May 18, 2010
Buen Camino 12
Fólk. People. Leute.
Her á Jákupsvegun mötir tú nógvum ymiskum tjódum. Mest eru evropearar, men eisini koreanara og fólk úr Kanada.
Sera nógv er av týskttalandi, tey eru úr Týsklandi og Eysturríki, sum teir tríggir Heinz, Urs og Petur, sum ferdast saman Urs er eysturríkari. Vit hava gist vid teimum í fleiri bygdum, teir koma altíd tídliga til bygdar, so fáa teir bestu koyggjurnar og fáa fylt vaskimaskinuna, og so ganga teir og hugna sar og vaska sar, tad verdur ikki tikid so tungt, um menn og konur sova í sama sali, og eg veit í öllum förum, at onkur av teimum brúkar bikinitrussur undir búkinum.
So er tad Bergfrid úr Noreg, hon kennir Elsu Jacobsen trúbodara, hon letur heilsa henni.
Í gjárkvöldid tá id vit komu til Atapuerca, fingu vit at vita, at fyri 2 dögum sídani vóru 3 föroyskar gentur har, tad munnu vera tar tríggjar, sum vit sóu í Runsival.
Og so er tad rískonan og rísmadurin, tey eru úr Korea, hon kókar rís um kvöldid og hon kókar rís um morgunin.
Og Maria og Mattias úr Stuttgart, teimum dámar best at fara seint upp og taka tad róligt, men tey ganga nokk so skjótt, at teyu eru frammi ádrenn tey gomlu sum fara kl. 6 til gongu.
Og ikki at gloyma parid, sum vit ikki vita eru madur og kona ella fadir og dóttir. Tad talar fyri tí seinna, at hon skeldar hann og hevur at honum, men hjálpir honum alla tídina, og tad talar fyri tí fyrra, at tey ratta hondina og nert vid hvört annad tvörtur um koyggjuavstandin.
Myndatekstur: 1)Katedralurin í Burgos 2) .Ut at eta pílagrímsmenu í Burgos 3) Maria og Mattias 4) Bergljót og Petur 5) Inga Rósa, Petur, Heinz og Urs 6) Bergfrid og Turid og Inga Rósa.
Subscribe to:
Post Comments (Atom)
Ynski tykkum gódan og hugnaligan hvílidag. Stuttligt hvussu junglutrumman gongur - havi faktisk hoyrt um hasar 3. føroysku genturnar men veit ikki hvørjar tær eru.
ReplyDeleteGódan túr vídari frammá vegin.
K.H.
ElsaSúsanna
Hatta var stuttligt at lesa mamma :) Nú hava tit longu gingið í meira enn 2 vikur! Fantastiskt!
ReplyDeleteheilsa mostrunum.
xxFS