Showing posts with label náttúra. Show all posts
Showing posts with label náttúra. Show all posts

Oct 8, 2021

Heystið komið

Sólrun og Símun komu heim at fara á fjall. Símun var á fjalli í Sáttarenni, og tey komu bæði suður til Dals at hjálpa til. So sera kærkomið, og so hugnaligt at vera fleiri. Turið lærir hini, hetta er sum lærlingaundirvísing. Bæði Símun og Herbert kláraðu seg væl í ár. Skjótt vera teir komnir á lagið. Fantastiskt sum omma at uppliva, at børnini verða vaksin og mennast.

Herbert skrúvar trillibøruna saman

Vitusa partur liggur ikki eftir

master class




Krovini komin upp at hanga, blóðmørur gjørdur, og fingið feska súpan hinumegin bróstið. 

Og nú verður heystferia og heystfagnaður.

Aug 28, 2017

Norrøna felagið, útferð við gestum

Norrøna felagið í Føroyum, hevði høvuðstaðarfund í Havn. Gestir vóru úr Noreg, Íslandi, Finnlandi og Danmark. Ongin svenskari var við, løgið, men frágreiðingin var, at tey høvdu fingið boðini ov seint.
IMG_20170826_100422
Eg teknaði meg til ein busstúr við gestunum norðureftir. Vit fóru fyrst í vindmyllulundina á Húsareyni, fínt upplivilsi. Tey hjá SEV hava so ofta gestir, at tey hava eina fína skrá til gestir: arkitektur, tekniskur stjór, stjóri og reklamufilmur við vøkrum myndum. Thumbs up. Treyðugt so, at okkurt kann gerast betur. Matpakkin, sum var frá hotel Vágum, var sera keðiligur, ein clubsandwich sum tú fært, hvar tú so kemur á klótuni. Og torført at halda á plastikkpakka, vatnfløsku og breyði alt í senn, serstakliga, um tú, sum tey flestu í hesum hópi, ert farin um miðjan aldur.
IMG_20170826_112453
Næsta stopp var á Norðradalsskarði, so frálíkt útsýni vestureftir. Koks hevur stillað sín ferðahjall har á skarði, okey, men verri var, at rusk sást rundan um henda góða hjall. Thumbs down.
IMG_20170826_123156IMG_20170826_123526IMG_20170826_123531

Nú fóru vit til Gjáar ein túr og síðani til Saksunar. Tað sær út til, at hetta lambið hevur lisið skeltið um grasið.
IMG_20170826_163904
Ingi var leiðsøgumaður í okkara bussi og Randi í hinum bussinum.
Nátturða í Hósvík og konsert í NLH aftaná. Ein so fín skrá, men langur dagur.
IMG_20170826_204320

Jan 30, 2017

Latið hagagrót og malargrót hava frið!

Sverri Patursson gjørdi í síni tíð rakstrarrópið “latið smáfuglar og heiðafuglar hava frið!” kent um landið alt. Og tað virkaði, børn vórðu lærd, at lata fuglarnar fáa frið, at fuglarnir hava sítt heim í haganum, og teirra reiður, egg og ungar skula hava frið. Vit minnast eisini sangin “Hann rann sær kátur”, sum er um tað sama.
Men nú er tími komin til at evna til eitt nýtt rakstrarróp, nevniliga latið hagagrót og malargrót hava frið. Vit eru 50.000 fólk í Føroyum, og um hvørt fólk tekur ein ella tveir steinar, so verður tað nógv grót. Nú tá ið vit ikki hava brúk fyri gróti til at byggja hús og rættir og garðar, eiga vit at virða grótið og lata tað hava frið. Tað hoyrir til í nattúruni, tað býr har. Steinarnir veita smákyktum og gróðri lívd, og steinarnir halda upp á moldina.
DSC06880
DSC06882
Tá ið vit taka grót í haganum, kemur eitt sár, vatn sleppur framat og ger skaða. Tað er arrogansa og frekleiki at bara taka og draga grót til hús, tí at tað er so pent. Víst er tað pent, men tað býr í nattúruni. Og nú skula vit royna at fáa 100.000 ferðafólk? Gerið fyrst gøtur til teirra at ganga á í haganum, hagin verður kleyraður upp, serstakliga, um tað er vátt. Bæði ross og fólkk eiga at halda seg á gøtuni.
DSC06888
Kommunur áttu at gjørt gøtur til at ganga túr eftir í haganum, so skuldi tað verið bannað at gingið aðrarstaðni enn á gøtunum. Tað hevði verið hóskandi arbeiði til “ung í artbeiði”. Sama hvussu langt tú fert frá húsum, sært tú farvegin av ósketni menniskjans, fløska og fløskubrot í urðini.
DSC06885
Eg las eina grein um, hvussu menniskju síggja trø. Vit halda , at trø skula bara plantast og fellast, tá ið vit finna tað fyri gott. Men trø eru sosialar verur, tey hjálpa hvørjum øðrum. Við øllum okkara klókskapi og lærdómi eru vit komin rættiliga stutt, tá ið umræður at liva saman við og í náttúruni.

Dec 1, 2016

Skilji, hvør sum vil

Eg skilji á onkrum, at okkara skiljing er bert ein viðfáningur? At ruskið verður blandað í stóra pott, tá ið tað kemur á Hjalla? Eg hopi ikki, at tað passar.

