pápin har var "óndur", hann var gitin við drekasáð, tað sást á akslunum á honum, sum høvdu drekahúð við peiggjandi pinnum, men hann hevði megnað at standa ímóti óndskapinum. Ein hurð varð latin upp til undirheimin, og út tustu devlar og skrímsl, svartir einglar og ein hvítur eingil niður úr loftinum við einum ovurstórum "tú veitst" millum beinini. Hesi "óndu" leikaðu í á pallinum, og ein "syndin" tey framdu, var sjálvandi sex.

Men sjónleikarhúsið er so flott, fleiri balkongir og losjur undir loftinum, frálík barr. Men eg veit ikki, hvussu leikurin endaði, tí eg fór avstað í steðginum. Spurdi fleiri har, um teu høvdu lisið bøkurnar, ja næstan øll høvdu lisið bøkurnar sum yngri. Har var fult hús, skal sigast.


Nov 6, 2025

LINUBÓLKURIN í Tilhaldinum

 5. november var Linubólkurin í Tilhaldinum við einari kvøldsetu. Vit plaga at fara eina ferð um árið í Tilhaldið við onkrum undirhaldi. Í ár hildu við 125 ára hald fyri Williami Heinesen við tekstum hjá honum.

Linubólkurin eitur eftir Linu Larsen, tí megnar sjónleikarkvinnuni. Men vit kalla okkum eisini senior-bólkurin í Sjónleikarhúsinum.

Anna J,Bergljót, Kirsten, Karin, Pól, Gunnhild, Anna O Eyrith og Oddvá

Tekstirnir, sum vit lósu, vóru fleiri sæddir við barnsins eygum. Tað dugir WH so sera væl. Tann fantasifulli smádrongurin í Bartskersstovu, sum sær tornið á heimsins enda og sum fekk eitt skip í jólagávu. Og hin prátingarsama Merit, sum dugir at síggja tað stóra í tí smáa. Tað er sum at eta  fínastu konfekt at lesa WH. Orðini eru so væl snarað og so musisk, ongantíð gerandislig og grá - bara so litrík og flogsterk.

Forkunnugt var  at hoyra eitt bræv, sum WH skrivar til vinmannin Jacob Zahle. Í brævinum fortelur William, at hann er nú vorðin avhaldsmaður. 

Karin lesur brævið frá WH

Oddvá lesur Merrith

Vit høvdu tveir sangir: Gunnhild sang "Haymaking by the Sea" við fylgispæli frá  Jakup Dahl Wardum, formanni Havnar sjónleikarfelags, og Anna sang 'Tante Mimis arie'.  Henda síðsta vísa er bara so sturrlig. hon Mimi er so æviga troytt av øllum av skómakarabeiggjanum av regninum, men tíbetur hon kann lívgast upp aftur um hon fer ein tú á kirkjugarðin at síggja onkran verða søktan í jørðina. Anna er ein sangari/sjónleikari av guds náði, púra óimponerað og so stuttlig.

Anna, Pól var okkara frásøgufólk

Ársins sketch var um hesar tríggjar, sum eru á sólorku og triple trola. Tær elska varman, drinks og Vaglið í Albir. Spott er altíð best, tá ið tað rakar teg sjálva og ongan pínir. Og sum Anna sigur 'overdrivelse fremmer forståelsen' . Eg haldi, at vit gjørdu passaliga nógv av.

Í Tilhaldinum í Havn hendir altíð okkurt, og salurin fullur av glaðum pensionistum.





Oct 26, 2025

Friður á pallinum!

 Klaksvíkar sjónleikarafelag spælir leikin "Friður á pallinum" eftir Michael Frayn  frá 1982. Leikurin er um at spæla sjónleik, ein sjónleikur í sjónleikinum. Tey hava ognað Adelborg Linklett sýningina, og henda myndin er í tí prentaðu skránni.

Adelborg Linklett (1935-2024)

Pallurin  í Varpinum er ein snaripallur, hugsi einasti av slíkum slag í landinum. Hann kom rættiliga til sín rætt: helvtin var pallurin í leikinum í leikinum, og hin helvtin var aftan fyri pallin, tað sokallaða backstage. Stuttligt at síggja ein so vandaliga gjørdan pall. Tað var ein stova, og nógvir staklutir vóru akkurát á røttum plássi. Á pallinum vóru 8 hurðar, og tað temað varð nýtt allan vegin, hurðar fóru upp og aftur alla tíðina. Eftir steðgin vóru vit aftan fyri pallin, har ið leikararnir vóru, tá i ð tey ikki vóru "on". Har vóru onkrar privatar ósemjur og amorinir, meðan vit sóu tey backstage hoyrdu vit handan veggin, at leikurin gekk á pallinum. Snildisliga gjørt..











