May 5, 2026

Skeið á Háskúlanum

 MÁF og Føroya fólkaháskúli skipaðu fyri leiklistaskúla 30. apríl til 3. mai 2026. Tvey skeið, annað var í skriving til pall v. Gunnvør Reynberg, og hitt var skeið í at spæla sjónleik v. Bo Skødebjerg. Eg var í leikarapartinum.

Undirvísararnir

Hóskvøld og fríggjadag gjørdu vit ymsar venjingar. Vit spældu stuttar leikir, sum Bo hevði við. Vit tosaðu um at skapa persónar og um, at eitt og hvørt menniskja hevur ein "undirtekst". Ein kann spæla sín undirtekst út ella spæla burtur frá sínum undirteksti, hava undirtekst og spæl hvørt sær. Tað er sum at "lúgva" , meðan tú spælir.

úr "Menningartíðir"

Børn duga væl at spæla rolluspæl. Tey eru so leys av sínum fordómum og av, hvat onnur halda um tey.

Vit gjørdu sansavenjingar til ljóðundirspæl.

Ein venjing var at líkasum gita ella síggja, hvat ið onkur var í ferð við (rørslur), síðani broyta gerðina við at finna upp á aðra rørslu, sum hóskaði inn, so kom næsti og broytti aftur. Sera stuttligt og avbjóðandi rørsluspæl.


Samd

Eg elski mítt lív

Røddirnar

Ein onnur venjing var at skriva ein monolog, sum presenteraði ein persón, teirra millum, sum komu fram var ein bringureyði og tvær kettur.

Leygardagurinvar tann stóri dagurin, tá skuldu vit síggja og uppliva tað, ið hini høvdu skrivað. Ein vansi var, at alt var skrivað á førpyskum og dramalærarin skilur ikki føroyskt. So har var ein bági, sum varð loystur við vitlíki.




Tað vóru fimm leikir komnir burtur úr skriviskeiðinum, og lærarin býtti leiklutirnar ímillum okkum 7, sum vóru á leikaraskeiðinum. Síðani varð leygardagurin og sunnudagsfyrrapartur brúktir til venjing, og seinnapartin sunnudag vóru so sýningar av: Út við røddunum,  Menningartíðir,  Samd, Flogferð og Eg elski mítt lív.