May 7, 2024

Dødsbo eftir Inger Smærup Sørensen



Inger hevur arbeitt í FØroyum nøkur ár, vit arbeiddu saman í Hoydølum. Tá var tað list, sum Inger arbeiddi við.

Bókin hjá Inger minti meg nokso nógv um skaldsøguna Eden eftir Auður Avu Ólafsdóttur. Í báðum bókunum flytir ein kvinna til ein lítlan bý. Kvinnan er sera tilvitað um umhvørvið og fer at planta trø. Men sum sæst á heitunum og kanska á permunum báðum, er hugburðurin til støðuna í heiminum rættiliga ólíkur, og bøkurnar eru ikki so líkar , tá ið alt kemur til alt.


 Onnur perman vísir flogkykt í jarðlitum, hin eina paradisglansmynd.

Heitið Dødsbo sipar til, at høvuðspersónurin flytir inn í eini hús, har konan Elly, sum átti tey, er deyð, og hennara ting eru enn í húsinum. Men samstundis er hetta mynd av heiminum, av jørðini her vit búgva. Í einum deyðsbúgvi eru allir teir lutir, sum tann deyða átti, og kvinnan (sum ikki verður nevnd við navni) vísir okkum húsið og lutirnar, og hon brúkar tingini hjá Elly. Hon livir lívið hjá Elly umaftur, soleiðis sum tað kanska hevur verið. Í jarðardeyðsbúnum fara at liva flugur, mølur, eiturkoppar og sniglar. Tey fara at hugna sær í tómum húsum, og eiturkoppanótir fara at umkransa hús og lutir.

Skordýrini, tey smáu kyktini spæla stóran leiklut í bókini. Høvuðspersónurin sær tey og undrast, svevur saman við mottu og silvurfiskum. Hon drepur einki kykt, men sløkkir ljósið, so at tey ikki gera sjálvmorð.

Hvis man ikke slukkede lyset, dræbte man møllene, hvis man ikke skruede ned for                                    varmen, dræbte man menneskene.  s. 123

Stílurin er hugbindandi. Stillur, tað hendir næstan einki, kvinnan, frásøgufólkið,  er ongntíð ill, kedd, ørg ella á gosi. Næstan eingin samrøða er í bókini, alt, sum sagt verður er sílað gjøgnum frásøgufólkið, men tankastreymurin hjá kvinnuni er fangandi. Hetta er ein skaldsøga, men hon kann lesast sum ein yrking, stílurin er lyriskur, og uppsetingin er eisini serstøk, sera stuttir kapitlar, sum eru næstan sum yrkingaørindi, stytsta kapitlið er eina reglu. Eitt sera sjónskt eyðkenni er endurtøkan, sum hevur ein tølandi virkning. Saman við endurtøkuni er detaljuríkidømi, sum vísir Ingersa listarliga eyga.

Mere end syvhundrede uafhængige eksperter talte om handling.Mere end syvhundrede                            uafhængige eksperter talte om sammenhængen mellem natur og klima. Mere end                                   syvhundrede uafhængige eksperter talte om social uretfærdighed. Mere end                                           syvhundrede uafhængige eksperter sagde, at problemet blev stadig mere komplekst,                                fordi der var......s. 138

Hetta brotið tykist vera um eina veðurlagsráðstevnu. Og tað er eitt høvuðsevni í bókini, broytingarnar í veðurlagnum. 




Persónar . Umframt frásøgukvinnuna hitta vit Kammu og Nannu. Tær koma inn á gólvið, vilja inkludera hana í felagskapin í bygdini ella býnum. Og so síggja vit eisini fólkini, sum kom til plantudagin í skógini. Vit síggja eisini tað modernaða keðiliga lívið í bygdini, endurtøkurnar og tað óspennandi prátið. Men eg haldi, at ein ávísur tryggleiki er skrivaður inn í keðsemi. Kamma er prátingarsom, orkufull og finnur upp á alt møguligt. Hon fyrireikar ein plantudag, tá ið øll skula planta trø og hugna sær. Nanna er arkitektur, og vit fáa i nnlit í, hvusu tey hugsa um røktarheim, sum skal byggjast.  

Eg vil ikki siga, at vit hava eina dystopi her, hóast hon ljóðar uppgevnandi í støðum. Meira konstaterandi og faktuell. Endin við plantudegnum ger, at lesarin hómar eina vón. Tey ráðandi verða bara kallað Styrelsen, atfinningarnar tann vegin eru undirspældar og fáa tess størri ávirkan.

Bókin er samfelagskristisk, feministisk , ein vistfrøðitekstur um endurnýtslu, lívmargfeldi, felagsskap, samband millum menniskju - og nógv annað.

Sera góð og sjáldsom bók.