May 21, 2022

Mínir klubbar 4

Klubburin 60+ eru vit, sum arbeiddu saman í Hoydølum ein mansaldur. Nú eru 8 ár síðani, eg gavst í Hoysølum, hinar summar nakað fyrr, summar seinni, og onkrar arbeiða enn. Tað er løgið at uppliva, hvussu vit skifta fokus í lívinum. Fyrr tosaðu vit næstan bara um fak, Jette og eg um enskt, Kirsten og eg um føroyskt, Hanne og eg um bókasavn osfr. Og ja Henriettu tosaði eg ikki við um fak :) ...so eina tíð spurdu vit fráfarnu hinar yngru, hvussu gongst nú í skúlanu,m, hvussu roynist leiðslan osfr. Nú tosa vit meira um annað enn skúla, vit ferðast, gera freelance arbeiði og njóta ommubørn. Guðrun var eisini til hugnaløtuna.




Vit plaga at hittast á kaffihúsi eina ferð um mánaðin, herligt at kunna fylgja eitt sindur við í lívinum hjá hvørjari aðrari. Nakrar høvdu avboð henda dagin. Tað er also ikki møtiskylda, tað hava vit lagt afturum.

Gleði meg longu til næstu ferð - tá at hoyra um summarið hjá tykkum!


Í koronutíðini hittust vit onkuntíð úti, sum her í viðarlundini.
Takk fyri vinarlag allar, bæði á neti men serliga í veruliga lívinum.

May 17, 2022

Møðgutúrur 4 - býarskái

Hetta er 4. ferð vit gera ein slíkan býartúr, hinir hava verið til Bergen, Edinburgh og Kracow. Hesaferð fóru vit til Antwerpen, og vit vóru 4 og stundum 5.  

Frida hevði gjørt eina skrá og reitt okkum sengur, so vit kunnu saktans. Túrurin var 7-12 mai, tó fór Lisa heim 10.mai.

Fyrsta kvøldið ótu vit døgurða saman við familjuni hjá FS, og hon hevði gjørt KETO snaks og Keto døgurða, so tað var ordiliga lekkurt.

Vit eru túr í Brussel

Í Brussel sóu vit, dómkirkjuna, Sankta Mikal og sankta Gudula kirkjuna. Síðani miðmála á Grote Markt, og tað veit denn, vóru vit hepnar at ganga okkum fram á eina framsýning um og við Fridu Kahlo. Tað var sokallað "immersion" framsýning, t.e. at tú verður fevnd av framsýningini, liggistólar vóru til áskoðararnar, og myndirnar vóru so stórar, at tær  rukku um um allan veggin, so fluttu tær seg runt eftir øllum veggjunum - sostatt ikki málningar hennara, men eitt show við myndum av myndum og frágreiðing um hennara lív. Rættiliga áhugavert.







Leingi havi eg glett meg til at hoyra og síggja Sarah Millicant, skemtara. Hetta var í einum stórum sjónleikarhúsi í Antwerpen, fyrst fóru vit á HORTA, ein super deilig café beint við. Men skemtið var hvørki so, eg veit ikki, fólk flentu, men eg helt tað var nokso óbúgvið og fjákut. Og vit sótu uppi í gjøgn, vit sóu hana næstan ikki.
Næsta útferð var til Mechelen, ein fínur túrur, har FS vísti okkum sítt bókasavn, og vit fóru á eina framsýning um mannarættindi. Mechelen er ein hugnaligur forstaður til Atnwerpen, súkklubýur og nógvir handlar.








Seinasta kvøldið varð okkum boðin døgurði niðri við havnalagið í Antwerpen, rættiliga posh stað. Gott kjøt og grillað grønmeti.
Ein herligur býarskái komin at enda. 

May 13, 2022

Reyða kross útferð

Sjálvboðin hjá Reyða krossi verða á hvørjum ári boðin á eina útferð við Reyða krossi. Í fjør gekk leiðin vestur í Vágar. Eitt gott høvi at hitta sjálvboðin, sum arbeiða á øðrum økjum ella øðrum støðum enn tú. Vit møttust ferðabúgvin í Stiðjagøtu, veðrið var gott, tveir bussar stóðu klárir, annar teirra fór á keiina eftir nólsoyingunum. Leiðin gekk til Klaksvíkar, vit skuldu vitja Nólsoyar Pouls garðin og Kósavirkið.

