Feb 24, 2018

Anthony Doerr: All the LIght We Cannot See

Bókastev var yviri hjá Randi í vikuni.

Søgan viðger 2. heimsbardaga, men sum onkur tók til, ikki ein vanlig krígssøga. Kríggið er við allan vegin, men ikki útpenslað, er sum bakgrund hjá persónunum, og kortini lýst so , at tú fatar, hvussu ræðuligt tað er.


Bókarheitið er gátuført, ein veit ikki heilt, hvat ljós talan er um. Kanska tað ljós, sum høvuðspersónurin sær, tí at hon er blind, og alt ljós hennara er innanljós. Hon er sterk og vónrík, vónin er kanska tað ljósið. Marie Laure brúkar hendurnar at hyggja við, sera áhugavert at fylgja við, hvussu hon sær býin ella tekstin, sum hon lesur. Hin høvuðspersónurin er Werner, sum veksur uppá barnaheimi í Ruhr økinum í Týsklandi. So ólík uppvakstrarlíkindi hjá teimum báðum. Hon býr í París saman við sínum kærleiksfulla og vitandi pápa, sum arbeiðir sum lásasmiður á einum savni. Hann er foreldraloysingur, býr á barnaheimi og hevur bara eitt lív djúpt undir jørð í kolinum at síggja fram til.

Evropa stendur í ljósum loga, og innan í hesum inferno eru hesi bæði ungu. Hon flýggjar úr París, hann arbeiðir sum radiomaður hjá týska herinum. Lagnunnar speisemi dregur tey nærri og nærri hvørt øðrum. Hon arbeiðir fyri ta fronsku mótstøðurørsluna, saman við abbabeiggja sínum, hann leitar eftir fjaldum radiosendarum. Bókin er ikki úti eftir at finna tey seku, tey eru øll offur í krígnum.

Mótvektin til kríggið ella ljósið í bókini er list og náttúruvitan. Fyrst og fremst bókmentir, men eisini mekanikkur og støddfrøði, og tónleikur - um tað so bara er tveir minuttir av tónleiki, sum hoyrast saman við radiobrakan av longum leiðum. Sniglar, sum liva í myrkri og vætu - Marie Laura "sær" teir og skilur teirra vakurleika og virði, og fuglarnir sum Frederick kennir so væl. Træarbeiðið hjá pápa Marie Laure er brúkslist á høgum støði .

Tað var Brynhild, sum legði fram hesa ferð:
ALT  DET LYS, VI IKKE SER
Roman, Gongur fyri seg undir 2. heimsbardaga í Fraklandi og Týsklandi.
Søgan er um 2 børn,  Marie Laure, gentan ið verður blind 6 ára gomul. Býr einsamøll saman við pápa sínum, ið arbeiðir á museum í Paris. Tey eru  tætt knýtt at hvørjum øðrum. Hann lærir hana at klára seg sum blind, tey fara út í býin, hann fer frá henni, so skal hon sjálv finna heim, longur og longur burtur fara tey. Eisini ger hann ein modellbý, sun hon kann læra seg at verða staðkend. Sera týdningamikið er, at hon frá honum fær Braille bøkur.
Drongurin, Werner er hvíthærdur, týskur og uttan foreldur. Býr á barnaheimi saman við systur síni. Har hava tey tað gott. Werner er sera gávaður viðv. teknikki, lærir seg skjótt at samla eitt radioapparat, hansara kynstur verða kend, grannar og onnur koma við teirra apparatum tá tey skulu umvælast.
Tá 2. heimsbardagi brestur á, kemur Marie Laure til Normandiið við pápanum, og flytir inn til ein abbabeiggja, ið býr saman við húshjálpini, frú Manecí einum stórum húsum í 5 hæddum. Frú Manec fær ofta vitjan av fólki, abbabeiggin heldur seg fyri seg sjálvan. Aftaná eina tíð má pápin ti Paris, og kemur ongantíð aftur, allarhelst er hann tikin av týskarunum. Marie Laure fer aftaná abbabeiggjanum, og kemur harvið at kenna radiosendaran, tey senda klassiskan tónleik.
Werner skal í militertænastu, gongur ígjøgnum harða trening, happing hoyrir við til gerandisdagin, Ein vinur, Fredrik verður so illa viðfarin, at hann fær ein heilaskaða, og verður ikki fólk aftur. Tá tað frættist, at Werner er hegnigur við radio, kemur hann ikki í bardaga, men verður í einum bólki, ið avlurtar radiosignalir, hann hoyrir  ein dagin tónleik.. hetta sigur hann ongum.
Marie Laureteku ein dagin eitt húsið í modellbýnum, og letur tað upp, ein diamantur  dettur í fangið hjá henni- diamanturin er frá musenum í Paris. Søgnin sigur, at hann ið hevur hann, ikki skal doyggja, men deyði og vanlukkaskal raka øll rundan um hann.
Frú Manec og gestir hennara eru við í mótstøðuni, og sum frá líður kemur Marie Laure við í hetta arbeiði. Hon verður send keypa eitt franskbreyð, og samstundis gevur hon kodað   boð til bakarakonuna, sum eisini er við í mótstøðuni.
At enda verður heimsbardagin av, Werner skal flýggja, men fer í staðin at leita eftir húsunum, har tónleikurin kom frá. Her hittast tey so. tey sum hava verið í sambandi við hvønn annan, uttan at hava sæð hvønn annan, ella tosað saman.  Tey sita saman meðan  seinastu bardagarnir eru, Werner hjálpir Marie Laure, hevur skift til civilt toy, og verður dripin av eini týskari minu.  Werner hevur havt ein vin undir krígnum, hon hoyrdi til fíggindan, hevur verið í heitasta bardaganum, uttan at vera særdur, og endar við at verða dripin av sínum egnu.
Marie Laure kemur aftur til Paris, fær eitt langt lív og endar við at verða leiðari av musenum, har pápin eisini arbeiddi, har leitar Jutta, systir Werner hana upp, og greiðir henni frá hvat hendi beiggjanum.
Bókin er um 2.  heimsbardaga sum tað kundi hugsast, at børn síggja tað. Bardagar henda ikki  beinleðis, men óhugnin liggur omanyvir søguna.

