Jun 28, 2018

Summarskúli í Dali

Jun 24, 2018

Gail Honeyman: Eleanor Oliphant is Completely Fine (2017)

Turð og Hallur vóru ein túr í Newcastle, og tey høvdu hesa bókina heim við til mín. Fyrst hugsaði eg, ája! ein bók afturat hjá Jojo Moyes, men so varnaðist eg, at bókin bara brúkar Jojo Moyes sum eygnariv og góðskustempul.




Bókin er um einsemi, heilt ótrúliga bítandi víðgongt einsemi. Einsemi er tann nýggja krabbasjúkan, eingin tosar um tað, og fólk ræðast at verða fongd við tí. Men hví er Eleanor so einsamøll? Vit vita ikki. Eleanor hevur eitt sindur av autismueyðkennum, hon tekur alt bókstaviliga og skilur ikki skemt ella tilsipingar, og dugir ikki at hava samband við fólk. Eleanor hevur ikki vinir, men Raymond, sum arbeiðir við teldum á ovaru hædd, sær hana og hevur tol og varsemi og kenslur. Hon hevði eina plantu, sum hon passaði og hevði ábyrgd av, men plantan doyði. Seinni fær hon eina kettu, sum verður hennara felagi.  Eleanor er eisini merkt av einum ljótum arri í andlitinum, men vit fáa ikki at vita beinanvegin, hvaðani hetta arrið stavar.


Eleanor arbeiðir á skrivstovu, og hon er sjúkliga nærløgd og verður eisini gjørd til deildarstjóra, men hon er mestsum ósjónlig, bara onkuntíð umrødd, men tá í happandi tóna.

So við og við kemur hennara fortíð upp í søguna, og vit fylgja Eleanor, tá ið hon fer heilt á botn saman við vodka. Og vit eru eisini við, tá ið hon fer í viðgerð og spakuliga kemur upp á turt. Mær dámdi tann partin væl, sum var um samrøðurnar millur terapeutin og Eleanor. Tær tosa um barndómin hjá Eleanor, um systrina og so eftir langa fyrireikingartíð eisini um mammuna, sum er knúturin í øllum, sum ikki verður avdúkaður fyrr enn til allar seinast.
Stílurin er skemtingarsamur og speiskur. Eleanor er løgin, men hon er eisini stuttlig, og hennara royndir at vera "normal" eru stuttligar.
Bókarheitið er sjálvandi eisini spei, tí hon hevur tað als ikki gott, men svarar altíð, at hon er "fine", tí tað ger mann.
Bókin verður væntandi gjørd til film. Hetta er fyrsta bók hjá hesi konuni, og hon hevur fingið flúgvandi suksé. Góð bók.

Jun 21, 2018

UNO - ein brotin fótur og eitt leyst súkklustýri





15. mai skuldi vera dagurin, tá ið eg fór at keypa mær eina el-súkklu. Fleiri hava sagt mær, hvussu fínt tað er at hava eina slíka, Durita Dam til dømis hevur eina úr Keypsuni. Tú overvar teg ikki, men tú skalt sjálvandi traðka fyri at fáa súkkluna at rulla.
Nå, eg fór til gongu út í UNO. Tí eg hugsaði, ein so stórur handil hevur stórt úrval og góðar serfrøðingar. Eg hitti ein ungan mann, sum vísti mær súkklur. Hann greiddi frá, at tey hava gott verkstað við fólki, sum hevur verið á skeiði osfr. Eg valdi mær eina súkklu, hon kostaði 13.646 kr.
Fyrst fór eg bara ein lítlan royndartúr, eg súkklaði út til Krossvegin. So fekk eg tann unga mannin at seta saðilin passaliga, so at eg rakk niður á vegin, so rindaði eg fyri súkkluna.


