Aug 28, 2023

Ísland - Eysturlandið 3

 

Siglufjørður bar sítt navn av røttum hendan dagin, tí har sigldi alt. Tað oysregnaði, also sum í: tað var grimdarregn. Men vit sóu savnið um sildaævintýrið í Íslandi. Sera áhugavert. Tað hevur verið hart arbeiði, men ivaleyst eisini stuttligt har á leiðini, tá ið so nógv fólk var í bygdunum. Vit hildu at "Gentuloftið" var áhugavert at síggja. Har búðu tær 6-8 saman í kamari, høvdu ein køk, eitt turkiloft og balju til klædnavask.












Áðrenn vit komu til Egilsstaðir fóru vit at skoða Stuðlagil. Henda náttúruperla varð funnin einaferð teir fóru at gera eitt orkuverk og fóru at brúka vatnið í einari á,tá kom stabbagrýti til sjóndar, og nú eru gøtur og sýnispallar til ferðafólk gjørd.









Á Egilsstøðum er flogvøllur, og har lótu vit bilin inn. Síðani tóku vit buss til Seyðisfjarðar, og Inga Rósa fór við flogfari til Reykjavíkar.



















Aug 27, 2023

Ísland - Eysturlandið 2

 Á Akureyri gistu vit tríggjar nætur. Farfuglaheimið var á gongugøtuni, nógv kømur full av koyggjum. Brúsan var í einum myrkum kjallara, tað spara tey nokk eitt sindur av vatni við. Á gøtuhædd var barr/matstova/café. Stórir sjónvarpsskíggjar til fótbóltsdystir, og tá ið teir ikki larmaðu, dukaði tónleikur í rúminum. Men har var hugnaligt, sera fjølbroytt harkalið. Ung og gomul.

20. aug. var sunnudagur, vit fóru  at svimja og síðani til gudstænastu. Sera lítið av fólki, høvdu vit og ein skúlaklassi ikki verið, so var næstan tómt. Og alt konufólk, eisini prestur og deknur. Nú ið kirkjan hevur mist sítt vald í samfelagnum arbeiða nógv konufólk har. Men prædikan var góð, temað var eyðmýkt, og tað - skula gudarnir vita - er ein mangulvøra hjá okkum menniskjum. Kirkjan er prýdd við glasmálningum, har var Mathias Jochumsson avmyndaður, og har sást Thorgeir Ljósvetningagoði tveita sínar heidnu gudamyndir í Goðafoss.

Bergthór Morthens: Jón

Guðjón Gísli Kristinsson



Bergthór Morthens : hæ og hó jibbijey
 (2022)

Myndirnar omanfyri vóru á listasavni Akureyrar. Á Akuroyri sóu vit eisini húsini hjá Mathiasi Jochumsson, sum er savn og Plantufrøðiliga garðin, Lystigarðin.

Eitt annað savn, sum vit vitjaðu var á Svalbarðsoyrini, tað eitur Safnasafnið og er eitt savn av søvnum. M.a. er eitt savn av gomlum seymiamboðum, fingubollar, broderíeskjur osfr. Eitt savn av dukkum úr ymsum londum í tjóðbúna, og so var eisini ein sýning við standmyndum. Sera forvitnisligt.
trælist, glaslist, dreying, standmynd



Tað góða og tað ónda

Vit gjørdu avstingara av Akureyri til Siglufjarðar at síggja sildasavnið har. Á vegnum steðgaðu vit í Dalvík og fingu okkum fiskasúpan á café Bakkabræður. Tað var eitt sera sjáldsamt kaffihús við íblástri úr býttlingasøgunum um Bakkabrøður. Og tað eru tríggir brøður sum hava tað. Sera sjáldsamar speglrammur vóru á vesinum.




Hús M. Jochumssonar


Lystigarður Akureyrar





Aug 25, 2023

Ísland - eysturlandið 1

Turið og eg fóru við Norrønu 17. august, og um kvøldið bjóðaði Turið mær á matstovu at eta fínt. Meðani vit ótu, sóu vit oyggjarnar í bakborð.



Í fjør koyrdu vit systrarnar á Vestfirðum, og í ár leigaðu vit ein bil á Egilsstøðum og koyrdu har eysturi. Tá ið vit komu til Seyðisfjarðar, var Inga Rósa fyri okkum, hon var komin við flogfari til Egilsstaða dagin fyri og hevði gist á Havalduni eina nátt. Hon læt væl at tí farfuglaheiminum. Vit fóru í bussi til Egilsstaða og heintaðu bilin á flogvøllinum. Nú byrjaði ferðin, fyrsta bygd, vit komu til var Vopnafjørður, síðani koyrdu vit (meira ella minni av óvart) um Hellisheiði. Tað er eyrvegur, summastaðni nógv grót á vegnum, og hann er í 1000 m. hædd. Brekkurnar eru øgiligar., men so sera flott útsýni. 



Næsta stopp var í Thórshøfn, og um kvøldið gistu vit á Kópaskeri, og tað var líka friðarligt sum tað ljóðar. Góður køkur við sjónvarpi var í farfuglaheiminum. Turið gekk túr út á vitan har.

gististaðið á Kópaskeri
Ein so deiligur morgun at vakna 19. august.  Hesin var hendingaríkasti dagurin: vit sóu henda dag Ásbyrgi,  Dettifoss, Mývatn og Goðafoss. Vit hava sæð tey kendu støðini fyrr, men tað eru nógv ár síðani, so tað var gott at koma hagar aftur.



Ísak í Ásbyrgi (Sigurðgeirsson) hevur eina kaffisølu tætt við Ásbyrgi. Hann selur m.a. hesar heklaðu mýsnar, sum kona hansara ger. Nógv fittari enn hesir evindaligu lundarnir.


Ásbyrgi er ein so serstøk klettagerð, formað sum ein hesaskógvur, nógvur gróður eisini har í kring.




Fossarnir eru altíð stórbærir at síggja, fyrst kom Dettifossur og so kom Goðafossur.




Nafn sitt dregur Goðafoss af því að Þorgeir Þorkelsson Ljósvetningagoði mun hafa varpað goðalíkneskjum sínum í fossinn þegar honum var falið að ná sáttum milli heiðinna manna og kristinna, og ákvað að taka upp nýjan sið.“

Um kvøldið 19.aug. skrivaðu vit okkum inn á "Backpackers" mitt í býnum á Akureyri.
"Backpackers". 6 koyggjur, men tað vóru bara vit inni har.