Dec 30, 2023

Árið ið fór 2023

2023 hevur verið eitt hendingarík ár . Fleiri rundir dagar at hátíðarhalda, 7 uttanlandsferðir. 


JANUAR

 

Árið byrjaði sum ofta hevur verið í Dali. Dansurin í Eiriksgarði á nýggjári er altíð stuttligur.

Sjáldsamt var, at Jórunn og Jóan Pauli vóru í dansinum.

Annars var eg nokso ofta sjúk av krími í januar, einki at skriva heim um.







FEBRUAR

Turið helt stóran rundan dag við temanum: The Roaring Twenties, og tað var so festligt at síggja, at bæði ung og eldri tóku tað til sín og møttu upp í pussinum. Sjálv sær føðingardagsbarnið út sum ein rættilig diva úr 1920.
Vit báðar IR gjørdu ein impulsivan túr suðureftir til Gran Canaria.
Hotellið var í Mogan, og tað var tað , sum var har, eitt stórt hotell við svimjihyli, sólstólum og atgongd til sandin. Men eingin býur, eingin spanióli, eingin skúli, listasavn, handil, café ella annað. Vit høvdu ikki bil, so tað var eitt sindur sum at vera í hotellfongsli í eina viku. Vit fóru ein túr til Puerto Rico, har var ein marknaður. Ja, okey vit vóru eisini ein túr í Palmas við bussi.
Men tað er deiligt at vera saman :) Heitt um dagin og kalt um náttina.

Í februar spældu vit í seniorbólkinum "Søgur úr Havn " í sjónleikarhúsinum. Stuttligt.
Karolina Heinesen f. Restorff, longst til vinstru.



MARS 
Var í Reet nakrar dagar, og vit gjørdu ymsar útferðir, m.a. vóru vit til móttøku á sendistovuni, tá ið Elisabeth skuldi byrja har.

vitja Liliane, sum nú er flutt í íbúð
Elisabeth F. Rasmussen sendikvinna Føroya í Brussel


APRÍL
Var á skeiði í fronskum máli í París. Havi nú (des 23)  roynt meg í samrøðu við Liliane, og tað gongur betur. Men eg skal nokk hava okkurt skeið afturat.
Ì apríl var eisini brúdleyp í Dali, ein frálík veitsla .

Gullbrúðarparið

MAI
Hagafundur í Putlhúsi
















JUNI


Elisabeth Pike hevði framsýning yviri í húsinum hjá Ingálvi.

JULI 
4. juli hildu Lars og Sólrun silvurbrúdleyp í Græsted. Tað var festligt frá morgunstundini. Stórt tjald í garðinum, morgunmat til øll og seinni stórt døgurðabuffet. Deiligt, at so nógv av familjuni í Føroyum komu. 



Tóki, Bjørt, Jógvan., Eva
Bergur, Símun, Louise, Simone













AUGUST
Vit systrarnar gjørdu ein biltúr aftur í ár, hesa ferð fóru vit nakrar dagar um eysturlandið í Íslandi. 


Vóru eisini á Akuroyri nakrar dagar. Lótu so bilin inn á Egilsstøðum og søgdu Ingu Rósu farvæl, áðrenn vit tóku bussin oman til Seyðisfjarðar og Norrønu.

SEPTEMBER
Í september var aftur Ísland á skránni, hesa ferð við bókarklubbanum Bókastevi. Vir vóru í Reykjavík í einar 10 dagar. Sóu ynisk søvn, gjørdu gylta ringin til Gullfoss og Geysir, vitjaði Laxness savnið, Gljúfrastein og hugnaðu okkum.

Ásmundur Sveinsson


Landakotskirkja



















OKTOBER

4 ættarlið 
Sonur Berg og Simone kom 27. oktober, hann eitur Hermann. Stuttligt at vera langomma.
Í oktober bíðar LIsa enn eftir sínum lítla







NOVEMBER
Í november var bókaforum. Lisa hevði gjørt eina fína skrá. Vit sóu nógv og hoyrdu nógv.
Lisa var so mega røsk at ganga runt við stórum buki.


Triðja bókin um Tabithu og Vittu





















DESEMBER

Og so var tað 8. desember, at næsti langommusonurin kom, hann eitur Marius.





















og jólini hildu Turið v. fam.og eg saman við FS og fam. í bygdini Wavreille í Ardennunum.
 