Leikararnir hava heilt víst íðkað fitness í langa tíð. Tað var ein sera krevjandi leikur fysiskt. Har vóru trappur báðu megin, sum tey runnu upp og niður. Deiligt at síggja áhugaleik, fullan av orku og spæligleði. Tey vóru 9 fólk á pallinum, um eg skal nevna onkran einstakling, má tað vera Emry Jo. Hon var á pallinum meginpartin av tíðini, og hon og "makrelurin"  settu rættiliga ferð á láturvøddarnar. Hon hevði so sera góða føling við tí, sum hendi á pallinum.

Jan Gardar og Nancy Kalsø  vóru par, ella hon tyktist halda tað, hann fekst ikki at standa stillur so leingi, at nakað spurdist burtur úr, men har lá nógv í luftini. Og har vóru onnur møgulig "pør".












Jan Gardar og Jancy Kalsø

Leikararnir

Leikurin var comedy of errors - kendur, misskiljingar og teknifilmsligar snildir ella klovnarí, og eisini "frystar" myndir, sum ofta síggjast í filmi.  Tey duttu barlong á gólvið, ella gingu við buksunum niðurtogaðum um hælirnar. Av tí at vit sóu venjingina hjá teimum, aftanífrá og frammanífrá og sóu so at enda, at tey spældu leikin, gjørdust tað so nógvar uppafturtøkur, at leikurin bleiv ov langur, og skemtið útvatnaðist nakað. Vit fingu tað so at siga skorið í papp.

Varpið er ein sera stór høll, og allir áskoðarar skula síggja og hoyra, tað er ein stór avbjóðing. Kanska tað er ein grund til at sera nógv róp var, bæði frá einstøkum leikarum og frá teimum í kór.

Skráin er eitt lítið heftið við upplýsingum um leikin, heilsanum og so frálíkum myndum

Vit báðar fóru norð, fyrst í Angus at eta døgurða og so í Varpið. Ein deiligur túrur.



Jan 29, 2024

Ein dagur í kvinnulívi

 Virginia Woolf: Mrs. Dalloway (1925). Skaldsøga

Michael Cunningham: The Hours (1998). Skaldsøga

Stephen Daldry: The Hours (2002) filmur v. Meryl Streep, Julianne Moore, Nicole Kidman

Eline Arbo: Tímarnir (2024) sjónleikur v. Karen-Lise MYnster, Sofie Gråbøl, Josephine Park og Olaf Johannesen


Nicole Kidman sum Virginia Woolf



Julianne Moorre sum mrs. Brown








Meryl Streep sum Clarissa Vaughn


Dagurin V.W. skrivaði um í "Mrs Dalloway" var í 1921, hendingar fara fram uttanfyri London. Konan eitur Clarissa Dalloway, og hon fer í býin at keypa blómur, tí hon skal halda eina veitslu um kvøldið. Meðan hon gongur í býnum, fara tankar hennara til lívið, hon hevur livað. Til mannin , familjuna, ungdóm osfr. 

 Michael Cunningham hevur latið seg inspirerað av skaldsøguni hjá VW. Men hansara bók "The Hours" er um 3 kvinnur, ein dag. Tær eru : 1.  1921. Virgina Woolf, sum er í ferð við at skriva Mrs Dalloway, men hevur tað ikki gott mentalt. Maðurin roynir at ansa eftir henni, men hon følir seg sum í fongsli. Hon tekur lívið av sær. 2. 1949 Mrs. Brown býr í Los Angeles. Hon lesur bókina Mrs. Dalloway. Hon skal baka eina kaku, tí at maðurin hevur føðingardag, og hon hevur ein lítlan son, so hon hevur ikki ordiliga tíð at sita og lesa. 3. 1998  Clarissa Vaughan, sum býr í New York og skal halda eina veitslu fyri einum vini. Hann er rithøvundur og hevur vunnið ein prís, tað kemur fram at enda, at hesin rithøvundur er sonur Mrs Brown í hinari søguni.

Vit sóu sjónleikin "Tímarnar" í Skuespilhuset í januar. Tað var eitt serstakt upplivilse. Hasin snarandi pallurin, tey hava, gevur so spennandi møguleikar. Allar tríggjar søgurnar vóru á pallinum í senn, og tað gevur meining, um ein hugsar, at alt er EIN dagur, sami dagur, men hvør sítt ár. Tað er ein rættiliga dapur leikur. Tað er ikki tað, at kvinnurnar eru einsamallar ella arbeiðsleysar ella... men har manglar okkur heilt avgerandi í lívinum . Í skránni til leikin verður leikstjórin, sum er norsk, spurd, hvørji temu eru í leikinum.  Hon nevnir tað feministiska perspektivið, rúmið, sum kvinnur hava at virka í, deyðan - sjálvsmorð, kærleikan - allar 3 kvinnur hava partnara, sum elskar tær og vil hjálpa og stuðla. Tað er bara ikki so einfalt. Ein sera góður bóklingur.

