Aug 21, 2026

Av tí smærra slagnum (Claire Keegan 2022)


 Orð og tónar kvøldseta var á Reinsarínum í gjárkvøldið. Tríggjar nýggjar bøkur vórðu lagdar fram, teirra millum Av tí smærra slagnum, sum eg havi týtt. Seti her hugleiðingar og spurningar hjá mær og Una Holm Johannesen:

 Av tí smærra slagnum er føroyska heitið á stuttu skaldsøguni Small Things Like These, sum Claire Keegan hevur skrivað. 

# Hvussu kom tú av fyrstan tíð fram á hesa stuttsøguna?

- Vit føroyingar eru so nær skyldir við írar, hava sama DNA. Pluss tað, at vit hava lært í skúlanum, at írskir munkar bygdu fyrst Føroyar. Tá ið er undirvísti í Hoydølum í 80unum og frameftir, var Norðurírland sera nógv á breddanum. Stríðið har, IRA, Bobby Sands og samanstoytir millum katolikkar og protestantar var evnið í fleiri tekstasøvnum, sum vit brúktu í undirvísingini. Seinni las eg Frank McCourt, og altíð var tað um fátækdømi, svarta spillu, hungursneyð og tílikt. Nú eitt árið slapp eg við ferðalag til Limerick í Vesturírlandi, og har lá henda bókin so sera sjónsk í handilsvindeyga. Og júst hetta evnið havi eg vitað sera lítið um. 

# Hví fór tú undir arbeiðið at flyta hesa stuttu skaldsøguna yvir í føroyskt?

Evnið er áhugavert og sera nógv umrøtt í løtuni. Gøla eftir gølu kemur undan kavi um tey heim og teir skúlar, sum katólska kirkjan saman við írska statinum hevur havt. Ikki fyrr enn í nítiárunum lótu seinastu stovnarnir aftur, og fólk vilja hava greiðu á, hvar ið tey horvnu børnini og tær horvnu mammurnar eru, áðrenn staturin gevur loyvi til at byggja íbúðir á ómerktar barnagravir. Býirnir TUAM og BESSBOROUGH eru nógv umrøddir, sum pláss, har ið nógv lík vórðu grivin í ómerktar gravir, bæði av børnum og ungum kvinnum . Og av tí at bókin er so stutt, tóktist arbeiðið yvirkomiligt.

Valdsmisnýtsla og tøgnmentan

Bókin fekk viðurkendu bretsku Orwell-virðislønina í bólkinum politisku skaldsskapur – Orwell Prize for Political Fiction - í 2022 fyri í hesari frásøgnini at viðgera eitt sosialt og samfelagsligt eymt evni. Fyri at viðgera sosiala ábyrgd og kollektivan moral.

 Søgan fer fram í einum lítlum írskum býi, New Ross, beint undan jólum í 1985. Í jólaevangeliinum lesa vit um frið á jørð og í menniskjum góður tokki og at taka sær av sínum medmenniskjum. Tann gleðiboðskapurin kann lættliga setast upp ímóti teimum valum, sum vit taka í gerandisdegnum.

 Høvuðspersónurin er Bill Furlong. Ein arbeiðssamur og stillførur familjumaður, sum nærkast teimum 40. Hann rekur eina lítla fyritøku, sum selur kol.

 Eina dagin, tá hann ber kol út til Magdalenu-vaskaríið, varnast hann valdsmisnýtsluna, hørðu viðferðina, og ógvusliga harðskapin, sum genturnar eru fyri har.

# Hvørja tvístøðu setur tað Bill Furlong í?

Tá ið Furlong sær, hvussu genturnar verða viðfarnar, kennir hann, at hann sum eitt kristið menniskja eigur at hjálpa. Hinvegin er hann greiður yvir, og verður ávaraður ímóti tí valdi, sum kirkjan hevur í býnum, sum kann ávirka hansara egna lív og framtíðina hjá døtrunum, hann hevur 5 døtur. 

