Góða Turið, haldi, eg tosi fyri øll í familjuni, tá ið eg sigi, at vit eru takksom. Takksom fyri at tú hevur umsitið og umsitur okkara familjuarv so fyrimyndarliga. Her hugsi eg um 1. garðin hjá mammu, sum stendur í blóma á hvørjum ári, sjálvt um tað er eitt dekans stríð 2. Forlagið hjá mammu "Ungu Føroyar", sum hevur livað og trivist, síðani tú tók hond um tað. Tað er áhugavert at fylgja við í, hvørjar bøkur tú gevur út. Tað eru tey ungu, ið leita til tín, vónríkir debutantar sum Nancy Sunadóttir og Danial Viðoy. Og bókin Ver tú! hóskar so væl í tína rúmsáttu lívsáskoðan. 3. sjálvandi síðst men ikki minst nevna vit tekstirnar hjá pápa í hesum høpi, tú hevur savnað og snikkað og lagt til rættis og útvegað týðingar. Takk góða fyri títt stóra arbeiði, okkum øllum til sóma.
Arbeiðið hjá Turið hevur vakt ans ymsa staðni, also í Íslandi og í Amerika. Tað hevði ikki gjørt nakað, um tað eisini vakti ans í Føroyum, men bíða, nú kemur skjótt 3. bind av stórverkinum hjá Turið og Maluni, TÁ verður kanska okkurt ???
![]() |
| Leyvoy og vit øll heilsa Turið á tí stóra degnum |
Turið hevur fingið íslendska falkaordanin, og The American-Scandinavian Foundation boðaðu herfyri frá nýggjum prísi, sum eitur Turið Sigurðardóttir Translation Prize, fyri týðing úr íslandskum ella føroyskum til enskt.
Vit hava verið nógv í "lag" , serstakliga tey síðstu árini, til gongu, á súkklu og í báti og bili. Minniligir eru pílagrímstúrarnir til Santiago og tann eftir hervegnum í Jyllandi. Eisini súkklutúrurin á Gotlandi og biltúrarnir á vestur- og eysturlandinum í Íslandi. Drúgvast eiga vit onkran túr til góðar, sjálvt um hann ikki verður við gongd í dagavís.
![]() |
| Umborð 1 |
![]() |
| umborð 2 |
| Sigga kom við til Gjáar, hennara síðsta ferð hagar. |
| Turið, Turið og Turið ein jóladag |
Eisini meðan vit eru heima hava vit felags áhugamál, vit lesa bøkur saman í bókaklubbinum Bókastevi, dansa føroyskan dans og tílíkt.
Turið hevur serliga havt áhuga fyri ungum yrkjarum. Ein teirra er - tó ikki so ungur longur - Tóroddur Poulsen, hon hevur trúliga lisið og ummælt 10 tals bøkur frá hansara hond. Seti her til stuttleikar nakrar søguligar myndir frá einum virðislønarhaldi í Havn.
Eitt afturat skal eg takka fyri, at tú so blídliga fær okkum at føla okkum heima í okkara gamla heimi í Leivsgøta, har hava vit ofta sitið væl. Takk fyri umsorganararbeiði, bæði eftir at mamma var farin, og pápi var einsamallur, og nú ið bróðir er einsamallur. TAKK!
| bindiklubbur í Leivsgøtu |









No comments:
Post a Comment