Sep 25, 2017

Keypmannahavn 22-24 sep. 2017 – DIKTATOREN

Elsa Maria átti hugskotið, og Anna gjørdi tað til veruleika, til eina ferð til Keypmannahavnar at síggja Olaf Johannesen í høvuðsleikluti í DIKTATOREN hjá Chaplin.

DSC00530Vit vóru 9, sum fóru. Vit gistu á hotel WAKEUP í Borgergade, fínt hotell mitt í býnum. Ja, ikki “fínt, fínt sum í posh” men frálíkt hotel.

Sjónleikurin gongur á Nørrebro teater. Og tað var eitt stórt upplivilsi at síggja Olaf spæla hesa dupultrollu, sum diktatorurin Hynkel og barberurin. Hetta er næstan blivið Olafsa serfrøði, at spæla dupultspæl, um vit hugsa um Jeppe på Bjerget og Puntila. At hava so plastiska persónligheit, vera so kvikur bæði kropsliga og andaliga er heilt sjáldsamt. Hevur Olaf spælt dr. Jekyll og Mr. Hyde?  tað verður kanska næstu ferð.

Olaf var sannførandi í báðum leiklutum, og skiftini vóru ótrúliga skjót. Stundum skifti hann ham, ja uppá sekund. Tað var næstan, sum hann gjørdi tað fyri eygunum á okkum.

DSC00608

Leikurin er ein skemtileikur, men av tí slagnum, sum er djúpt álvarsamt samstundis. Øll kenna Chaplin, og har var hann ljóslivandi á pallinum. Men øll kenna eisini HIltler, og líkskapurin við okkara egnu tíð var sera sjónskur í teimum haturstalum, sum Hynkel og Heering, Schultz og Garbage standa fyri.

Sera skemtiligt var, tá ið harra Napolini og frú Napolini komu á pallin. Heilt nógv var gjørt burtur úr  málsligum staklutum. Hynkel og Napoli tosaðu nakað á enskum, týskum, og misskiljingar og skemt varð burturúr. Søren Pilmark spældi Napoli.

DSC00609

Nógvar stuttligar og flottar pallmyndir eru at minnast. Krígshendingar vóru eisini pallsettar, bæði við buldur og brak. Hendingin við globussinum var eisini sera væleydnað.

DSC00610

Harragud sum barberurin var elskuligur, djarvur, romantiskur og naivur.  Endaorðini vóru álvarsorð til okkara, sum lurta, ein boðskapur um menniskjaligheit, verulig virði og um at velja tað góða fram um tað ónda.

Vit vóru allar heilt upp í loft av leikinum. Stuttligt var at hitta Maritu uttanfyri, tá ið vit fóru útum. Eg hugsi ikki, hon hevur nakað ímóti, at eg seti myndina av okkum báðum her. Hon eigur ivaleyst sín part í framførsluni hjá manninum – tað vita øll, hvussu umráðandi tað er at hava baklandið í ordan.

DSC00542

No comments:

Post a Comment