Oct 27, 2023

Orð og tónar

 


Okkara elsti skaldskapur, skaldskapurin av mannamunni er íblástur hjá listarfólki alla tíðina. Vit kenna Kópakonuna sum dans, sum sjónleik, sum sang, sum kvæði og myndlist......og Risan og kellingina sum barnabók, barnakvæði......... Bókadeildin hevur brúkt sagnir sum íblástur til Krabbabøkur, eitt nú Páll fanga, og Sólrun hevur skrivað søguna Torkilsdøtur. Tær gomlu sagnirnar eru so fjart frá okkara tíð, at vit góðtaka blint gand, deyðarevsing, ótrúlig roysni og ótrúligan harðskap. Sagnirnar um Sáru Malenu eru øðrvísi, hon doyði í 1903 og er sostatt úr okkara tíð, samtíðarfólk hjá abba mínum, kanska langabba ella oldurabba tínum.  Og beinanvegin verður tað torførari at góðtaka t.d. gand, vit síggja við okkara modernaðu brillum.

Undan hvørjum kapitli, hevur Sólrun eina hugleiðing um lívið. Í lætt fatiligum myndum verður perspektiv sett á søguna um Sáru Malenu.

Heitið Sára Malena – síðsta gandakelling í Føroyum... ella undirheitið, fær tað at ljóða, sum hetta er ein greinagerð... eins og formæli, sum tosar um gransking og orðabókarorð.   Hví ikki bara Sára Malena.. ella okkurt um kvinnukúging...Sólrun sigur, at heitið er tað, sum Eyðun nýtir í sínari grein í Brá, og hon helt, at heitið skuldi siga tað, sum fólk søgdu.

Hvat tekstaslag, genra er henda bókin? Fiktiv ævisøga, hóast persónurin er veruligur, so eru hendingar og umhvørvi fiktiv, bygt á veruligar hendingar.

Eru sagnir/kvæði serliga áhugaverdar í listarligum arbeiði?  Hvat er tað við teimum? Tær tola nógv av, eru herdar, alt óneyðugt er skorið frá gjøgnum fleiri hundrað ár. Bara tann ektaða varan er eftir,

Allar sagnirnar í Brá nr. 5 (Eyðun Andreasen), eru við. Í summum førum er eitt heilt kapittul, sum eru sagnir t.d.  kap. 9 hevur 4 sagnir við, kap. 12 , 2 sagnir.  Hugsi um høvundurin følir seg bundna av sagnunum upp á góðan ella minni góðan máta. Sólrun sigur, at hon bleiv sera hugtikin av Sáru Malenu og hennara lagnu, og tað torført at sálda nakra søgn frá, tí eru allar sagnirnar úr Brá við, uttan ein.  

Persónslýsingin Sára Malena.... dugir hon gand ella ei?.hon er sjálv í iva, eg haldi tað er væl klárað av Sólrun at halda henda iva – eisini í lesaranum - allan vegin.


Lýsingin av Sáru M. ger, at lesarin skilur, at hon brúkar tað vald, sum fólkini sjálvi hava givið henni...niðurundirkomin og eyðmýkt  (s.41,67,71,75,89,91,117,173). 

Tá ið prestur leyp Sáru Malenu um við altarborðið, tá var ovboðið. Sára Malena (og hini í bygdini ) vóru heilt skelkað. Vit síggja í ymsum førum, at Sára Malena er gudsóttandi, og altarins sakramenti er tað heilagasta og tann ultimativa fyrigevingin. Sostatt hevur prestur dømt hana til glatan.. 

Frásøgufólk, sjónarhorn......   Sára Malena tosar ikki nógv gjøgnum alla bókina, kortini er hennara 1. Persónsfrásøgn tann mest áberandi..t.e. hon tosar við seg sjálva (og hønurnar) og hevur tó ofta rolluna sum alvitandi frásøgufólk við einum modernaðum hugburði. Sólrun skiftir millum 1. persóns og 3. persónsfrásøgn

 Í sagnunum hevur Sára Malena aldrin sjónarhornið, tó at hon verður siterað viðhvørt. So, sum Sólrun sigur, hon vildi geva Sáru Malenu eina rødd.

Hugsi, hvussu torført ella lætt er at halda sínar 2023 feministisku meiningar fyri seg sjálva, tá ið nú Sára Malena livir í slíkari tíð sum hasi? Kanska hugleiðingarnar kunna virka sum "ventilur". Sólrun sigur, at møguliga kemur okkurt út millum rivini við hvørt. 