# Hvussu ávirkar hansara egni uppvøkstur ta støðuna, sum hann kemur í?

Mamma Bill var ein av teimum "óhepnu" gentunum og átti hann sum blaðung, men hon fekk hjálp og stuðul. Bill hugsar, at mamma hansara kundi verið endað her á vaskarínum, so tað verður sum at bjarga síni egnu mammu posthumt

 Høvundurin Claire Keegan hevur eisini sagt í einari samrøðuni, at hon hevði sum so ikki sett sær fyri at skriva um kvinnukúgan í katólska Írlandi ella um fátækradømi, men at hon vildi fáa fram, hví so nógv fólk søgdu og gjørdu so lítið, hóast tey vistu, at nógvar gentur og kvinnur vóru læstar inni og arbeiddu fyri eitt kúganarvald í Magdalenuvaskaríunum.

 # Hvussu merkist tað í bókini, at tøgnmentanin hevur fingið fastartøkur á fólki?

 Bókin er sum so ikki UM Magdalenuvaskaríini, men um ta moralsku tvístøðu, sum Bill og vit øll eru í, tá ið vit skula velja millum egnar fyrimunir og at tala at og hjálpa í neyð. Tøgnmentanin er serstakliga sjónsk hjá Eileen, konu Bill. Hon verjir við allari makt tað, sum tey hava - tey eru ikki vælhavandi - hóast tað krevur, at hon vendir blinda eygað og deyva oyrað til ymiskt.

Um at halda við teimum røttu

Ein sterkur partur í bókini er, tá Bill og Eilenn eru á veg í song eitt kvøldið, og tey skifta orð um nakað av tí, sum Bill hevur verið fyri tann dagin.

 Konan spyr, hvat tað nyttar at hugsa, tí tað einasta, sum hendir, tá ið tú hugsar er, at tú missir mótið.

 - Um tú vil klára teg í lívinum, eru tað ávís mál, sum tú mást skúgva til viks, sigur hon og leggur afturat:

 - Men um vit bara ansa eftir tí, vit hava her, og halda við teimum røttu fólkunum, so fer eingin av okkara at vera noydd til at uppliva nakað sovorðið, sum hasar genturnar mugu tola.

 # Hvat lesur tú burturúr hasum brotinum í bókini?

 At moralska tvístøðan er ikki bert í høvdinum á Furlong, men eisini eitrar hansara hjúnaband og familjulív. Furlong og konan hava sera ymiska bakgrund, og nú stingur tann religiøsi tvídrátturin seg aftur upp: Furlong vaks upp hjá einari hjartagóðari protestantiskari frúu, sum læt mammu hansara arbeiða fyri seg, hóast hon var við barn. Eileen fylgir katólskum siði og lærir døturnar, sum hon sjálv varð lærd.  

# Heldur tú, at lesarar í Føroyum kunna kenna seg aftur í tøgnmentanini, sum verður lýst í bókini?

Ja, vit hava sera nógv tabuiserað øki, ein tigur um alkoholismu ella sálarsjúku, ein annar tigur um harðskap og misnýtslu...so tað er ivaleyst.

# Hvat leggur tú í heitið?

 Máliskan "av tí smærra slagnum" er eitt, sum pápi plagdi at brúka, ofta var tað uggandi, kanska tú hevði okkurt, sum í tínum huga var stórt og trupult, tá plagdi hann uggandi at siga, at tað var av tí smærra slagnum, hvør skal siga, tú fert at uppliva okkurt verrri enn hatta. Men tað sum Furlong upplivir og uppdagar er avgjørt ikki av tí smærra slagnum, sum skal sópast undir teppið, so heitið er sera speiskt, kunna vit siga.

Týðingararbeiðið

Claire Keegan skrivar stillisliga og beinrakið um eitt kensluborið evni. Tað hevur ofta verið sagt um hennara skrivihátt, at hon ger ikki meira burturúr enn neyðugt – um nakað, so undirspælur hon.

