Hugnaligt á tjaldøkinum í Dali. Emil hevur ein álvara kampara og var komin suður við tveimum skúlabørnum.
Líka vita tey, at her goymdi langomman sítt kol. Far mær eftir eini spann av koli, kundi hon siga. Vildi ofta, at vit tóku hálva spann av koli inn, kanska fyri at spara.
Stórbært at vera uppi á Sýn fyrstu ferð í 100 ár.
|
19 børn vóru møtt mikumorgun |
Eldsálir, sum Frida Sofía og Jónleif finnast ikki undir hvørjum steini. Summarskúlin hjá Fridu Sofíu hevur verið í Havn í 10 ár, og í ár skipar Jónleif fyri summarskúla í Dali á øðrum sinni. Fyrimyndarligt arbeiði, sum kann vera tikið upp í hvørjari bygd í Føroyum, allar bygdir hava síni burturfluttu fólk við børnum ella abbabørnum, og flestu bygdir hava skúla ella dansistovu, sum kann brúkast til summarskúla, og allar bygdir hava sínar sagnir og søgur og síni staðarnøvn. Ein fínur máti at læra børnini at kenna og elska og æra sína fedranna bygd.
Skráin í stuttum: hvønn morgun syngja morgunsang og hoyra søgu ella søgn. Spæla navnaspøl, tosa um Dalsbygd, túr í mølina, mála steinar. Postarenning í bygdini, túr í haga at skera torv, klippa seyði.
Avvarandi at næmingum og alt bygdafólkið er vælkomið til hugnaløtuna.
Bíðirøð á Putlhústrappuni, har pylsuvognurin var
Kaffiprát í Putlhúsi
Jóannes letur úr síni fullu tægu
Klár at fara á fjøllini
Hakin í miðjuni er frá 1932
Annað skal enn orðabrask
No comments:
Post a Comment