Jan 16, 2026

Tjóðpallurin í Oslo

 

Nationalteatret frá 1899







Sagaen om isfolket

Leikurin ið var á skránni, nú ið eg var í Oslo, var Søgan um ísfólkið hjá Margit Sandemo. Hon skrivaði 47 bøkur  um hendan ættarbólk, sum býr í einum dali. Tað óhugnaliga er, at í hvørjum ættarliði skal koma ein persónur, sum er óndur.

Leikurin var samandráttur av øllum bókunum og var eisini sera langur , 3 1/2 tíma. Tað hendi nógv alla tíðina, og allir hugsandi effektir vórðu brúktir: frásøgufólk, fleiri skíggjar, roykur, ómenniskjanslig ýl og stunan í hátalaranum og ljós, blinkandi knallreytt ljós og reyður ljóskastari út í áskoðaran. Sum lesarin kanska longu hevur gitt, var tað mær ovboðið. Lítið av sjónleiki, meira av effektum.

Leikurin vísti nøkur ættarlið í hesum ævintýri, fleiri børn komu til verðina á pallinum undir rópi og venan, tað var jú spennandi um barnið, var "rakt" t.e. ónt. Eisini erotiski leikurin, sum hendi áðrenn barnið, varð vístur á pallinum. Persónar vóru ein familja, pápin har var "óndur", hann var gitin við drekasáð, tað sást á akslunum á honum, sum høvdu drekahúð við peiggjandi pinnum, men hann hevði megnað at standa ímóti óndskapinum. Ein hurð varð latin upp til undirheimin, og út tustu devlar og skrímsl, svartir einglar og ein hvítur eingil niður úr loftinum við einum ovurstórum "tú veitst" millum beinini. Hesi "óndu" leikaðu í á pallinum, og ein "syndin" tey framdu, var sjálvandi sex.

Men sjónleikarhúsið er so flott, fleiri balkongir og losjur undir loftinum, frálík barr. Men eg veit ikki, hvussu leikurin endaði, tí eg fór avstað í steðginum. Spurdi fleiri har, um teu høvdu lisið bøkurnar, ja næstan øll høvdu lisið bøkurnar sum yngri. Har var fult hús, skal sigast.


No comments:

Post a Comment