May 13, 2022

Reyða kross útferð

Sjálvboðin hjá Reyða krossi verða á hvørjum ári boðin á eina útferð við Reyða krossi. Í fjør gekk leiðin vestur í Vágar. Eitt gott høvi at hitta sjálvboðin, sum arbeiða á øðrum økjum ella øðrum støðum enn tú. Vit møttust ferðabúgvin í Stiðjagøtu, veðrið var gott, tveir bussar stóðu klárir, annar teirra fór á keiina eftir nólsoyingunum. Leiðin gekk til Klaksvíkar, vit skuldu vitja Nólsoyar Pouls garðin og Kósavirkið.

Fyrsta stopp var við vágna, har Archibald tók ímóti. Hann greiddi frá húsunum, sum eru bygd eftir máti og tekningum av húsunum hjá Nólsoyar Pouli. Tað lá væl fyri hjá Archibaldi at siga frá, heilt frá NP bleiv føddur í 1766 til hann bleiv burtur í 1807. 

Vit lurta eftir Archibaldi


Elin Heinesen og Marjun Simonsen

Ein forvitnislig søga var um eina uppskriftabók hjá dóttur Nólsoyar Poul, oman fyri sæst hennara autografur, sum hon skrivaði í bókina. Tey hava roynt at brúkt onkrar uppskriftir úr bókini, men tað smakkaði ikki so væl. 

Síðani varð farið í Amarant, sum er góður stuðul hjá Reyða krossi í gerandisdegnum. Har var smurt breyð og kaffi at fáa. Eg setti meg hjá klaksvíksdamunum. Vitjanartænastan í Klaksvík hevur 17 vitjanarvinir, fleiri enn tær brúka í løtuni , men tær ætla at víða virksemið til at røkka út á oyggjarnar eisini. Maria Olsen, samskipari, greiddi frá virkseminum og ynskti okkum vælkomnum. 

Maria Olsen og Gerda Absalonsen



Óluva Klein, Jórun Niclasen, Kristina Lutzen
 
Síðani varð farið á Kósina, har ið Hanus hevði eina framløgu um virksemið hjá JFK. Imponerandi og imponerandi vóru skrivstovuhølini við kongligum postalíni í køkinum. Stjóraskrivstovan hevur eina balkong út ímóti bryggjuni, har bátarnir leggja at.


Ein fínur túrur, men beista kalt í Klaksvík, tá ið vit komu aftur til Havnar skein sólin, vit eru so mikið sunnalaga   :)


No comments:

Post a Comment