 # Er eitt serligt brot í bókini, har hetta kemur serliga væl fram?

 Ja, t.d. reglubrotið á s. 15, tá ið sagt verður frá, hvussu mamma Furlong doyði

# Hvat var tað truplasta við at flyta hendan spakmælta og samstundis kraftmikla tekstin yvir í føroyskt?

 Hugsi at hesin skrivistílurin hóskar væl til føroyskt mál, stuttir setningar, undirspælt. Keegan hevur sagt í einum viðtali, at hon hevur áhuga fyri reglubrotum - hvussu hongur brotið saman, hvør er rytman. Summi av reglubrotunum eru næstan sum yrkingar at lesa, nei ikki trupult, bara er sjálvandi altíð trupult við enskum, at tú skalt finna sagnorð og lýsingarorð fyri øll navnorðini. (no urge, contrariness, progress > vildi ikki; gera seg tvøran; klára seg væl)

Bókin sum filmur

Burturúr hesari stuttu skaldsøguni kom eisini ein filmur við sama heitið í 2024.

 Tað er írin Cillian Murphy, ið spælir høvuðsleiklutin sum Bill Furlong. Hann er kanska best kendur úr høvuðsleiktinum í sjónvarpsrøðuni Peaky Blinders og filminum Oppenheimer.

# Hvussu var at síggja bókina á filmi?

 Góður filmur, sera grádæmdur og dapur. Svartur sum kolið, Bill sleipar. Mær dámdi eisini sera væl Emily Watson sum tann nývaskaða nonnan í sínum nývaskaða rúmi við nývaskaðum dúki á borðinum, har hon gevur Bill  Furlong eina jólagávu, sum hann treyðugt vil taka ímóti - tí at tað er mutur.

Ja, góður filmur.



 


 


Aug 12, 2026

Turið S fylllir 80


Góða Turið, haldi, eg tosi fyri øll í familjuni, tá ið eg sigi, at vit eru takksom. Takksom fyri at tú hevur umsitið og umsitur okkara familjuarv so fyrimyndarliga. Her hugsi eg um 1. garðin hjá mammu, sum stendur í blóma á hvørjum ári, sjálvt um tað er eitt dekans stríð 2. Forlagið hjá mammu "Ungu Føroyar", sum hevur livað og trivist, síðani tú tók hond um tað. Tað er áhugavert at fylgja við í, hvørjar bøkur tú gevur út. Tað eru tey ungu, ið leita til tín, vónríkir debutantar sum Nancy Sunadóttir og Danial Viðoy. Og bókin Ver tú! hóskar so væl í tína rúmsáttu lívsáskoðan. 3. sjálvandi síðst men ikki minst nevna vit tekstirnar hjá pápa í hesum høpi, tú hevur savnað og snikkað og lagt til rættis og útvegað týðingar. Takk góða fyri títt stóra arbeiði, okkum øllum til sóma.

Bókaframløga við Gjógv 2019



























Arbeiðið hjá Turið hevur vakt ans ymsa staðni, also í Íslandi og í Amerika. Tað hevði ikki gjørt nakað, um tað eisini vakti ans í Føroyum, men bíða, nú kemur skjótt 3. bind av stórverkinum hjá Turið og Maluni, TÁ verður kanska okkurt ??? 

Leyvoy og vit øll heilsa Turið á tí stóra degnum

Turið hevur fingið íslendska falkaordanin, og The American-Scandinavian Foundation boðaðu herfyri frá nýggjum prísi, sum eitur  Turið Sigurðardóttir Translation Prize, fyri týðing úr íslandskum ella føroyskum til enskt. 

Í Mikladali

á Akureyri




Vit hava verið nógv í "lag" , serstakliga tey síðstu árini, til gongu, á súkklu og í báti og bili. Minniligir eru pílagrímstúrarnir til Santiago og tann eftir hervegnum í Jyllandi. Eisini súkklutúrurin á Gotlandi og biltúrarnir á vestur- og eysturlandinum í Íslandi. Drúgvast eiga vit onkran túr til góðar, sjálvt um hann ikki verður við gongd í dagavís.



á hervegnum















Sóu Notre Dame de Reims















Umborð 1

umborð 2


Sigga kom við til Gjáar, hennara síðsta ferð hagar.

Turið, Turið og Turið ein jóladag

Eisini meðan vit eru heima hava vit felags áhugamál, vit lesa bøkur saman í bókaklubbinum Bókastevi, dansa føroyskan dans og tílíkt.

