Nov 3, 2021

PechaKucha


Ingigerð og eg mundu vera tær einastu hvíthærdu millum áskoðararnar, kanska onkur afturat. Eitt til tað ungt áskoðaralið í hesum sjáldsama, japanskt inspireraða forum til kreativ menniskju. Hetta er PK kvøld nummar 10 í Føroyum. PechaKucha er ein framløguháttur, eitt demokratiskt forum, øll eru vælkomin at leggja síni hjartamál fram. MEN tú fært bara 400 sekund, ella 20 myndir á 20 sekund, tað er 6 min. og 40 sekund. Eg havi skilt, at tey, sum byrjaðu hetta fyribrigdi, hildu, at fólk tosa for nógv og for leingi. Tú kanst siga tað, sum sigast skal, styttri og meira fokuserað, enn tú heldur. 

Tiltakið var í Norðurlandahúsinum, og 7 framløgur vóru á skránni.

Sannleikin vil út. Teitur greiddi frá skapanartilgongd, tá ið hann ger sangir. Myndirnar vóru tekningar hjá honum sjálvum. Myndir av ymsum uppfinnilsum t.d. ein reiggja, ein breyðristari, eitt talvborð. Hann gjørdi nógv burturúr, at tá ið tú deilir sangin, gevur øðrum hann at brúka, ger ein brúkiligan sang, tá hendir nakað gott. 1 + 1 = 3. Framløgan var sera persónlig og spennandi.

Huldur búgva okkara millum. Elin Michelsen tók okkum við í hulduheim. Huldufólk hava ongan frið í haganum longur, har fólk gongur og melur á øllum tindum. Men huldurnar eru ikki horvnar, tær hava funnið sær bústað aðrastaðni. Huldur hava fýra ymsar gávur: gula, bláa, lilla og reyða, hvør við sínum eginleikum. Elin gav okkum ein brellbita úr síni nýggju bók, til ung vaksin.

Lívið er ein ferð. Og tað ræður um at vera til staðar. Edvard Nyholm Debess hevði ferðafrágreiðing frá gonguferðum í Pyrneunum.

Tann næsta framløgan var tikin av netinum og var ein frágreiðing um, hvussu tú gert eina PK framløgu. Aftaná kundu vit so kanna, um framløgurnar fylgdu hesum góðu ráðum um: evni, bygging, myndir, hugburð, venjing.

Slowfood. Breyðvirkið hevði framløgu um súrdeiggj, um fermentering, um at tað tekur tíð at baka ordiligt breyð, eins og tað tekur tíð at ræsa fisk og kjøt, sum í stóran mun er blivið ídnaðargjørt og hópframleiðsla, so at vit bara skula leggja matin í pottin ella mikroovnin.Tær halda tó, at okkara tíð hevur eitt nýtt rák, sum ynskir sær meira tíð til matgerð, dyrking og njóting. 

Tann torføra samtalan. Abbi og eg er ein barnabók, sum roynir at greiða børnum frá demensi. Dánjalsa framløga var sera persónlig, og fleiri av myndunum vóru av pápa hansara Gunnari. Dánjal fortaldi, at tvær aðrar bøkur koma seinni, onnur um OCD og hin um kropsfatan, og hann vísti eisini eina mynd úr hvørjari teirra. 

NIMB fólkini. Gudny Vang arbeiðir við umhvørvismálum í alivinnuni og brennir fyri at hjálpa umhvørvinum. Not in my neighbourhood fólkini vilja gjarna, at tiltøk verða framd, men bara ikki í teirra egna garði, teirra bygd ella teirra haga. Gudny greiddi frá ráðstevnum, frá tí sum longu er gjørt og tí, sum er eftir at gera. Okkurt er gjørt í Føroyum, ikki alt sá kolasvart út.