Apr 19, 2016

Arbeiðið

Fleiri halda, at nú ið eg eri ikki í Hoydølum, nú eri eg givin at arbeiða. So er ikki, eg gangi í skúla enn sum fyrr Smile
Eg var so heppin, at tað var brúk fyri mær í Kvøldskúlanum í Havn, har tey byrjaðu eitt nýtt slag av skeiði fyri útlendingar, ein meiri intensivt skeið við fleiri tímum um vikuna, enn tey høvdu boðið út fyrr. Eisini er undirvísingin fyrrapart ikki um kvøldið.017
Næmingarnir í flokkinum eru úr hesum londum Filipsoyggjum, USA, Onglandi, Indonesia, Brasilia, Noreg, Keny, Serbia og Singapore. Henda myndin er tikin ein dag, tá ið vit høvdu gestir úr kvøldholdinum hjá Guri Tórsdóttur. Vit høvdu spurnarkapping. 026