Turið hevur serliga havt áhuga fyri ungum yrkjarum. Ein teirra er - tó ikki so ungur longur - Tóroddur Poulsen, hon hevur trúliga lisið og ummælt 10 tals bøkur frá hansara hond. Seti her til stuttleikar nakrar søguligar myndir frá einum virðislønarhaldi í Havn.

Ebba og Tóroddur



Eitt afturat skal eg takka fyri, at tú so blídliga fær okkum at føla okkum heima í okkara gamla heimi í Leivsgøta, har hava vit ofta sitið væl. Takk fyri umsorganararbeiði, bæði eftir at mamma var farin, og pápi var einsamallur, og nú ið bróðir er einsamallur.  TAKK!


bindiklubbur í Leivsgøtu




Aug 7, 2026

NOREG 2026


Víkingasavnið á Stiklastøðum

Á Stiklastøðum er eitt nýtt víkingamuseum. Fleiri ymisk hús eru at vitja. Tað er eitt sokallaða livandi museum, t.e. har er fólk, sum livir og arbeiðir sum "víkingar". Vit vóru í einari "stugo", stovu og einari stórari víkingahøll. Og vit sóu eina, sum vísti smábørnum, hvussu víkingar bardust og doyðu.


gudamyndir





væl útgjørdur Froyur



heygsettur 

Har er eisini ein  listaframsýning á hvørjum ári, og ársins listarfólk er: Brit Fuglevaag

Fossur. 2026. Sissal, plast og nylon


Frelsunarherurin

Vit báðar sum ferðaðust saman hava báðar eina fortíð í Frelunarherinum, so tað var stuttligt at sleppa á teirra museum og teirra høvuðskvarter í Ensjø í Oslo. Á savninum vísti Marta Maria okkum runt, hon arbeiðir har og er granskari í Frelsensher. Aftaná vísti hon okkum runt í tí spildurnýggja  høvuðssætinum, og tað er STÓRT, sum í  GIGA stórt. 13 hæddir fullar av skrivstovum, sum hava við tey ymsu økini í Frelsensher at gera. Bara so imponerandi, alt sum tey gera á ymsum økjum. Hefti meg eisini við tað einastandandi góða samstavið við kommunurnar. Tað var Sámal Jákup, sum vit kenna frá ungum av, sum bjóðaði sær til at fáa vitjanina í lag, og takk fái hann.




Operahúsið og Munch savnið

Eitt, sum eg fegin vildi síggja, var útsýnið av takinum á Operuni. Og tá ert komin til Munch savnið, so tað er so líkatil. Á Munch savninum sóu vit film um og framsýning hjá Paulu Prego. Hon er út Portugal, kvinnusakskvinna við áhuga fyri valdsnýtslu og -misnýtslu. Eg sá hana fyrstu ferð í Basel (ein bloggur er við hennara myndum) í des. í 2024. Hevði verið spennandi at fingið hesa sýningina til Føroyar.


út eftir Oslofjørðinum

Ekebergparkin

Hetta er ein part við standmyndum eftir ymsi listarfólk, hon er á einum heyggi, og har er eisini restaurant og museum.

Pierre-Auguste Renoir: La grande laveuse 1917




Dali: Grand Venus de Milo aux Tiroirs (1964)


23. juli depilin og
grasrótastandmynd ímillum stjórnarbygningar

Meðan vit leitaðu eftir hesi sjáldsomu standmynd ella installasjón komu vit til 23. juli depilin. Tað var syrgiligt og rørandi at síggja minnisvarðan, tey hava reist har í sama bygningi, sum bumban brast 23.juli 2011. Nøvs og myndir av 77 fólkum, sum lótu lív.
Stjórnarkvartalið er reist av nýggjum og har á flísaløgdum túni er Grasrótainstallasjónin eftir Do Hu Su (2012). Burturfrá sær tað út sum gras, men sum tú kemur nærri sært tú , at tað er fólk, sum kemur upp úr jørðini og trýstir flísarnar upp.