Og hvussu er munurin millum at skriva um Helenu og Sáru Malenu? Helena er nakað yngri, men tær hava ymiskt í felag...prestamótstøðu, bøndur, báðar fordømdar av presti.. báðar klókar, kvinnukúgan. Sólrun sigur, at temuni í bókunum eru so ólík, at tað er líkasum hvør sítt.

Tað sum Sólrun hevur lagt afturat: Sagnirnar hava einki um heimalívið hjá Sáru Malenu, tá ið hon var barn, og ung og forelskað, har hevur Sólrun skapað eitt heim við mammu og pápa og seinni hjúnafelaga. Sólrun hevur givið Sáru Malenu eina góða vinkonu. Sólrun skapar motivatión til tað, sum stendur í sagnunum. Grundin til, at tey vildu drukna hana sum ein kettling. Grundin til, at hon ikki syrgdi, tá ið maðurin gekk burtur,  grundin til at hon endaði undir borðinum hjá gandakallinum Pæturi. 


Eitt flott vovið teppi av søgn og skaldskapi. Henda bókin fer at liggja undir nógvum jóltrøum í ár.

 

 

 

 

 

 

Oct 6, 2023

REYKJAVÍK (4)

 29.09

Áin uttanfyri hjá Laxness , ein gøta er gjørd, so at gestir kunna ganga túr har. Vit fóru ta longu leið til Laxnes savnið í Mosfelssveit. Fyrst strætó 13 á Hlemmtorg, síðani 15 niðan í Mosfelssveit, og haðani var meiningin at taka 27, sum er ein taksa í samstarv við Strætó, men har var okkurt kukk í, so tað bleiv til ein taksa-taksa. Húsið hjá Laxnes eitur Gljúfrasteinur. Har er sera flott inni. Hugnaligt við klaveri og designaramøblum.

Tvær damur passa savnið. Tann fyrra selir bilettir og vísir eitt video, tað er í garaguni. Tann seinna tekur í móti í húsinum og letur oyrasniglar við frásøgn, hon er á ymsum málum. Í mínum oyra hoyrdi eg bæði Laxnes sjálvan og Auður konu hansara.

1. Gljúfrasteinn

2. borðstovan

3.arbeiðsrúm

4. kamar

5. stova

6. stova









Í arbeiðsrúminum sæst pulturin, har Laxnes stóð og skrivaði og stólurin og skrivimaskinan, har Auður sat og skrivaði alt upp á maskinu.

30.09 ótu vit morgunmat á Gráa køttinum, eitt lítið men sera væl umtókt morgunmatarstað á Hverfisgøtu. Har var bíðrøð uttanfyri. Síðani spákaðu vit í býnum, onkur keypti okkurt í Hørg, onkur okkur í Gjafir jarðar".
Um kvøldið fóru vit út at eta fínt. Tað var á "Fiskfelagnum" í Vesturgøtu. Og so var tað Harpa fyri 3. ferð. Ein sjónleikur, skemtileikur um ein mann og ein eldri mann, sum tosaðu um sítt hjúnaband, sínar trupulleikar við tøkni osfr. Ikki sooo spennandi.
Seinasti dagur var sunnudagur, og vit fóru í Landakotskirkju, tað sum eg minnist best er, at prestur frá prædikustólinum bað um pengar til 5 ella 6 verkætlanir, sum stóðu fyri framman. Landakotskirkja fyllir 100 í 2029, og hon skal hava nýtt tak, á Selfossi skula tey byggja eina kirkju osfr.
Seinnapartin vóru vit á Tjóðsavninum. Tað er flott.
2. oktober fóru vit heim.

Fiskfelagið



Inga Rósa og Kári



Gudbrandsbíblian 1584



á Tjóðsavninum




Oct 5, 2023

REYKJAVÍK (3)

 27. sept. fóru vit á Ásmundardavnið. Tað er hús og arbeiðspláss hjá myndahøggaranum Ásmundi Sveinsson. (1893-1983). Har er stórur garður uttanfyri við nógvum standmyndum, og húsini eru sum ein standmynd eisini. VerK hjá Ásmundi síggjast ymsastaðni í býnum, t.d. er Vatnsberin í Lækjargøtu og "Fýkur yvir hæddir" í garðinum uttanfyri Hallveigarstaðir í Túngøtu.






fýkur yvir hæddir

Um kvøldið ótu vit døgurða saman, hesa ferð bjóðaðu Malena og Bergljót M . Tað sjáldsama við kvøldinum var, at ein kendur íslendskur sjónleikari gekk uttanfyri, tí at tey tóku upp til filmsrøðina Ráðherra, og hesin ráðharrin gekk við ávísum uttanfyri.

