Nov 11, 2015

HERNING

Havi verið vikuskiftistúr í Herning. Ongantíð verið har fyrr. Tað merkiligasta við túrinum var at vitja Lisu í hennara egnu íbúð, at diddan skal búgva í sínum egna heimi, við sínum egna køki við køliskápi og øllum !! Tað var so løgið, at sita har og vera gestur hjá Lisu, sum gjørdi døgurða og bjóðaði kaffi.

DSC01048

Lisa var fínur ferðaleiðari, vit fóru á textilsavnið Textilforum fríggjadagin. Herning hevur jú verið klædnaídnaðarhøvuðstaður í Danmark í 100 ár. Tað var spennandi at síggja hesar stóru maskinur, tað sá út, sum vóru fólkini bara farin til kaffi. Ullin lá klár at spinna, vevarnir stóðu við hálvlidnum klæði. Bindimaskinur og seymimaskinur og ein framsýning hjá design næmingum.

DSC00962

Maskinur, sum binda rør, m.a. til netundirtroyggjur, minnast tit tær?

DSC00957 - CopyDSC00961DSC00974DSC00993

DSC00963

Leygardagin var list á skránni, Herning hevur fleiri listasøvn, vit fóru á Carl-Henning Pedersens & Else Alfelts museum. Eg eri ikki so kunnug í donskum listaheimi, so tað var spennandi hjá mær.Umframt hjúnini C-P og Else Alfelt var har ein stór framsýning við verkum hjá Henry Heerup. Originalurin Henry Heerup arbeiddi mest úti, um summarið málaði hann, og um veturin høgdi hann. Garðurin hjá honum varð til endans ein ævintýrverð við ymsum listaverkum, serstøk eru skrambulverkini. Flott sett upp, og ein filmur var eisini (eftir Thorsen).

DSC01005

Carl-Henning Pedersen og Else Alfelt savnið

DSC01017

DSC01020

Beint hinumegin vegin er savnið Heart, sum hevði framsýning við Per Kirkeby og Jens Quistgaard design.

DSC01030

Sunnudagin fóru vit í kirkju til hámessu. Sera áhugavert. Prestur brúkti myndir til at greiða frá sínum boðskapi, stóð á prædikustólinum við fjarstýringini. Føldi tað eitt sindur, sum tað bleiv tosað niður til mín, eitt sindur sum í miðøldini, tá ið fólk ikki dugdi at lesa. Og tað er jú tað! Fólk duga so illa at lesa tekstir, tað veri seg bíbliu ella annað, myndir skula til. Fiskarnir á myndini síggja út til at kyssast, men hatta er teirra máti at leypa á og verja sítt øki, segði prestur. Annað var eisini at uppliva, har vóru minikonfirmandar, børn sum fingu minikonfirmantprógv. Tey sungu og dramtiseraðu bíbiltekst.

DSC01038

Vit fóru so á café Fry á gongugøtuni, hon var okkara stammcafé Smile

So fór eg heim seinnapartin, og Lisa skuldi til  arbeiðis, skuldi gera skúlating. Takk fyri blíðskapin góða Lisa. Síggjast skjótt.

No comments:

Post a Comment