Søgan viðger 2. heimsbardaga, men sum onkur tók til, ikki ein vanlig krígssøga. Kríggið er við allan vegin, men ikki útpenslað, er sum bakgrund hjá persónunum, og kortini lýst so , at tú fatar, hvussu ræðuligt tað er.
Bókarheitið er gátuført, ein veit ikki heilt, hvat ljós talan er um. Kanska tað ljós, sum høvuðspersónurin sær, tí at hon er blind, og alt ljós hennara er innanljós. Hon er sterk og vónrík, vónin er kanska tað ljósið. Marie Laure brúkar hendurnar at hyggja við, sera áhugavert at fylgja við, hvussu hon sær býin ella tekstin, sum hon lesur. Hin høvuðspersónurin er Werner, sum veksur uppá barnaheimi í Ruhr økinum í Týsklandi. So ólík uppvakstrarlíkindi hjá teimum báðum. Hon býr í París saman við sínum kærleiksfulla og vitandi pápa, sum arbeiðir sum lásasmiður á einum savni. Hann er foreldraloysingur, býr á barnaheimi og hevur bara eitt lív djúpt undir jørð í kolinum at síggja fram til.
Evropa stendur í ljósum loga, og innan í hesum inferno eru hesi bæði ungu. Hon flýggjar úr París, hann arbeiðir sum radiomaður hjá týska herinum. Lagnunnar speisemi dregur tey nærri og nærri hvørt øðrum. Hon arbeiðir fyri ta fronsku mótstøðurørsluna, saman við abbabeiggja sínum, hann leitar eftir fjaldum radiosendarum. Bókin er ikki úti eftir at finna tey seku, tey eru øll offur í krígnum.
Mótvektin til kríggið ella ljósið í bókini er list og náttúruvitan. Fyrst og fremst bókmentir, men eisini mekanikkur og støddfrøði, og tónleikur - um tað so bara er tveir minuttir av tónleiki, sum hoyrast saman við radiobrakan av longum leiðum. Sniglar, sum liva í myrkri og vætu - Marie Laura "sær" teir og skilur teirra vakurleika og virði, og fuglarnir sum Frederick kennir so væl. Træarbeiðið hjá pápa Marie Laure er brúkslist á høgum støði .
Tað var Brynhild, sum legði fram hesa ferð:
ALT
DET LYS, VI IKKE SER
Roman,
Gongur fyri seg undir 2. heimsbardaga í Fraklandi og Týsklandi.
Søgan
er um 2 børn, Marie Laure, gentan ið
verður blind 6 ára gomul. Býr einsamøll saman við pápa sínum, ið arbeiðir á
museum í Paris. Tey eru tætt knýtt at
hvørjum øðrum. Hann lærir hana at klára seg sum blind, tey fara út í býin, hann
fer frá henni, so skal hon sjálv finna heim, longur og longur burtur fara tey.
Eisini ger hann ein modellbý, sun hon kann læra seg at verða staðkend. Sera
týdningamikið er, at hon frá honum fær Braille bøkur.
Drongurin,
Werner er hvíthærdur, týskur og uttan foreldur. Býr á barnaheimi saman við systur
síni. Har hava tey tað gott. Werner er sera gávaður viðv. teknikki, lærir seg skjótt
at samla eitt radioapparat, hansara kynstur verða kend, grannar og onnur koma
við teirra apparatum tá tey skulu umvælast.
Tá
2. heimsbardagi brestur á, kemur Marie Laure til Normandiið við pápanum, og
flytir inn til ein abbabeiggja, ið býr saman við húshjálpini, frú Manecí einum
stórum húsum í 5 hæddum. Frú Manec fær ofta vitjan av fólki, abbabeiggin heldur
seg fyri seg sjálvan. Aftaná eina tíð má pápin ti Paris, og kemur ongantíð
aftur, allarhelst er hann tikin av týskarunum. Marie Laure fer aftaná
abbabeiggjanum, og kemur harvið at kenna radiosendaran, tey senda klassiskan
tónleik.
Werner
skal í militertænastu, gongur ígjøgnum harða trening, happing hoyrir við til
gerandisdagin, Ein vinur, Fredrik verður so illa viðfarin, at hann fær ein
heilaskaða, og verður ikki fólk aftur. Tá tað frættist, at Werner er hegnigur
við radio, kemur hann ikki í bardaga, men verður í einum bólki, ið avlurtar
radiosignalir, hann hoyrir ein dagin
tónleik.. hetta sigur hann ongum.
Marie
Laureteku ein dagin eitt húsið í modellbýnum, og letur tað upp, ein diamantur dettur í fangið hjá henni- diamanturin er frá
musenum í Paris. Søgnin sigur, at hann ið hevur hann, ikki skal doyggja, men
deyði og vanlukkaskal raka øll rundan um hann.
Frú
Manec og gestir hennara eru við í mótstøðuni, og sum frá líður kemur Marie Laure
við í hetta arbeiði. Hon verður send keypa eitt franskbreyð, og samstundis
gevur hon kodað boð til bakarakonuna,
sum eisini er við í mótstøðuni.
At
enda verður heimsbardagin av, Werner skal flýggja, men fer í staðin at leita
eftir húsunum, har tónleikurin kom frá. Her hittast tey so. tey sum hava verið
í sambandi við hvønn annan, uttan at hava sæð hvønn annan, ella tosað saman. Tey sita saman meðan seinastu bardagarnir eru, Werner hjálpir
Marie Laure, hevur skift til civilt toy, og verður dripin av eini týskari minu. Werner hevur havt ein vin undir krígnum, hon
hoyrdi til fíggindan, hevur verið í heitasta bardaganum, uttan at vera særdur,
og endar við at verða dripin av sínum egnu.
Marie
Laure kemur aftur til Paris, fær eitt langt lív og endar við at verða leiðari
av musenum, har pápin eisini arbeiddi, har leitar Jutta, systir Werner hana upp,
og greiðir henni frá hvat hendi beiggjanum.
Bókin
er um 2. heimsbardaga sum tað kundi
hugsast, at børn síggja tað. Bardagar henda ikki beinleðis, men óhugnin liggur omanyvir
søguna.
Brynhild
Okkum dámdi bókina sera væl.
No comments:
Post a Comment