28.sept. møttust vit í Túngøtu á føroysku sendistovuni.Hanna í Horni greiddi frá - bæði síni familju og sínum arbeiði. Sera hugnaligt. Myndina tók Maria, sum er lesandi og arbeiðir sum hjálparfólk á sendistovuni.


Um kvøldið fóru vit í Hørpu, nú var tað stóra kvøldið. Symfoniorkestur við solosangara. Stórbært.





Oct 4, 2023

REYKJAVÍK (2)

 Vit høvdu jú eina skrá 😀, so tað var lagamanni at vita hvat ein skuldi gera hvønn dagin.

25. sept
Var dagurin, tá ið vit skuldu vitja Kjarvalsstaðir. Har eri eg næstan hvørja ferð eg eri í Reykjavík. Jóhannes Kjarval (1885-1972) var ein av trettan systkjum. Hann var av fátækum fólki, so foreldrini sendu hann til fosturs hjá góðum fólki á Eysturlandinum.  Hann sá ikki foreldrini aftur, fyrr enn hann var 17 ár . Hann lærdi í London og Keypmannahavn. Hann var fátækur tað mesta av lívinum. 
Tríggjar sýningar vóru, tvær vóru atkomiligar. Tann fyrra var sýning við listarverkum, sum fólkið, savnsgestir høvdu valt, og tað stóð við hvørt verk, hvussu nógvar atkvøður tað hevði fingið. Hin sýningin var "Kjarval og 20.øldin. Tá ið nútíðin kom." Sera hugtakandi at síggja nógv av teimum bestu og kendastu listafólkunum í Íslandi. Um kvøldið ótu vit døgurða saman á Bárugøtu, Ásvør og Brynhild bjóðaðu.

Inga Rósa og Marentza









26. sept var okkara stóra dagsútferð. Tíverri var veðurmaðurin nokso gronutur. Men tað vísti seg at regna mest, meðan vit vóru í bussinum. Útferðin eitur Golden Circle, tað er trý stoppistøð á hesum gylta ringi: Tingvøllir, Geysir og Gullfossur. Ein dámlig dama, Jóhanna var ferðaleiðari. Vit fóru kl. 10 og vóru aftur í Reykjavík kl. 16.30. Eitt sindur seinkað, tí vit bíðaðu eina góða løtu eftir einum av ferðafólkunum. Sera flott at síggja lyngheiðarnar í heystlitum, og Gullfossur er stórbærur, men Strokkur var eini soleiðis.




















Oct 3, 2023

REYKJAVÍK (1)



 1. dagur

Vit í lesiringinum Bókastevi fóru ein túr til Íslands. Ørindini vóru at vitja Hørpu. Fleiri høvdu verið har áður, men onkrar høvdu aldrin upplivað tað flotta konsert- og ráðstevnuhúsið.

Vit fóru ein fríggjadag, og leygarmorgun fóru vit út at síggja býin. Okkara fyrsta savn var landnámssavnið, tað er í Aðalstræti, so tað var ein fittur túrur frá har, sum vit búðu.  Vit búðu í vesturbýnum, summar á Bárugøtu og aðrar á Neshaga.

Á Landnámssavninum er landnámsgarður við ovurstórum langeldi og nógvar frásagnir frá landnámsøld.

Nú fóru vit á Apotekið, ja ikki at keypa heilivág, men at eta. Tí at her eins og aðrastaðni eru apotek, posthús, bankar alt er farið á netið og húsini gjørt til matstovur til turistastreymin. Tað var vist ein dýr matstova, men vit visti ikki betur. Ongantíð fyrr havi eg etið speilegg upp á vaflu.

Nú fóru vit í Kolaportið í Tryggvagøtu, har varð ikki nógv keypt, turran fisk og ein hatt.

Um kvøldið fingu allar fiskasúpan heima hjá Ingu Rósu, tað var ein hugnalig stund.




2. dagur

Vit fóru til messu í Hallgrímskirkjuni. Irma Sjöfn Óskarsdóttir hevði eina fína prædiku, hon røddi um umhvørvið, sum er givið okkum at umsita. Aftaná var kirkjukaffi, har hittu vit konuna, sum hevur skrivað "Reisubók Guðriðar Símonardóttur", Steinunn Jóhannesdóttir. Bókin er um turkaránið í Vestmannaoyggjum í 1600 talinum. Vit otsaðu við hana og mannin, sum bæði eru kirkjutænarar í Hallgrímskirkjuni.
Um kvøldið vóru vit til konsert hjá ungdómssymfoniorkestrinum. Tað var sera gott, stórbært at síggja hesi ungu spæla.


                                

á veg í kirkju

á veg úr kirkju