Aug 3, 2026

Ólavsøka á Stiklastøðum 2026

 Havi í  mong ár viljað farið til Noregs at halda ólavsøku á Stiklastøðum. Og nú eydnaðist tað ! Vit báðar Malena fóru úr Føroyum 26. juli. Flugu til Oslo og tóku tokið til Tróndheim og annað tok til Verdal og síðani taksabuss til Stiklastaðir.

Vit vóru har um middagsleitið 28. juli, og sjónleikurin (olsok spelet), sum vit skuldu síggja var kl. 19. Har á Stiklastøðum er nógv at síggja: livandi víkingasavn, málningaframsýning, kirkja, skrúðgonga. Á deplinum er eisini fyrilestrarsalur, framsýningar, matstova og útiservering.

Sjónleikurin var eitt upplivilsi, tað er ein útileikur, pláss til 5000 áskoðarar.

Her síggjast áskoðaraplássini


Øgiliga nógv fólk spældu við. Fult av børnum, fleiri hestar og so eisini ung og gomul. Nógv eru amatørar, men høvuðsleikarar og leikstjóri eru professionell. Bilstjórin hjá okkum fortaldi, at kona hansra, sum er rossafólk, hevði verið við í leikinum okkurt árið. Eitt stórt manskór og eitt orkestur v. dirigenti var eisini við. Pallurin var ein grønur heyggjur við einum smølum gólvi fremst, og bæði orkestur og kór vóru undir pallinum, sum innan í heygnum.




Her sæst garðurin á Sul og Torgrimur og konan og abbin, høgrumegin ein hálv Guðrum, fremst kórleiðarin

Árið er 1030, staðið er garðurin Sul, har íð tey eru farin at sláa. Á garðinum búgva bóndin Torgrímur og konan, dóttirin Guðrun og tveir synir og so abbin, sum er blindur. Sum líður á leikin fáa vit at vita, at abbin er heiðin, at bóndin sigur seg vera kristnan, at bóndakonan hevur borið eitt barn út, og at Guðrun hevur sálarligar trupulleikar av hesum útburði, sum so seinni vísir seg at vera eitt barn, Guðrun hevur átt. Guðrun sær útburðir allastaðni, sum troka seg inn á hana (niðagrísur), tað eru smábørn í hvítum kjóla sum koma rennandi berføtt.. Abbin dugir at ugga Guðrun, men tað er við "heidnum vísum" og Guðrun fær eisini frið í sálina, um tey dansa sóldansin. Men ólavur kongur kemur við sínum heri, og hann krevur lýdni og dóp.

abbin og handa gamla kvøða um nornur, sum "mala menn"

Ólavur kongur hin heilagi



Øvrigheitin øll

Ólavur kongur verður ávaraður, at bóndaherurin verður honum ov sterkur, men hann sigur, Gud er við honum. Ólavur hevur ringar dreymar, tað eru børnini í gráum skikkjum, sum koma rennandi og treingja seg um hann. 
Ólavur fær nakrar menn afturat, men teir doypir hann fyrst í einum hópdópi. Og bóndin Torgrímur fer við, men konan er meira ivasom, um hann hevur valt rætta síðu. Áðrenn stríðið skal standa, hartar kongur konuna fyri útburðin, og hann sigur, at ØLL børn, sama hvussu tey síggja út eiga at liva (ein viðmerking til abortkjak). Konan sigar, at einki skil var á barninum, og tað var ikki lívført. Kongur verður lýstur sum Jesus, hann rekur sálarkvølina hjá Guðrun út  við pater noster og abbin fær sjónina aftur.
Tónleikur og kórsangur fylgja søguni, og Guðrun syngur solo. Manskórið syngur "glaðir ríða noregsmenn til Hildarting".


Leikurin endar við , at kongur og allir hansara menn liggja deyðir á vali. Ein rúgva av krossum verða reistir og ein ovurstórur krossur. Jesus myndin verður staðfest.





Vit báðar Malena við Ólavsstyttuna. Sagt varð, at víkingatíðin hóskaði nasistum so væl, at teir elskaðu Stiklastaðir undir krígnum. Men teir tóku styttuna burtur og settu okkurt nasimerki í staðin. Men eftir kríggið varð styttan endurreist.