Jun 29, 2026

Summargestir úr Íslandi

 Altíð deiligt, tá ið Inga Rósa kemur ein túr, og hesa ferð var tað ekstra deiligt, at Guðný og Kári komu við.

á Suðuroyavegnum



Inga Rósa bjóðar drekka á Noregsveg




















Hergerð, Inga Rósa og Olna

Tey fingu gott veður alla tíðina, tey vóru her og gjørdu nakrar túrar. Vit vóru við Toftavatn og tær koyrdu ein túr til Klaksvíkar. Kári var eitt sindur saman við Herberti og hansara vinum. Ein Rotary vinur hjá Herbert var akkurát í Føroyum nakrar dagar.

Og so vóru vit ein tú í Nólsoy. Spælimenninir spæla á caféini, og vit fingu frágreiðing á Ovasavninum.



Ovasavnið



Beinta Greve Clementsen, konsert í kirkjuni

Anna Maria bjóðaði døgurða, Turið HJ bjóðaði døgurða, Turið S. bjóðaði døgurða, so tey hittu nógv í familjuni og fingu mat í munnin , meðan tey vóru her.

Inga Rósa hitti eisini Bókastev, tað er bókaklubburin hjá okkum. Hon kennir tær frá túrinum, vit vóru í Íslandi.

Bókastev á MOSS

Við Toftavatn


Í Nólsoy

Jun 8, 2026

Goggan 100 ár


Hetta goggukvøldið í Sjónleikarhúsinum var undirhald við ymsum miðlum: frásøgn, dansi, myndum, brotum úr útvarpssamrøðum og stuttleikum. Seniorbólkurin í sjónleikarhúsinum hevði fingið hjálp frá Dansifrøi, sum hevði 4 pør við. Súsanna Tórgarð var leikstjóri og Suni og Black vóru ljóð og ljós. Eyrith og Kirsten vóru garderobudámur. Nakrir dansarar úr Dansifelagnum í Havn og orkestrið hjá Frelsunarherinum vóru eisini partur av framførsluni. Aftaná spældi "tann nýggja Goggan" til dans.
Vit spældi tríggjar ferðir (4,6 og 7 juni) fyri fullum húsi. Tað var stuttligt. Fólk sóu tað stuttliga í okkara sketsjum, tað vakra í dansinum og lótu hugin sveima aftur i gamlar dagar.

Jutta og Dávur
 
Sangurin hjá Stig Rasmussen, Goggulongsul


Hitt tølandi talandi lagið, ið suðar um heimastrond,

meg elti og minti á staðið, tá eg fór í onnur lond. 


So sáran tað voldir mær longsul, so sáran mær leingist heim,

"her úti" er bert eitt fongsul, ið skilir meg burt frá teim.


ið heima nú ganga sum vanligt hvønn heilag- og gerandisdag,

og vita sær vist at kunna hvønn einasta sunnudag,


í Sjónleikarhúsið at fara, til ørvandi goggudans,

við Dia sjálvum á odda umframt 6 aðrar góðar mans -


ája, mær leingist - so fegin eg jú vildi við,

á ja - mær leiingist - Men hvat - hvat ...tað gerst ikki við.