Heima skilja vit jú bara pappír fyri seg og annað fyri seg. Men vit skilja øll, at vit mega skilja nógv neyvari. Onkur glasbingja stendur onkustaðni, men eg skilji ikki, at tær ikki eru fleiri.

DSC06069

Og hví er tað loyvt at dálka so nógv við litaðum, glittaðum viðgjørdum pappíri, sum er pakkað inn í plast??? So sigur onkur kanska, at eg kann skriva á postkassan, at eg vil ikki hava tað, men tað er mín postkassi, eg kann heldur skriva, um eg VIL hava teirra dálkandi tilboð, sum í síðsta enda als ikki eru tilboð, bert rusk. Vóni tað nýggja býráðið fer at hava sterkari grønan ruskprofil.

DSC06070

Sep 1, 2016

Metár….grafar, sum ganga inn í himmiríki, halleluja!

mykines-net Hava tey á Visit Faroes sett nakað hægsta mark á talið av ferðafólki, ella síggja tey ein endaleysan vøkstur fyri sær? Leingi hava tey brúkt játtan og eykajáttan til marknaðarføring uttanlands, tað hevur virkað. Hava tey hugsað um at nýta part av játtanini í Føroyum til gleði fyri tey, sum skula taka ímóti gestunum. Kanska til at bøta um fasilitetir á teimum mest vitjaðu plássunum. Hvussu við ordiliga merktum gøtum ymsastaðni í fjøllunum? Ella skula fólk bara ”walk around in nature”, sum tað stendur á “Visit Faroes”. Metár í Vága floghavn, metár í Mykisnesi, metár men eisini mettað. clip_image002 Í íslendska útvarpinum vóru í fyrradagin eini tíðindi av bygd: ein ferðamaður var farin inn á eitt innistikað øki, tað var ein flogbreyt. Hann hevði sett bilin frá sær og var farin inn at kanna eitt flagg, sum stóð á flogbreytini. Tá ið hann skuldi fara aftur í bilin, var portrið til økið stongt. Hann slapp ikki út. Eigarin segði, at tað kostaði 800 evrur at lata portrið upp. Ferðamaðurin hótti við løgreglu og annað. Ja segði bygdarmaðurin, ring tú bara. Hann helt ikki nógv av ferðafólki, sum gekk har og sneytaði. Ferðamaðurin noyddist at gjalda. Nógv í Íslandi hava tað so, tey eru æviga móð av ferðafólki, íslendingar halda seg púra burtur frá teimum flottastu fossunum og teimum søguríkastu plássunum. Birdwatching in the Faroe Islands does not necessarily require a lot of equipment. In places like Mykines, you can get close to birds like puffins, gannets and kittiwakes and birdwatching can be done easily with the naked eye. However, most birds do not allow such close observations, and in order to get satisfactory views of most birds we recommend the use of binoculars. Seven to 10 times magnification is good and will allow you to enjoy the birds in a different way than without binoculars. If you wish to do seawatching or watch birds at greater distances, a telescope is recommended. With a telescope, it is also possible to study breeding birds from a distance for longer periods without disturbing them. There are no watch towers dedicated to birdwatching in the Faroe Islands. As such, birding is mostly done by walking around in nature or by finding natural hills from where an area can be overlooked. Tykist sera stuttskygt bara at hyggja at einum grafi, sum er tal av ferðafólki. Aðrir grafar kundu verið, inntøka í bygdunum, niðurheglaður svørður. Just saying.






Dec 5, 2010

Jólakalendarin - 6

Rumpald. 

Fór ein langan túr í dag, var í troyggju, húgvu og mínum tjúkku leggøldum, men so bleiv eg so køld um rumpuna og lørini, so hugsaði eg, hevði eg bara havt eitt rumpald, hví ikki – vit hava buløld, leggøld, so nú er tíð at fara at binda rumpøld. Hervið er hetta góða hugskotið latið okkara sniðgevum. Sjálvandi ber til at fara í ullintar undirbuksir ella gamasjur innanfyri, men eitt rumpald hevði verið so nógv lættari at farið úr, um mann nú fór inn onkustaðni at fáa sær te. Og so kundu tey verið í føgrum litum við stuttligum mynstrum a la Steinum. 

Ná, eg gekk mær  camino í Hoydølum, og fór inn til Bozenu ein túr, har fekk eg dagføring viðvíkjandi gentunum, sum beint nú eru í París, Zurich, Danmark og USA. Tað meini eg, men tær eru raskar at vitja heim, eisini tær. Bozena bjóðaði te úr russiskum koppi við kinesiskari skál, tehettan er úr Uzbekistan. Eg vitjaði eisini Beinir á veg heim, Jóna var ikki inni. Í kvøld var eg til konsertina hjá manskórinum, deiligt.

(Kalendarabloggurin er skrivaður um kvøldið og lagdur út, so hann er veruliga um tað, sum hendi dagin fyri, hann verður lisin, sama ger.)

jól10 007 jól10 009 jól10 010 jól10 013 jól10 015 jól10 017 jól10 018 jól10 004 jól10 006

Mar 31, 2010

Hygg litirnir!





Í dag fóru vit út í Sandagerði, tá ið vit komu av hospitalinum, Hernbert, Hallur og eg. Herbert kastaði steinar á sjógv, vit floyttu fliðuskeljar, og Hallur fann ein lítlan krabba. Hesi tarabløðini - 4 í tali - vaksa øll á einum lítlum steini. Grønir og brúnir litir, fantastiskt litspæl, tá ið tarin er vátur.