Jun 16, 2018

Skýtungur dagur

Grieg hevur 175 ára føðingardag. Sjónvarpið sendir beinleiðis av Troldhaugen. Ikki meir enn nakrir mánaðir síðani eg og FS vóru har. Herligt við klaverkonsert í sjónvarpinum, tá ið veðrið er ruskut.

Vit løgdu at í Sandnessjøen, men eg fór ikki í land, tað regnaði so illa.
Tá ið vit fóru úr aftur Sandnessjøen, sigldu vit fram við Alstahaug, har Petter Dass var prestur frá 1689 .

Og framvið Sjey systrum - eini fjallarøð í uml. 1000 m. hædd. Tíverri var sýnið ikki av tí besta. Tær sjey systrarnar vóru rýmdar heimanífrá og dansaðu naknar í fjørðinum. Ein fýrur, Vågekallen, sat og saknaði eina konu. Hann setti seg upp á hestin og reið suðureftir. Systrarnar tóku til beins undan honum. Í øllum hurlivasanum gloymdu tey sólina, sólin kom upp, og øll vórðu til stein.








Í gjárkvøldið var stormur, skiparin segði 49 m.sek. So nú havi eg tvær váttanir eina frá Neptuni og eina stormváttan.
Tá ið vit komu til Brønnøysund, var veðrið betri, so tá fór eg ein túr í land. Kommunan hevur 6000 oyggjar, hólmar og sker.




Ungdómur var á keiini í Brønnøysundi við einum serligum tiltaki. Tað var borðreitt til politisku flokkarnar.



Ein sera serlig máltíð, oljurestir, plastikkrestir og gruggut vatn afturvið.

















No comments:

Post a Comment