Brynhild

Okkum dámdi bókina sera væl.

Feb 21, 2018

Týsdagur 20. feb., mikudagur 21. februar


Eg fór við hotellbussinum á ríkissjúkrahúsið, so ómakaleyst. Uppgongd 3, hædd 14, deild 2. Nú vísti tað seg so, at eg var næstan ein tíma ov sein, men í mínum brævi stóð kl. 8.00, í einum øðrum pappíri stóð 7.00, og eg var tann fyrsta sum skuldi inn. Men eg bleiv so flytt og kom inn sum nummar tvey. Kanningin av kranspulsæðrini er ikki pínufull, bara óbehagilig. Tey geva tær pínustillandi alla tíðina. Tað vóru bara konufólk hjástødd, læknar og sjúkrasystrar. Eitt katetur verður stungið upp gjøgnum pulsæðrina í skøvninginum og heilt upp til hjartað. So sæst á einum skíggja, hvussu hjartað pumpar. Nú, tað vísti seg at tað sást ikki nóg væl á myndunum, og trýstmátingarnar vóru ikki eftirfarandi, tí at æðrin lá so kronglað. Ein onnur kanning, ein skanning bleiv so bestilt, og hepna eg, hon kundi gerast beinanvegin dagin eftir.


So var eingin grund til at fara heim ímillum. Um kvøldið fekk eg gestir, Bergur var akkurát komin av ferð í Íslandi, Lisa hevði verið ørindi fyri meg. Deiligt at hava familju í Kbh. og tey høvdu foreldrini við.


Mikumorgun kl. 9.00 var so hjartaskanning á skránni, og tað var ein annar glimurdansur!  Eitt venflon hvørjumegin, blóðtrýstapparat klárt. Tær fyrstu myndirnar vóru við sokallaðum sporstoffi, og tað føldi eg ikki. Men tær næstu myndirnar vóru við heiligvág, sum belastar hjartað. Tað svarar til at súkkla móti brekkuni í nógvum vindi, og tað havi eg aldrin gjørt og ætli mær heldur ikki. Halt kipp also, høvdið stóð at bresta, súsaði í oyrunum, vinstri armur deyður, trýst í bringuni. Og so var tað svarið, nær tað mundi fara at koma. Hepna eg, tað kom beinanvegin og....wait for it..... tað var ikki neyðugt við ballónvíðkan. Nú var middagur og nóg mikið av tíð at fáa ferðaseðil til mikukvøld.


Sóljubussin úr Venøgade út í Kastrup.

Og nú er mikukvøld, og eg eri á Suðuroyavegnum. Takksom fyri effektivt heilsuverk.


Feb 19, 2018

Mánadagur 19. feb. 2018

Vit fylgdust yvir á RH, Alda, Pauli og eg. Bæði eg og Alda skuldu møta kl. 11. Ríkissjúkrahúsið er vaksið nógv, síðani eg var har seinast. Vit gingu gjøgnum Fælledparkina.



Mín avtala var til at skriva journal, so at alt er klárt til í morgin. Fyrst tosaði eg við eina sjúkrasystur, hon greiddi frá kanningini, so skuldu blóðroyndir takast, sum ofta fyrr var tað torført at stinga meg, æðrarnar eru so forbiðið klænar. Tað næsta var samrøða við lækna, og so var ultraljóðkanning á skránni.

