Sep 1, 2017

Skeið um undirvísing í lærugreinini “føroyskt sum annaðmál.

Skeiðið var á NÁD. Sera breið umboðan millum luttakarar: barnaskúli, serskúlin við Áir, kvøldskúlar, privat skeið. Tey flestu hava læraraútbúgving og royndir við at undirvísa føroyskum børnum. Øll vóru eldhugað, og nógvar góðar samrøður vóru. Skeiðshaldarar vóru Karolina Matras, sum arbeiðir á Setrinum og Lilly Christensen, sum arbeiðir á VUC á Frederiksberg, og sum ger uppgávur fyri mentamálaráðið í DK.
DSC00393
Karolina tók sær av tí teoretiska, og Lilly vísti á mannagongdir og undirvísingarhættir, sum hon hevði havt góðar royndir við. Mín uppliving var, at LIlly dugdi sera væl at lurta og svara spurningum, hon dugdi eisini at fáa áhoyraranar at knýta sína egnu støðu saman við tí, ein lærdi.
DSC00400
Há mær var sera áhugavert at hoyra, hvat av øllum, sum nevnt varð t.d. temu og slag av spurningum,  er í mínum bókum, og hvat ikki er í mínum bókum, sum júst eru gjørdar til hesa undirvísing, og sum eru gjørdar, áðrenn eg havi verið á hesum skeiði. Tíbetur er nógv av tí, Lilly nevndi, innarbeitt í mínar bøkur, fjúúú! Áhugavert eisini at síggja tilsvarandi danskar bøkur.
DSC00407DSC00409
Sum so ofta, tá ið vit savnast á skeiði við undirvísarum úr grannalondunum, so hugsa vit, hatta mugu vit eisini hava ella gera, og vit skrivaðu okkum niður, hvat vit hildu manglaði allarmest í Føroyum:
1. Krøv til tilflytarar um føroysktkunnleika
2. Upplýsing til foreldur at børnum í føroyskum stovnum og skúlum, at tey verða “loftað”, børnini helst áðrenn skúlin byrjar
3. Reglugerðir og leiðbeiningar um føroysktundirvísing við progressión, sum er sambærilig við norðurlond og Evropa. Royndir og próvslkjøl, sum eru eins um alt landið.
4.Einfalda mállærubók ætlað tilflytarum
DSC00404
Skeiðið skrivaði eisini eitt bræv til avvarðandi myndugleikar um støðuna. Ein arbeiðsbólkur varð gjørdur, sum ætlar at arbeiða víðari við onkrum av øllum hesum.

No comments:

Post a Comment