Nov 30, 2019

Machines like me eftir Ian McEwan

Bókin er tann nýggjasta hjá Ian McEwan, hon er útkomin í 2019.

Sera hugfangandi lesnaður um tólmennið Adam,

Nov 14, 2019

Vetrarítriv

Kvøldskúlin í Havn hevur sera nógv og fjølbroytt skeið í boði. Tað fyrsta eg gekk til var bókabinding, og Jens Pauli Heinesen fekk grønt bind.  Eg havi einaferð verið til møblapolstring, broderí, franskt. Og í fjør var eg á sjónleikaskeiði. Í ár valdi eg mær dreying. Tað er also ikki bara, bara. Í kvøld var fimta kvøldið, og tað gongur sera seint at fáa tað rætta takið, tann rætta vinkulin og ta røttu ferðina. Vit skuldu fyrst øll bara royna at fáa træið runt, so royna eina skál, ein ljósastaka eitt jólatræ.

opus 1 smurt við olivenolju
Ikki allir næmingarnir eru so óroyndir, onkur er, sum hevur verið á skeiði í fleiri ár, og hvørt skúlakvøld spretta fagrir lutir undan hondunum á Suna og Teiti.

Í kvøld gjørdi Suni smáar klokkur til jólar


So ótolin eftir at duga betur, at forma træið, so sum eg vil, men um tú skundar tær og flytur hond og jarn og broytir vinkul í ovræsi, so bang! springur jarnið og flensar eitt spor í tínum deiliga staka. Fjú, nú er kaffitíð. Gott at hoyra friðin, tá ið maskinurnar slókna. Tað er bæði gangur og dust á verkstaðnum.
Mítt sofubein skal verða til eitt jólatræ, tað líkist næstan meira einum jólatræ, áðrenn eg byrji.



saga


James funnið sær ein góðan kubba

greiða frá

brýna

Undirvísingin er í smíðstovuni á Eysturskúlanum.
dreya

floksmynd

Nov 10, 2019

Hendingaríkt vikuskifti

Fríggjadagin fór eg í Kongshøll at lurta eftir Erlingi Isholm, tá ið hann hevði sína doktaraverju. Vit eru heppin at hava fingið ein so fínan fyrilestrarsal í Havn. Ritgerðin hjá Erlingi er um leiklutin hjá amtmonnum í moderniseringini í Føroyum. Hann legði fram eina nýggja søgufatan, kann ein siga, eina fatan sum er ikki nationalistisk, grovt sagt: alt er ikki lort, sum danir hava gjørt í Føroyum. Sera áhugavert og væl fyriskipað.
Erling við opponentum og vegleiðarum
 


Fyrr í vikuni var eitt seinnapartsseminar um Hamlet. Har vóru tríggir innbodnir fyrilesarar. Ein tosaði um, hví og hvussu leikurin Hamlet hevur fingið so stóra útbreiðslu um allan heim -  All the world is a stage. Ein tosaði um Shakespeare leikir sum amboð í bardaganum ímóti veðurlagsbroytingum. Tey stytta og tillaga leikir (Reduce, rewrite and recycle), tey spæla teir uttandura í parkini Yosomite, har vørðirnir, sum eisini stundum spæla við - hava fingið boð um, at gestirnir skula ikki upplýsast um "Global warming". Tann triðji fyrilesturin æt Hamlet and the Histories of Emotions.

Aftaná vóru samrøður við týðara og tónsetara, Hans Torgarð og Trónd Bogason.




Marianna Norðoy hevur fingið nýggj høli til sítt gallarí, Galerie Focus, tey eru í Dr. Jacobsensgøtu. Fyrsta framsýningin er við verkum hjá Palla Gregoriussen og Anne Marie Gøricke. Samstarv hevur verið við Krabbameinsfelagið um hesa sýning, við tað at Anne Marie hevur gingið til listterapi hjá teimum.

 


Palle Gregoriussen og Anne Marie Gøricke

So fór eg beina leið í Frelsunnarherin, har tey høvdu bókarframløgu. Óli Jacobsen hevur skrivað eina bók um Njál. Deiligt at síggja Elisabeth og Njál. Elisabeth hevði onkra stuttliga søgu um seg og Njál á Grønlandsveg 19.

 

Fríggjakvøldið fór eg í Norðurlandahúsið til HAMLET. Tað var eitt stórt upplivilsi. Uppsetingin er sera kreativ og original. Kjartan spælir Hamlet so serstakliga væl, hansara orkufylta og órógvandi kenslulív fylti tey stóru rúm. Pallurin ella húsið sjálvt spældi sína rollu væl, tað var undirhaldandi at knappliga síggja hamin uttanfyri ella uppi í einum stiga. Nú skal eg ikki avdúka meira, men alt húsið er tikið í nýtslu.
Byrjanin er genial, áskoðararnir føla seg rættiliga heima, tiknir upp í spælið frá fyrsta bríksli. 

Og nú er leygardagur, og Herbert hevur verið í First Lego league kapping á Argjahamri, so ótrúliga stuttligt at síggja so nógv hugagóð børn.





Og í Tróndargøtu er Víngarðurin, ein hugnalig vínbarr, latin upp. Har er vín og tapas og listaframsýning. So hugnaligt og gott fyri sálina. Og vikuskiftið er ikki av enn!



Nov 1, 2019

Ver tú eftir Jonathan Branfman

Ungu Føroyar hava givið eina nýggja bók út! Bókin eitur Ver tú eftir amerikanaran Jonathan Branfman við tekningum hjá Julie Benbassat og er um kynsfatan og samleika.
Bókarframløga var í Paname í gjár. Útgevarin Turið Sigurðardóttir og týðarin Julia Rutt Petersen søgdu frá arbeiðinum við bókini, og Sonja Jógvansdóttir greiddi frá sínum tonkum í samband við bókina.

Bókin brýtur upp úr nýggjum. Hesi viðurskifti viðvíkjandi kynssamleika hava verið og eru fyri ein part tabu í okkara samfelag. Men menningin hevur gjørt, at nú verður tosað nakað um slík viðurskifti, ikki minst vegna PRIDE gongurnar. Men enn verður ikki tosað við børn ella um børn á hesum palli. Tað er hetta, sum bókin ger, hon vendir sær til børn og ung - og sjálvandi teirra foreldur. Bókin er ein handbók, tú kanst sláa upp í henni og læra mangt um teg sjálva/-n og tína kynsfatan. Týðingin brýtur upp úr nýggjum. Sum Julia segði, so eru okkara orð um kyn ofta niðrandi og ófantalig, so tað var ein avbjóðing at brúka neutralt mál.

Turið, Julia, Sonja

fitt av fólki var komið at lýða á

Mest fangandi var røðan hjá Sonju, hon var persónlig, stuttlig og rørandi. Sonja hevði verið í blaðgoymsluni og lisið gomul tíðindi. Tað er hugaligt, at vit eru komin longur enn í 1988, men ræðandi, at tað eru bara gott tretivu ár síðani børnini í Fuglafirði ikki sluppu at læra um AIDS og HIV, tí tað var ónærisligt. Sonja helt, at tað hevði gjørt stóran mun, um ein slík bók hevði verið tøk, tá ið hon var barn og ung.