Frida S. og Michel





Dec 17, 2023

Rørandi løta

 Í dag var søgulig hending í Fuglafirði. Í dag 17. des. 2023 varð avdúkaður minnisvarði í Fuglafirði til minnis um konur deyðar í barsilssong. Nógv fólk var komið í lundina at uppliva hesa løtu. Eg skilti, at fleiri vóru har til at minnast sína egnu mammu, ommu, langommu ella aðrar í familjuni. Eitt so sárt evni hevur verið tabuiserað í okkara samfelag. Ivaleyst hava tey hildið, at tað besta var at royna at gloyma. Men sorgin gloymist ikki. Og við hesum tiltaki, hesum varða verður vónandi loyst upp fyri søgum og lekidómi.

Fyrireikarar o g listakvinnan

Tey høvdu eina so sera góða skrá. Fýra børn og ein eldri dama avdúkaðu minnisvarðan, daman misti mammu sína í 1934 og børnini mistu mammu sína í 2014. Tað gjørdi hendingar livandi at hesi, sum hava upplivað slíka sorg vóru har sjálvi og tóku lut og góvu okkum lut.

Eivør sang ein sang. Hororkestur spældi, og rørandi var at hoyra trompetsolo við temanum "góða mamma eg vil sova", haldi samkoman øll táraði.

Tað mest minnisverda er talan hjá Sirið. Sirið Stenberg er tikin úr leikum sum talari, aldrin platt, aldrin sukursøtt... altíð væl funderað altíð inniligt. Eg hefti meg við tað, hon segði um, at vit minnast tað, sum sagt verður, og kunna altíð sláa upp  tað, sum er í einari bók. Men tað ósagda er eisini partur av minninum, tann óforloysta sorgin í eini familju, einari ætt einari bygd er partur av arvinum. Sirið samanbar eisini standmyndina við allar tær mongu standmyndirnar til minnis um sjólatnar. 

Ein súla heldur øllum uppi, stendur á jørðini, men strembar uppeftir.....nógvir tulkingarmøguleikar eru. Spennandi verður, hvat fólk fær burturúr. 



Og ælaslit var.
Aftaná fóru øll í mentanarhúsið, har skráin helt fram.



Nov 12, 2023

Bókadagar í Keypmannahavn nov. 23

 Lisa keypti bilettir til allar tríggjar dagarnar. So vit vóru ímillum tey næstan 40.000 , sum vitjaðu Bogforum í ár.

Barnabøkur serligan áhuga beint nú


Vit høvdu granskað skránna og gjørt okkum eina ætlan:

Tre redaktører på Den danske ordbog.

Den vrede kvinde og hendes plads i litteraturen. Alberte Winding og Katrine Marie Guldager tosaðu við Kamillu Løfstrøm. Bøkur: Hvad jeg tænker mens du taler og Birgithe med h

Besættelsestidens dilemmaer og konflikter. Kirsten Thorup tosaði við David jacobseb Turner. Bók: Mørket bag dig

Knit it out. Lærke Bagger og Christine Feldthaus. Bók: Lærke Bagger 2

Rundt om Tove Ditlevsen. Anne Lise Marstrand-Jørgensen og Lise Munk Thygesen (ommudóttir Tove)

Ukraine i fokus. Victoria Belim i samrøðu við Jørgen Herman Monrad. Bók De røde sirener

Intet er som vi troede. Iben MOndrup og Jonas Eriksson. Bøkur: Bjørn og Vejen hjem.

Modne kvinder i litteraturen. Vigdis Hjorth og Alberte Winding v/ Puk Dansgård.

Valerie Perrin tosaði við Tore Leifer um bókina Trois (Tre)

Ian Livingstone : Sværd og trolddom.

Lise Munk Thygesen





Valerie Perrin

Bergtóra Hanusardóttir

Torført at siga, hvat ið var mest spennandi. Kirsten Thorup hevur eisini skrivað Indtil vanvid indtil døden, og tað var ein fantastisk bók. Í samrøðuni kom hon nógv inn á, hvørjar keldur hon hevur, hon er fødd 1942, so keldurnar eru sera tætt við. Iben Mondrup kenna vit frá bókadøgum í Føroyum, sjálvandi keypti eg og las hesa 3. bókina alt fyri eitt, hon er góð, men hevur ikki sama spenning og nerv sum hinar. Vígdis Hjorth er sera nógv umrødd eftir at hava avdúkað sína familju og fingið rættarsak burturúr, ex maðurin og hon kappast at skriva um hvørt annað..so ...áhugavert. Hennara nýggja bók var tíverri útseld. Valerie Perrin er fronsk, og samrøðan var á fronskum, men spyrjarin umsetti so hvørt. Tey trý eru vinfólk, bókin tekur við tá ið tey eru 10 ár, og so fylgir mann teimum ígjøgnum okkurt ræðuligt keypti bókina, men hon er 671 síður, so eg má taka renningarlop.