Beint áðrenn eg kom heim, vísti tað seg, at stýrið - also róðrið - var leyst, tá ið eg kom í eina lítla brekku og brúkti pedalir og stýri, fór stýrið undan mær og eg aftaná. Eg datt so barlong. Høkan tók, og fóturin kom at liggja undir. Pínan var ræðulig. Eg ringdi beinanvegin út til UNO, og tey søgdu, "orsaka feilin", sum eg uppfati sum, at tey átaka sær feilin. Hesi boðini fekk eg á messenger beint aftaná hendingina.


Óhapp og ósketni eru hvør sítt. Hvør selur eina súkklu fyri yvir 13 túsund, sum er ikki skrúvað saman? Okey, hendiligt óhapp? Men so er at átaka sær fylgjurnar.



Kanningar vístu, at fóturin var brotin, tað merkti so seks vikur í einum skinnara, gott at høkan ikki brotnaði. Eg skrivaði til UNO 
og vísti á, at teirra ósketni átti at loyst út eitt endurgjald, og at eg helt, at eg átti at fingið súkkluna ókeypis. Tortur og sviði í seks vikur : 200 kr x 42 = 8.400 kr
                                Mist arbeiðsløn:                         1.000 kr.
                                Skerd dreymaferð:                      4.000 kr = 13.400 ca. tað sum súkklan kostar.

Eg fekk 2000 kr. inn á konto sum avsláttur, ikki eitt orð um, hví tað júst vóru 2000 ella nakra aðra grundgeving. So fór eg út til teirra og læt súkkluna inn, eg dugdi ikki at hugsa mær, at eg skuldi brúka súkkluna aftur. Stjórin tók sjálvur súkkluna úr bilinum. Eg segði, at 2000 kr var alt ov lítið sum endurgjald, og at kalla tað avsláttur var at dylja sannleikan, eg helt, at um eg fekk 4000, so var tað í lagi.
Men nú byrjar tað løgna. Eg fekk ein meyl, har stjórin í UNO segði, at eg fekk ikki eitt oyra, um eg ikki lovaði, at eg skuldi einki siga ella skriva um hendingina, sum kundi skaða fyritøkuna. Eg var sera bilsin, men eg skilji, at tað er soleiðis mann ger ?? Rindar fyri at sleppa undan atfinningum. Hvat hugsar hann? At eg skal ikki siga fólki, hvussu eg breyt fótin? Átaka mær sjálvari skuldina fyri 4000 kr?? Hava munnkurv fyri 4 tús? Og nú hugsi eg eisini, hvussu nógv ymiskt hendir, sum vit einki vita um, tí at fólk fáa pengar fyri at tiga?  Eg eri nokk naiv, ella hvat? Nei, mín talirættur kostar meira enn so, hann kostar 13.646 kr.  Eg má eisini ávarða onnur. Meylurin sæst her, og í gjár fekk eg ein meyl aftur við sama innihaldi:

Um vit kunnu gera ta avtalu at sakin er endaliga avgreidd táið eg flyti pengarnar, og at tú ikki í framtíðini kemur at brúka hendingina ímóti okkum, hvørki fyri at spilla Uno út ella fyri at skaða okkara umdømi, veri tað í talu ella á skrift, so flyti eg avtalaðu endurgjaldsupphæddina á konto hjá tær í dag. Eg bíði eftir tínum svari.


Eg svaraði, at tað bar ikki til, og nú hevur hann tikið tær 2000 aftur.

Tit, sum lesa bloggin og FB vita, at eg havi einki skrivað um hetta fyrr enn nú, tí eg hugsaði hann kundi koma við einum ordiligum tilboð. Men eg havi verið og ferðast mína skerdu ferð, sjálvandi var tað ikki ideelt, at ikki fáa farið gongutúrar (ella súkklutúrar) og noyðast at hava beinið upp á stólar og borð í heilum. Men túrurin var góður kortini.

