Sep 14, 2017

Inga Rósa vitjar í eina viku

Vit hava glett okkum til september, og vit hava lagt ætlanir. Vit hava verið á basari við Gjógv, túr í Klaksvík og túr í Gásadali. Familjuføðingardag í Hósvík. Og so hava vit eisini givið okkum stundir at dagføra hvørja aðra um alt møguligt.

DSC00450DSC00451DSC00452

Vit vóru í føðingardag hja Tyrna í Hòsvík, har heilsaðu vit upp á Rakul og Olnu Birgit og mong onnur.

Vit sóu tann nýggja filmin hjá Sakarisi Stórá “Dreymar við havið”, ein góð uppliving. Seinni sóu vit  smádrongin, sum spældi við,  aftur í tí nýggju rammu- og listabúðini í Tórsgøtu og fingu heilsað upp á hann.

Ein túr fóru vit í hagan, vit gingu ikki so langt, sum vit ætlaðu, men tað var deiligt kortini.

DSC00449

Ein fínan túr til Klaksvíkar fóru vit, ørindini vóru at síggja listaverkið hjá Edvard Fuglø í kirkjuni. Tað var fantastiskt, og tað var so fínt, at vit fingu frágreiðing bæði um altartalvuna hjá Joakim Skovgaard og um mosaikkin hjá Edvardi. Væl skipað í Christianskirkjuni, tað má eg siga. Niðanfyri: Jesus metttar 5000.

DSC00467

Niðanfyri: Søgan um , tá ið Jesus varð føddur.

DSC00464

Kvøldskúlin hevur havt busstúr á skeiðsskránni nú nakrar ferðir. Í ár varð farið til Gásadals. Sera fínur túrur. Ferðaleiðarar vóru Jørleif og Óla Jákup Guttesen, sum er bíggjarmaður. Forvitnisligt. Aftaná fingu vit døgurða á Gásadalsgarði, deiligan mat.

DSC00484DSC00486DSC00488DSC00489

DSC00490

Og píkasjey fekk eg høvi at vitja fólk! Fór saman við Kára D. inn á gólvið hjá Bjørn og Elsu Mariu. Har var bara so lekkurt inni. Og á myndini omanfyri sæst útsýnið hjá teim ja hjá øllum í Bø. Eg fór eisini inn at hyggja at húsunum hjá Noomi, gomul væl hildin og flott gjørd í stand.

DSC00492 DSC00494

Nú ið Inga Rósa var heima, tóku vit eitt sjálv, vit systkinini. Turið bjóðaði grind, og myndatólið loysti út sjálvt.

DSC00439

No comments:

Post a Comment