Jun 12, 2018

Norðurkappin

Her norði í Finnmørkini er landslagið meiri líkt Føroyum, serstakliga, tí her eru ikki trø. Myndin er tikin á veg úr Honningsvåg til Nordkapp.
Í dag er 6. dagur, og eg var so býtt at keypa mær tvær útferðir til sama dag. Tað er hart arbeiði at vera í feriu :). Nordkapp er á eini oyggj, Magerøya. Har er ein býur, Honningsvåg 2.500 fólk, og fýra útróðrarbygdir. Tey fingu undirsjóartunnil til fastlandið 1997, og tað kostaði at koyra ígjøgnum líka til 2012. Nógv ferðafólk koma til Honningsvåg bæði summar og vetur, tey hava midnáttarsólina og norðlýsi at bjóða.
Nordkapp bleiv "uppdagaður" í 1554, og síðani hava fólk og kongar og prinsar ferðast higar. Har er ein ferðamannadepil, filmur, café, framsýning og handil har á norðasta plássi í Evropa. Og nú skuldi fotograferast.
Á heimsins enda
 Saman við øðrum trøllum

Turistar á Nordkapp











Hin útferðin æt "Sámisk mentan". Vit fóru av skipinum í Kjøllefjord og fóru við bussi nakað niðan á eitt fjall. Har bíðaði ein sámafamilja eftir okkum, varð sagt. Tað vóru nú tvey ungfólk í sámadrakt, sum stóðu so fitt har við eitt ovurstórt tjald. Tjaldið var ein størri útgáva av einum sámatjaldi, til ferðafólk. Gentan greiddi frá, drongurin joikaði og serveraði buljong. Tey vóru fitt. Mann hoyrdi, at gentan brann fyri sámiskari mentan, sum hevur verið so illa kúgað av norðmonnum. Frá 1540 unum til 1950 ini var bannað at undirvísa í og á sámiskum, børn vóru tikin og send í kostskúlar osfr. sama søga, sum vit kenna úr øðrum heimspørtum. Drongurin lærdi onkran at kasta lasso, og gentan taldi upp í 10 á sámiskum. Forundarligt.
                                                                                                                                                                                                                                                                                                                                      Hesin stóð í einum handli úti á heiðini.
 Hetta eru tey bæði, sum vístu og greiddi frá sámiskari mentan.
 Her á leiðini eru eini 8000 reinsdjór. Tey eru á summarbeiti apríl-oktober, so fara tey aftur inn í landi at vera um veturin.
Hon vísir okkum eina trummu, sum tær sum shamanurin brúkti. Kirkjan sá teirra siðir sum fjandanskap, brendi bæði trummur og shamanar.











Vit sótu rundan um ein eld.

Vit fóru umborð aftur í Mehamn. Tað gera tey ofta, HURTIGRUTEN fer bara víðari, meðan fólk er útferð í landi, og so koma tey umborð aftur í einari aðrari havn.

No comments:

Post a Comment