 




 











Jun 19, 2018

Ferðin av

Sunnukvøldið fór eg at pakka, men mátti fleiri ferðir út á dekkið at taka eina mynd av tí rodnandi landslag. Sera hugtakandi.



Innsiglingin til Bergen er vøkur eins og Noreg er vakurt. Tíverri var sýnið ikki so avberea gott. So var at siga sínum ferðafeløgum farvæl og lata telefonnummar osfr. Í Bergen vórðu vit slúsað út í farstøðina hjá Hurtigruten, og kuffertini komu á viðførisbandinum har. So var busssamband til hotell, flogvøll ella tok. Alt væl skipað.



Tá ið eg kom til hotellið, sum eg hevði bókað á netinum, vísti tað seg, at eg hevði kamar á 5. hædd og eingin lyfta var. Tað hevði eg ikki mót uppá við kufferti og skinnara. So eg fann eitt annað hotell, Scandi Strand, sjálvandi dupult so dýrt. Men við lyftu. Bergen er stórur býur við smábýarmentan.




















Báturin skuldi avstaðaftur kl. 20, aftur ein 11 dagar langan túr við spentum ferðafólki, sum fara sína dreymaferð. Ein herur av vaskifólki kom umborð, og onkur av okkara trúføstu ferðaleiðarum sást fara við sínum kufferti í væluppibornan frítúr.




Jun 17, 2018

Tróndheim á øðrum sinni og túr við Beintu og Rolf

Var tíðliga uppi í morgun, tí eg vildi eta morgunmat, áðrenn útferðin í Tróndheimi skuldi vera kl. 7.50.
Bussur stóð á keiini, og ein ung dama var ferðaleiðari, hon var røsk og tosaði norskt, enskt og týskt. Høvuðsattraktiónin er sjálvandi Nidarosdomen, har høvdu vit ein ferðaleiðara á staðnum, sum greiddi frá.
Ólavur Tryggvason er "Norges evige konge" , hann er grivin í kirkjuni, sum er norðasta pílagrímskirkja í Evropa. Ein heilag kelda spratt her, og hansara heilagu bein eru í einum skríni, sum eingin veit , hvar er. Hann er avmyndaður saman við øðrum halgimennum á kirkjuni uttan.
 Vit sóu eisini størsta træbygning í Evropa, Stiftsgården, bygdur í 1700 talinum av eini ríkari einkju. Nú brúkar kongur tað, tá ið hann vitjar Tróndheim.
Bussurin koyrdi okkum niðan Feginsbrekku, haðani pílagrímar sunnanífrá sóu dómkirkjuna fyrst. Haðani sóu vit út yvir býin.
Um kongur og Sonja ætlaðu sær til Tróndheim í dag, veit eg ikki, men vit møttu teimum har tætt við Kristianssund.

Men eitt er kongar og flottar kirkjur, eitt annað er at verða móttikin á keiini av vinfólki, koyrd sightseeing og boðin til døgurða, elgskjøt, sum maðurin í húsinum sjálvur hevur veitt. Ja, so heppin var eg. Beinta og Rolf komu aftur á keiina á suðurvegnum, hesa ferð í Kristianssund, og so koyrdu vit eftir Atlantshavsvegnum til Molde.
Atlantshavsvegurin er eitt ótrúligt byggjarí brúgv og vegur í leysari luft, liksom.


Konan stendur við klippfiski í hondini. Beinta helt, at Kristianssund var nakað sum Tvøroyri. Havt eina stóra ríka tíð, men nú fánað burtur.

 Sildadrongurin
 Atlantshavsvegurin

Beinta og Rolf við el bilinum hjá sær.
 Og húsini í Molde við sólkróki so sera hugnaligt.
Og elgsgrýtan, smakkkaði sera væl. Hetta var "kortreist mat", sum tey siga í Noreg, tí at Rolf hevur sjálvur veitt elgin har nærhendis.
Túsund takk Beinta og Rolf fyri ein so perfektan seinasta dag á míni noregsferð.