Fyrsta stopp var við vágna, har Archibald tók ímóti. Hann greiddi frá húsunum, sum eru bygd eftir máti og tekningum av húsunum hjá Nólsoyar Pouli. Tað lá væl fyri hjá Archibaldi at siga frá, heilt frá NP bleiv føddur í 1766 til hann bleiv burtur í 1807. 

Vit lurta eftir Archibaldi


Elin Heinesen og Marjun Simonsen

Ein forvitnislig søga var um eina uppskriftabók hjá dóttur Nólsoyar Poul, oman fyri sæst hennara autografur, sum hon skrivaði í bókina. Tey hava roynt at brúkt onkrar uppskriftir úr bókini, men tað smakkaði ikki so væl. 

Síðani varð farið í Amarant, sum er góður stuðul hjá Reyða krossi í gerandisdegnum. Har var smurt breyð og kaffi at fáa. Eg setti meg hjá klaksvíksdamunum. Vitjanartænastan í Klaksvík hevur 17 vitjanarvinir, fleiri enn tær brúka í løtuni , men tær ætla at víða virksemið til at røkka út á oyggjarnar eisini. Maria Olsen, samskipari, greiddi frá virkseminum og ynskti okkum vælkomnum. 

Maria Olsen og Gerda Absalonsen



Óluva Klein, Jórun Niclasen, Kristina Lutzen
 
Síðani varð farið á Kósina, har ið Hanus hevði eina framløgu um virksemið hjá JFK. Imponerandi og imponerandi vóru skrivstovuhølini við kongligum postalíni í køkinum. Stjóraskrivstovan hevur eina balkong út ímóti bryggjuni, har bátarnir leggja at.


Ein fínur túrur, men beista kalt í Klaksvík, tá ið vit komu aftur til Havnar skein sólin, vit eru so mikið sunnalaga   :)


May 2, 2022

Fólkafundur í Lítlu Dímun

 Tað eru tvey ár síðani, vit bókaðu pláss á útferð til Lítlu Dímun. Vit fingu at vita, at vit skuldu vera klár at fara hósdag ella leygardag, tá ið veðrið var gott. Men veðrið var ongantíð gott, skeiv ætt, mjørki, vindur...og so korona. Men í dag lukkaðist tað. Vit fingu boð í gjár (28/4), og so máttu vit blaka alt, vit høvdu fyri henda hósdag og fara við Smyrli til Suðuroyar. Vit vóru 8 í ferðalagnum. Veðrið var frálíkt, ikki ein ond. Smyril er eitt deiligt skip, børnini fingu tíðina at ganga við talvi og øðrum.

Alt var sera væl fyriskipað, hvalbingar høvdu stóra manning í eyðkennisbúna, sum var til reiðar at hjálpa og práta allan vegin.


Tyrlutúrurin úr Hvalba tók 5 minuttir, og so vóru vit har á tí legendarisku Lítlu Dímun, har bara seyður og fuglur býr. Fyrst niðan á tað hægsta punktið, síðani á fólkafund. Vit sungu nakrar sangir, og Hamradun sangarin og Uni Debes spældu nakrar sangir.


Røðari var Mercedis, talan var ein hálovan av Føroyalandi og staðfesting av, at vit eiga hetta landið....og so hevur Lítla Dímun fingið brund norðaneftir.  Heini Holm skipaði nøkur ørindi úr Brestis kvæði.

Men veðrið tú, tað helt sær allan dagin. Og tá ið vit komu til Hvalbiar aftur, fingu vit góða súpan.

Áðrenn vit fóru aftur á Krambatanga, fóru vit biltúr í Hvalba, bæði á Norðbergseiði og Fiskieiði. Ein so frálíkur dagur, og vit vóru ikki so seint aftur í Havn.












Menniskjan og náttúran