"Den vrede kvinde" og "den modne kvinde"  er ofta sama kvinna, hugsi eg. Tað var okkurt við at viðganga og síggja í eyguni, at tú ert beisk. Tað enska tiltakið "coming of age" var nú "COMING OF MIDDLE AGE" well...hurra fyri tí!

Vigdis Hjorth

Iben Mondrup
Victoria Belim



Victoria Belim hevur skrivað eina bók um Ukraina við støði í síni egni familjusøgu. Sera hugtakandi at hoyra hesa ungu kvinnu siga frá.



Men tað allarbesta við hesum døgum er, at eg sleppi at vera saman við Lisu í frið. Bara ganga og browsa og práta og skoða bøkur. Hesa ferð var eg so heppin at sleppa at gista hjá henni og Nicklasi. So lívjáttandi at síggja hesa lítlu familju fóta sær og trívast.


Nov 7, 2023

Sjónleikur í Skuespilhuset

 Sá tveir sjónleikir á míni Keypmannahavnarferð hesa ferð.

Tann fyrri var Richard II hjá Shakespeare, ein søguligur leikur við Olaf Johannesen í høvuðsleikluti. Tað er ein gamal leikur  (uml. 1595), men hetta var ein modernað uppseting. Eg sá hann saman við Lisu.

Tað fyrsta at bíta merki í er pallurin. Sera einfaldur, minimalistiskur, gráar briksir, ein í part til teir gráu menninar, sum allir vóru í vanligum jakkasettum. Veggir gráir og gólvið grátt. Bara menn vóru á pallinum. Tríggjar kvinnur spældu við í sera fínum kjólum, men tær bóru bara monnunum mat og drekka, høvdu onga replikk. Tað var ikki so nógv fyri eygað at njóta, vil eg siga, men sjálvsagt nógvir tulkingarmøguleikar.

Teksturin var um vald, trúskap, svik og so frameftir. Monologar og rímdialogur. Kongur hevur bannlýst Bolingbroke og tikið hansara jørð. Men nú kemur hann aftur at hevna seg og vupti fara allir fyrrverandi fylgjarar hjá kongi yvir til hin partin, sum sær út til at fara at vinna. Bara Bolingbroke (Henry IV) er eftir, tá ið stykkið endar, alt liggur deytt á pallinum. Sera snildisliga gjørt sum ein deyðsbalett, skot og so fall og krampi, fleiri skot og so rørslur gjøgnum kropparnar.

Humor: skemtiligt var, at drotningin hjá Richard II var ein maður, og tey høvdu síni ektaskapiligu viðurskifti har á pallinum, og hon/hann  átti eitt barn.... sera skemtiligt og absurd.

Olaf kláraði seg sera væl, sum allir ummælarar hava longu sagt.  


Hin leikurin var skemtileikurin Don Juan eftir Moliere (1665),  eisini ein gamal klassikari. Hann sá eg saman við Maritu. Also tað undrar meg, at tey brúktu pallin so lítið, ein so fínur snaripallur, við øllum møguleikum. Stórur partur av leikinum var spældur framman fyri teppið - als ikki á pallinum. Og á sjálvum pallinum var ikki ordiliga nakað at síggja. Don Juan var ein verri ein.....






Oct 27, 2023

Orð og tónar

 


Okkara elsti skaldskapur, skaldskapurin av mannamunni er íblástur hjá listarfólki alla tíðina. Vit kenna Kópakonuna sum dans, sum sjónleik, sum sang, sum kvæði og myndlist......og Risan og kellingina sum barnabók, barnakvæði......... Bókadeildin hevur brúkt sagnir sum íblástur til Krabbabøkur, eitt nú Páll fanga, og Sólrun hevur skrivað søguna Torkilsdøtur. Tær gomlu sagnirnar eru so fjart frá okkara tíð, at vit góðtaka blint gand, deyðarevsing, ótrúlig roysni og ótrúligan harðskap. Sagnirnar um Sáru Malenu eru øðrvísi, hon doyði í 1903 og er sostatt úr okkara tíð, samtíðarfólk hjá abba mínum, kanska langabba ella oldurabba tínum.  Og beinanvegin verður tað torførari at góðtaka t.d. gand, vit síggja við okkara modernaðu brillum.