Karen-Lise Mynster / Virginia Woolf

Sofie Gråbøl / Clarissa Vaughan

Josephine Park/ Laura Brown

Olaf Johannesen / Richard Brown


snarandi pallur. Olaf fremst










Jan 16, 2024

Møðgutúrur 5 - Keypmannahavn

 Vit báðar Turið og Frida Sofía komu í senn til Kastrup. Tær báðar gistu hjá Sólrun, og eg gisti hjá Lisu og Nichlasi. Vikuskiftið var deiligt, vit upplivdu nógv. Vit leigaðu ein bil og fyrst á skránni var Louisiana. Tað er eitt flott museum, og nú var langt síðani, eg var har. Ein framsýning, sum var har, var "Pussy Riots". Framsýningin vísti uppreisturin  hjá trímum kvinnum í Moskva og aðrastaðni við foto og video. Uppreisturin var gjørdur sum listarligar, provokerandi installatiónir og happenings og vendi sær ímóti Putin. Fyrsta verkið, tá ið tú komst inn, var ein sum lyfti kjólan upp og meig í høvdið á Putin.

Hon lyftir frakkan upp og er ikki í trussum,
so mígur hon.














Tað kvøldið var stórt tiltak á Kgs Nytorv, og tær fóru yvir, har hoyrdu tær Eivør.

Um kvøldið fingu vit døgurða frá Lars og sóu filmin The Hours. Leygarmorgunin var FS og rann, hon rann 14 km. runt í Kbh. Leygarmorgun fór Lisa at keypa morgunbreyð, so purraðu vit Turið út. Eg og Turið fóru í IKEA, eitt nýtt býarikea, sum er beint við Fiskatorgið. FS fór túr í býin. So hittust vit aftur at fara á Glyptotekið.


 Um kvøldið var tað sjónleikurin Tímarnir í Skuespilhuset, og nú vóru vit allar fimm. Eg elski, tá ið vit eru samlað. Leikurin var OK, kanska eitt sindur keðiligur og fortonktur.

møðgur

Sunnumorgun fóru eg og Lisa í kirkju, tað var Garnisons kirkjan, hon er beint við hjá teimum, og har skal Marius doypast í mai.. Flott kirkja, prestur talaði um søguna, tá ið Jesus bað eina samariukvinnu um vatn, hóast hann visti hon hevði havt 5 menn og búði saman við tí sætta. Marius var við, hann svav sum ein eingil.

Garnisons kirkjan

Men nú blandaði drotningin seg upp í okkara vikuskifti, tá ið vit skuldu fara út at eta miðmála, var gøtan pinpakkað við fólki, sum vildi síggja drotningina í gullvogni. Men vit komu fram til Det lille apotek og vóru vit fimm + Lars og Nichlas og Marius. So var tíð at fara út á flogvøllin aftur.

Marius


á Det lille apotek



Nov 19, 2022

Keypmannahavn november 2022



Hevði eina góða viku í Keypmannahavn í november. Sá tveir sjónleikir og ein film. Tann fyrri sjónleikurin er "København". Tá ið eg keypti bilettirnar til mín og Maritu, helt eg, at leikurin var um býin, kanska í gomlum døgum, kanska um tíðina tá ið fiskakellingar seldu fisk á Gammel strand.


Men hetta er ein leikur um  ein søguligan fund í Keypmannahavn í 1941. Niels Bohr, kona hansara og Werner Heisenberg eru á pallinum alla tíðina og tosa alla tíðina. Marita er søgufólk og veit eina rúgvu um 2. heimsbardaga og alt annað. Eg helt, at leikurin var keðiligur, spurdi Maritu um vit skuldu fara í steðginum :) Marita helt, at leikurin var spennandi. Tað besta við leikinum var ljóssetingin, tað var eisini ein føroyingur, sum var ljósmaður. Ljóskúlur hingu lágt yvir pallinum, og blunkini skuldu ímynda eina kemiska reaktión (haldi eg). Ein atombumba brast off-stage, og ljóshavið sást inn á pallin...sera væl og dramatiskt gjørt. 
Hin leikurin var Holberg stykkið "Den vægelsindede". Ein klassikari, sum var moderniseraður.








Tey høvdu gjørt persónarnar til akkurát sum tekniseriufigurar í mínum eygum, stuttligur leikur.

Filmurin, eg sá, var "Good luck to you, Leo Grande" . Ein nýggjur filmur við Emmu Thompson. Hann er um eina konu, sum er um miðjan aldur, hon er einkja og hon saknar nærleika og sex. So hon keypir sær tveir tímar saman við einum sexarbeiðara. Hann er ein ungur vakur maður og sera liberalur og nátúrligur. Hann verður ikki bara sexpartnari, men eisini terapeutur hjá konuni. Tey hava so við og við inniligar samrøður, m.a. fáa vit at vita, at konan hevur ongantíð upplivað kynsligan fulnað. Tað er so uppgávan.. Ein fínur filmur. Emma Thompson er altið góð