May 16, 2010
Buen Camino 11
BYGDIR OG BEINKIR
Her á leidini er tad vid bygdunum sum í Foroyum og adrastadni, tar bara ana. Í gjárkvoldid gistu vit í eini slíkari hávdeydari bygd, Redecilla. Nidurrapad hús, brotin vindeygu, brotnar lúkur, okkurt nýtt hús treydugt so, eitt herbergi til pílagrímar - og ein veldig stásilig kirkja! Mann hugsar, hvussu kunna 50 ella 100 fólk halda eina so fína kirkju? Vit hugdu inn í kirkjuna í Redecilla, har luktadi sera nógv av fukti og ómegd, tey eiga ein dýrabaran doypifunt frá midold, hann stod innan fyri glas. Í kirkjuni gingu nakrar gamlar konur og pyntadu vid blómum, blómur vórdu setta á hvonn stólavanga og á oll altar. Ivaleyst til okkurt veitsluhald, várveitsla - tey hava frí eina heila viku, tí at Maria kom av fjallinum hesa tídina á árinum (?) Bara eitt er val hildid og nýístandgjort - tad er Jákupsvegurin :). Ígjognum hvorja bygd - val settur vid gulum ella ljosareydum steinum og vid jákupsskeljum antin stoyptum í betong ella sett sum relieff í vegin. Jákupsvegurin er á listanum hjá UNESCO fyri vardveitingarverdar mentanarligar skattir, so hann má haldast, tey fáa kanska eiisni pengaligt ískoyti til tad frá ST. Stutt var millum bygdirnar í morgun - Viloria, Belorado, Tosantos, Villambistia, Epinosa og seinast Villafranca, har vit gista í kvold. Í nógvum bygdum eru beinkir, sum ein troyttur pílagrímur kann hvíla seg 'a. Pussigt, sum teir eru merktir, summir til Circula catolica og adrir til kommununa, tad er sum um, at tey kappast , hvorja ferd kirkjan setur ein, setur kommunan ein. Nú eru vínakrarnir avloystir av adrari grodi, mann hugsar, hvussu man her hava verid fyri 50 ella 100 árum sídani, tá arbeiddu fólkini í bygdunum á okrunum, nú eru bara stór, mega stór bruk, og eigarin býr nokk ikki í bygdini, kanska ikki í landinum. Og einki arbeidi er í bygdunum. Herbergid er tad einasta sum er opid og so kanska ein barr, sum eisini er bygdahandil vid teimum allarneydugastu tingunum.
Í morgun fóru vit frá húsum kl. 7, góvu okkum ikki stundir at eta morgunmat, tugdu bara eitt 2x1x2 cm ostapetti í part og eitt mini drekkijogurt, gingu 15 km. adrenn vit ótu morgunmat. Tad var rekord, 5 km úm tíman, men tad er bara onkuntíd at tad gongur so. Tilsaman í dag millum 26 og 27 km.
myndatekstur: 1)vit í Villafranca í kvold, ádrenn vit fóru at fáa okkum dogurda á hotellinum her. 2)Burgos landslutabonkur 3) circulo catolico bonkur 4) vit í Redecilla í gjárkvoldid 5)kirkja 6) albergue (herbergi) sar ógvuliga ramponerad út.
Subscribe to:
Post Comments (Atom)
Tit eru øgiligar (o:
ReplyDeleteDagsetapur uppá 26-27km? Eg gerdist heilt pøst bara av tankanum.
Kann hugsa mær at tad er ikki sørt tankavekjandi at síggja nationala avfólking og armód upp móti altjóda kultur"bevaring" og religiøsari uppofring.
Góda ferd vídari framm á vegin.
K.H.
ElsaSúsanna