Aftaná gekk eg heim aftur á hotellið


Deildin eitur hjertemedisinsk afdeling. Niðanfyri síggja tit ein stent, tað er hatta gula høsnanetið Tað er tó størri enn tað, sum verður sett inn í æðrina.


Spennandi í morgin.

Feb 18, 2018

Sunnudagur 18. februar

Eg fór allarfyrst av øllum í song í gjár. Hoyrdi tey práta meg í blund. Í morgun fór eg upp klokkan tíggju. Sólrun hevði verið úti við hundunum og keypt breyð.
So fóru Sólrun og hundarnir og eg og Lisa út at ganga.


Nú var tann stóra løtan, at eg skuldi síggja ta nýggju íbúðina hjá Lisu, ella húsið. Eitt so fitt hús, akkurat passaligt til eitt ella tvey fólk.




Afttaná fóru eg og Lisa at shoppa í Fisketorvet, men fyrst fingu vit okkum vietnamesiskan mat í eini restaurant har.
Deiligt at ganga og spáka í Keypmannahavn í góðum vetrarveðri.

Tá ið tað var av fingu vit okkum te heima og sóu Sólrun og Lars leggja blómuheilsan við Amalienborg.

Feb 17, 2018

Leygardagur 17. februar

Ein vakur dagur, sera gott veður bæði í Føroyum og ´Danmark. Eg royndi at taka mynd av Dali. Sandoyggin lá og dusaði sær undir skýullini.
Á kongsins nýggja torgið er metrobyggaríið nú komi so langt, at teir hhava tikið alt hatta plankaverkið framman fyri Tjóleikhúsinum niður. Deiligt at fáa torgið aftur. í dag var sama ferðsla sum altíð á leiðini, har Heindrikkur varð koyrdur í gjár eftir biltómum gøtum.
Myndin og sitatið eftir Heindrik er enn á ambassaduvegginum.
Eg var so heppin, at føðingardagshald var í Nyhavn í dag. Tapas og vín og omaná lagkaka og sjokolátakaka.
Lars og Sólrun sungu føðingardagssang fyri Símuni.







Feb 2, 2018

Símun farin


Mynd tikin í desember í fjør.

Systkinabarn okkara Símun av Skarði er farin. Eg havi altíð kent Símun, og vit sóust nógv, tá ið vit vóru børn, og familjurnar vóru tættar. Símun og tey búðu eitt skifti í Grønlandi (í Havn) akkurát sum vit.
Símunsa høvuðsáhugi og høvuðsarbeiði alt lívið var mál. Vit høvdu felags áhugamál, hann var virkin í tí føroyska skúlanum í Keypmannahavn, tann tíð tað var. Eitt skifti sótu vit í nevnd saman í Móðurmálslærarafelagnum, og í 1990 skipaðu vit fyri einari stórari norðurlendskari ráðstevnu fyri móðurmálslærarar á skúlaheiminum við Marknagilsvegin. Á hesari myndini prátar Símun við Turið og Hallgerð, sum eisini var í nevndini, vit fara útferð við gestunum


Á hesari myndini situr Símun og ger mappurnar klárar til ráðstevnugestirnar. Hann var ein ómetandi kraft at hava í hópinum, bæði til tað fakliga og tað sosiala, sum altíð er ein stórur partur, tá ið vit hava útlendskar gestir.


Símun og Súsan fluttu til Sands at búgva, og har suðuri vóru tey sera virkin í skúla og mentan. Tað var ein fongur hjá Sands bygd at hava Súsan í listasavninum við hennara listarligu vitan og og stóra áhuga.
Nú ið hann og Súsan vóru flutt til Havnar, sóust vit onkuntíð. Vit prátaðu um tey brøv, sum hann hevði í varðveitslu, sum abbi og Bergljótmostir og onnur hava skrivað, og sum Jóannes mammubeiggi hevur goymt. Tað lá Símuni á hjarta, at brøvini verða varðveitt og granskað og koma til sín rætt.
Prestur hevði líkasum navnið á Símuni í miðdepli, tá ið hann byrjaði sína talu. Tað høvdu vit eisini henda dagin í 2015, tá ið allir Símunarnir (uttan tann hjá Elsu Jóhonnu í Kanada) vórðu avmyndaðir í háskúlatúninum.




Ein so sera hátiðarlig og vøkur jarðarferð. Kirkjan var full, nógv fólk vóru komin úr Sandoynni at fylgja Símuni, nógv lærarafólk, forlagsfólk og gamlir næmingar.. Sera vakur solosangur setti dám á løtuna, og eisini góður felagssangur í kirkjuni.

Góða Súsan, Sanna, Aleksandra, Oyvindur, Jákup og tit øll. Vit goyma tey góðu minnini.