Aug 3, 2026

Ólavsøka á Stiklastøðum 2026

 Havi í  mong ár viljað farið til Noregs at halda ólavsøku á Stiklastøðum. Og nú eydnaðist tað ! Vit báðar Malena fóru úr Føroyum 26. juli. Flugu til Oslo og tóku tokið til Tróndheim og annað tok til Verdal og síðani taksabuss til Stiklastaðir.

Vit vóru har um middagsleitið 28. juli, og sjónleikurin (olsok spelet), sum vit skuldu síggja var kl. 19. Har á Stiklastøðum er nógv at síggja: livandi víkingasavn, málningaframsýning, kirkja, skrúðgonga. Á deplinum er eisini fyrilestrarsalur, framsýningar, matstova og útiservering.

Sjónleikurin var eitt upplivilsi, tað er ein útileikur, pláss til 5000 áskoðarar.

Her síggjast áskoðaraplássini


Øgiliga nógv fólk spældu við. Fult av børnum, fleiri hestar og so eisini ung og gomul. Nógv eru amatørar, men høvuðsleikarar og leikstjóri eru professionell. Bilstjórin hjá okkum fortaldi, at kona hansra, sum er rossafólk, hevði verið við í leikinum okkurt árið. Eitt stórt manskór og eitt orkestur v. dirigenti var eisini við. Pallurin var ein grønur heyggjur við einum smølum gólvi fremst, og bæði orkestur og kór vóru undir pallinum, sum innan í heygnum.




Her sæst garðurin á Sul og Torgrimur og konan og abbin, høgrumegin ein hálv Guðrum, fremst kórleiðarin

Árið er 1030, staðið er garðurin Sul, har íð tey eru farin at sláa. Á garðinum búgva bóndin Torgrímur og konan, dóttirin Guðrun og tveir synir og so abbin, sum er blindur. Sum líður á leikin fáa vit at vita, at abbin er heiðin, at bóndin sigur seg vera kristnan, at bóndakonan hevur borið eitt barn út, og at Guðrun hevur sálarligar trupulleikar av hesum útburði, sum so seinni vísir seg at vera eitt barn, Guðrun hevur átt. Guðrun sær útburðir allastaðni, sum troka seg inn á hana (niðagrísur), tað eru smábørn í hvítum kjóla sum koma rennandi berføtt.. Abbin dugir at ugga Guðrun, men tað er við "heidnum vísum" og Guðrun fær eisini frið í sálina, um tey dansa sóldansin. Men ólavur kongur kemur við sínum heri, og hann krevur lýdni og dóp.

abbin og handa gamla kvøða um nornur, sum "mala menn"

Ólavur kongur hin heilagi



Øvrigheitin øll

Ólavur kongur verður ávaraður, at bóndaherurin verður honum ov sterkur, men hann sigur, Gud er við honum. Ólavur hevur ringar dreymar, tað eru børnini í gráum skikkjum, sum koma rennandi og treingja seg um hann. 
Ólavur fær nakrar menn afturat, men teir doypir hann fyrst í einum hópdópi. Og bóndin Torgrímur fer við, men konan er meira ivasom, um hann hevur valt rætta síðu. Áðrenn stríðið skal standa, hartar kongur konuna fyri útburðin, og hann sigur, at ØLL børn, sama hvussu tey síggja út eiga at liva (ein viðmerking til abortkjak). Konan sigar, at einki skil var á barninum, og tað var ikki lívført. Kongur verður lýstur sum Jesus, hann rekur sálarkvølina hjá Guðrun út  við pater noster og abbin fær sjónina aftur.
Tónleikur og kórsangur fylgja søguni, og Guðrun syngur solo. Manskórið syngur "glaðir ríða noregsmenn til Hildarting".


Leikurin endar við , at kongur og allir hansara menn liggja deyðir á vali. Ein rúgva av krossum verða reistir og ein ovurstórur krossur. Jesus myndin verður staðfest.





Vit báðar Malena við Ólavsstyttuna. Sagt varð, at víkingatíðin hóskaði nasistum so væl, at teir elskaðu Stiklastaðir undir krígnum. Men teir tóku styttuna burtur og settu okkurt nasimerki í staðin. Men eftir kríggið varð styttan endurreist.








No comments:

Post a Comment