Undan hvørjum kapitli, hevur Sólrun eina hugleiðing um lívið. Í lætt fatiligum myndum verður perspektiv sett á søguna um Sáru Malenu.

Heitið Sára Malena – síðsta gandakelling í Føroyum... ella undirheitið, fær tað at ljóða, sum hetta er ein greinagerð... eins og formæli, sum tosar um gransking og orðabókarorð.   Hví ikki bara Sára Malena.. ella okkurt um kvinnukúging...Sólrun sigur, at heitið er tað, sum Eyðun nýtir í sínari grein í Brá, og hon helt, at heitið skuldi siga tað, sum fólk søgdu.

Hvat tekstaslag, genra er henda bókin? Fiktiv ævisøga, hóast persónurin er veruligur, so eru hendingar og umhvørvi fiktiv, bygt á veruligar hendingar.

Eru sagnir/kvæði serliga áhugaverdar í listarligum arbeiði?  Hvat er tað við teimum? Tær tola nógv av, eru herdar, alt óneyðugt er skorið frá gjøgnum fleiri hundrað ár. Bara tann ektaða varan er eftir,

Allar sagnirnar í Brá nr. 5 (Eyðun Andreasen), eru við. Í summum førum er eitt heilt kapittul, sum eru sagnir t.d.  kap. 9 hevur 4 sagnir við, kap. 12 , 2 sagnir.  Hugsi um høvundurin følir seg bundna av sagnunum upp á góðan ella minni góðan máta. Sólrun sigur, at hon bleiv sera hugtikin av Sáru Malenu og hennara lagnu, og tað torført at sálda nakra søgn frá, tí eru allar sagnirnar úr Brá við, uttan ein.  

Persónslýsingin Sára Malena.... dugir hon gand ella ei?.hon er sjálv í iva, eg haldi tað er væl klárað av Sólrun at halda henda iva – eisini í lesaranum - allan vegin.


Lýsingin av Sáru M. ger, at lesarin skilur, at hon brúkar tað vald, sum fólkini sjálvi hava givið henni...niðurundirkomin og eyðmýkt  (s.41,67,71,75,89,91,117,173). 

Tá ið prestur leyp Sáru Malenu um við altarborðið, tá var ovboðið. Sára Malena (og hini í bygdini ) vóru heilt skelkað. Vit síggja í ymsum førum, at Sára Malena er gudsóttandi, og altarins sakramenti er tað heilagasta og tann ultimativa fyrigevingin. Sostatt hevur prestur dømt hana til glatan.. 

Frásøgufólk, sjónarhorn......   Sára Malena tosar ikki nógv gjøgnum alla bókina, kortini er hennara 1. Persónsfrásøgn tann mest áberandi..t.e. hon tosar við seg sjálva (og hønurnar) og hevur tó ofta rolluna sum alvitandi frásøgufólk við einum modernaðum hugburði. Sólrun skiftir millum 1. persóns og 3. persónsfrásøgn

 Í sagnunum hevur Sára Malena aldrin sjónarhornið, tó at hon verður siterað viðhvørt. So, sum Sólrun sigur, hon vildi geva Sáru Malenu eina rødd.

Hugsi, hvussu torført ella lætt er at halda sínar 2023 feministisku meiningar fyri seg sjálva, tá ið nú Sára Malena livir í slíkari tíð sum hasi? Kanska hugleiðingarnar kunna virka sum "ventilur". Sólrun sigur, at møguliga kemur okkurt út millum rivini við hvørt. 

Og hvussu er munurin millum at skriva um Helenu og Sáru Malenu? Helena er nakað yngri, men tær hava ymiskt í felag...prestamótstøðu, bøndur, báðar fordømdar av presti.. báðar klókar, kvinnukúgan. Sólrun sigur, at temuni í bókunum eru so ólík, at tað er líkasum hvør sítt.

Tað sum Sólrun hevur lagt afturat: Sagnirnar hava einki um heimalívið hjá Sáru Malenu, tá ið hon var barn, og ung og forelskað, har hevur Sólrun skapað eitt heim við mammu og pápa og seinni hjúnafelaga. Sólrun hevur givið Sáru Malenu eina góða vinkonu. Sólrun skapar motivatión til tað, sum stendur í sagnunum. Grundin til, at tey vildu drukna hana sum ein kettling. Grundin til, at hon ikki syrgdi, tá ið maðurin gekk burtur,  grundin til at hon endaði undir borðinum hjá gandakallinum Pæturi. 


Eitt flott vovið teppi av søgn og skaldskapi. Henda bókin fer at liggja undir nógvum jóltrøum í ár.