Showing posts with label ferðast. Show all posts
Showing posts with label ferðast. Show all posts

Feb 13, 2026

Møðgutúrur - Wien jan. 2026

 Tá ið eg fylti 75, fekk eg eina so frálíka gávu frá døtrunum - eina ferð við uppihaldi. Tað gjørdist ein møggutúrur til Wien, mínar døtur og teirra døtur.

kalt í Wien

Tað var spennandi at síggja Wien, keisaabýin. Hann var eisini keisaraflottur, stórir hvítir, dekoreraðir  bygningar og so sera breiðir vegir.  Vit búðu á Grand Ferdinand, sum er sera sentralt. Vit gingu til summi pláss, vit vildu vitja, og annars er bæði sporvognur og s-tok lætt atkomilig. 


í jólakjóla













Tað  er herligt soleiðis at vera saman við øllum mínum gentum, meðan tær taka sær eina fríløtu. Frida S. hevði keypt bilettir til eina konsert, tað var Vivaldi í Karlskirkjuni, ein sera góð løta. 



Vit vóru í trimum listasøvnum: Belvedere, Kunsthistorischer Museum og Albertina Museum. 

Belvedere er eitt slott, sum hevur verið listasavn líka síðani 1776. Har sóu vit fyrst og fremst Klimt, men eisini nógv annað.













Listasøguliga savnið er bygt til listasavn, men tað er sera ólíkt okkara streymlinjaða, hvíta listasavnið. Loft og trappurúm - alt er prýtt við málaðum verkum. Húsið var næstan flottari enn listin. Serstakliga caféin, har ið fólk stóðu í longum bíðirað at sleppa inn.





Albertina museum hevði eina sýning við Marinu Abramovic. Ein sera sjáldsom og ræðandi listakona. Hon brúkar sín egna kropp sum tilfar og útsøgn. Listasavnið var forboðið undir 16 ár, og tað skilji eg væl, nógv av verkunum vóru rættiliga óhugnalig.
















Men tær yngstu í ferðalagnum vórðu ikki heilt snýttar, tær skreiddu á skoytum í eini flottari íspark, breytin var skrýdd við ljósum, og tær eldru kundu sita á café og bíða - perfekt.













An der schønen blauen Donau

Turið helt, at vit kundu ikki fara úr Wien uttan at hava sæð Donau, so vit fóru við toki og sóu síðani ta vøkru Donau. Avgjørt eitt á listanum til næsta wienartúr, sum helst skal ver í lýggjari veðri. Tað var bítandi kalt hesar dagarnar.

Á heimvegnum fingu vit tíð at heilsa uppá Marius og familjuna.






Oct 26, 2025

Spaniatúrur september 2025

 62N gjørdi ein gongutúr í Norðurspania við beinleiðis flog úr Føroyum, 10-17 sept. 2025. Vit systrarnar meldaðu okkum til. Flogið varð til Barcelona, har ið Xavier tók ímóti okkum. Vit fóru við bussi til Camprodon, sum er ein lítil býur í Katalonia, sum liggur í 1000 metra hædd. Vit búðu á Hotel Camprodon, sum er eitt 100 ára gamalt hotell, bygt til ríkar býarbúgvar, sum komu úr Barcelona at fáa sær frið og fríska luft.

, Hotellið er sera væl varðveitt, og prýði og møblar vísa á eina gamla tíð.

hotell Camprodon















Vit gjørdu nakrar túrar har í økinum, m.a. til bygdina Roc, har misti eg telefonina , og hon fór í knús Camprodon liggur har íð tvær stórar áir møtast . Eitt kvøld var dansur á torginum, og tað veit denn at líktist teirra keturdansur nógv okkara dansi. Men tey høvdu tónleik til dansin.

Vit fóru úr Camprodon til Tossa de Mar, men á vegnum vóru vit í Figueres og vitjaðu Dali savnið.
Salvador Dali








May 21, 2025

Leigutúrur til LImerick 2

Craggaunowen er eitt útisavn, ein jarnaldarbygd. alt er nýbygt, men gjørt púrasta eftir gomlum keldum. Tað var áðurnevndi John Hunt, sum stóð fyri at gera hetta savnið. Hann keypti jørðina við eini slotsleivd (tað eru 225 slotsleivdir í County Clare) á og gjørdi stórfingnar ætlanir. Har er eitt jarnaldarbýli (ein cragga), skógur, har álvar búgva, og so stendur Brendan, báturin hjá Tim Severin har. Og sýningin var skipað so, at tú fekst ein hampuligan túr gjøgnum skógin.








Skinnbáturin Brendan

Aran oyggjarnar standa fyri mær sum tað upprunaliga Írland, har tey duga gæliskt, men tað er ikki allur sannleikin. Vit vitjaðu ta minstu, innastu av Aranoygjunum. Eg og Karin fóru í ein lítlan bygdarbuss, sum koyrdi okkum runt fyri 15 evrur, vit sóu slottið, kirkjuna (10. øld) og vrakið. Her var mín størsta uppliving á øllum túrinum: eg hoyrdi tveir menn tosa írskt saman. Írskt ella gæliskt er fyrsta mál í Írlandi, tað er kravd lærugrein í øllum skúlum, øll skelti eru á gæliskum og enskum, men sera fáir irar duga at tosa gæliskt. Hugsaði um okkara mál, føroyskt í tí sambandi, hvør verður tess lagna?
St. Caomhánøs Church

altarið 

Sveivin bjóðar gestum vælkomnum












Bell Table er annar av tveimum pøllum hjá Limerick Theatre. Vit vóru fýra sum fóru til eitt uppistand hjá Anne Gildea har. Tað var soooo stuttligt, alt, hon talaði um, var slíkt, sum vit kendu aftur og høvdu upplivað - ja alt uttan forboðið ímóti fyribyrging ..... og so tó, tað var so loyndarfult eisini hjá okkum, at tað var næstan forboðið. Hon dugdi so væl at fáa áhoyrarnar við og brúka okkum í síni framførslu, eisini "the women from the Faroe Islands".  Hon var bara so herlig!!













Shannon áin er 400 km. long. Ein av útferðunum var siglitúrur eftir ánni, sum frá gamlari tíð hevur verið høvuðsferðsluæðr.

Pubbir eru partur av mentanini, og vit vitjaðu eina ella tvær. Tað er ikki bara fyri at drekka seg full, at fólk fara á pubb, har er tónleikur, fólk spæla kort, gera skúlatong og práta. Yvirav hotellinum The George er ein fagurt reyður pubbur, fínt møtistað. Nógvar pubbir hava so vakra framsíðu, málaða og pyntaða.












Kirkjurnar eru mangar í tali, summar katólskar og summar protestantiskar. Mariu kirkjan í Limerick er elsti bygningur í býnum,(tríggjar tær fyrru myndirnar.,)  Og dómkirkjan í Galway er nýggj (1965). Hon hevur pláss fyri 1500 fólkum, og stólarnir eru úr vesturafrikanskum mahogni, gólvið í kórinum er av potugisiskum marmara og so framvegis, sera fínt og dýrt alt samalt (tríggjar tær seinni myndirnar).







Hjartans takk fyri ein fínan túr tit, sum hava skipað fyri. Tit verða biðin aftur!