Oct 23, 2026

Jóan Pauli 80


Hjartaliga til lukku!!

Eg havi kent Jóan Paula og Jórunn síðani 1971, tá ið eg flutti inn á Solbakken í Keypmannahavn, tað eru meira enn 50 ár síðani. Og tey hava verið trúfastir vinir øll árini.


ólavsøkumynd frá 2017

Jóan Pauli er serstakliga gávuríkur, hann dugir at yrkja, at tekna og gera grafikk, og tað er afturat tí fakliga, sum hann hevur brúkt sum lærari í støddfrøði og á Hagstovuni.

Skaldagávurnar eru til skjals í teimum sangum hann hevur yrkt til merkisdagar, t.d. ballstingstáttinum og Amb'dalsvísu. Og hvønn kenna tit - eg spyrji bara - sum gevur konuni yrking í smaragdbrúdleypsgávu, eina sera persónliga og romantiska gávu. Ja, soleiðis er Jóan Pauli. Jóan Pauli er tjóðveldismaður, og tað hevur hann altíð verið. Hann var við til at stovna Unga Tjóðveldið í sínari tíð. Hann er sannførdur men stillførur.

2004, einki broyttur
Kemur fólk á gátt,
hann bjóðar øl á veitslunátt,
ein vertskapsmaður góður.
Hann skipar Veðratátt, so blíður og so fróur.


brøðurnir Poulsen í Dali, tá ið tunnilin varð latin upp




Í Sílagøtu er altíð hugnaligt at koma, eg má ikki gloyma at siga, at Jóan Pauli er framúr góður konumaður. Nú ið ellisvomm byrja at stinga seg upp, er tað alneyðugt at hava góðan partnara at heita á til eitt og annað, t.d. fara til handils. Og - so segði hann - har ið annað er, er hitt.

Nú hevur kappin hildið gildi við sínum næstu og vinum og grannum. Og Jóan Pauli skipaði Veðratáttin, so festligt.
Eg helt, at henda grótyrkingin hjá Olav H.Hauge frá 1956 hóskar til Jóan Paula, okkurt fast, upprunaligt, byrjanin, óroyndir møguleikar.

Grót (Olav Hauge: Grjot 1956)

 Mær dámar ánna í skógardreymi,

sum streymar enn sum áður,

mær dámar vatn, sum einki veit

um gørn og tráður.

Mær dámar grót og berg,

sum ikki er vorðið mold,

mær dámar óvelt lendi,

sum einki hevur borið fold.

 

Mær dámar ósátt sáð

-          har skógir durva enn –

mær dámar glæmu í barnabrá

og vón millum gamlar menn.

Mær dámar harðvunnið grót,

sum heldur amboð mítt blankt.

Tann ilska, sum eldurin veldur,

kann kortini verða so mangt.  



No comments:

Post a Comment