Sep 24, 2022

Fýra dagar í VILNIUS í Litava

 Tey skipaðu fyri beinleiðis flogferð til Vilnius, tí at landsliðið skuldi spæla dyst har. Hvussu ofta hevur ein høvi at flúgva beinleiðis til Litava úr Føroyum, so eg smekkaði meg avstað. Vit fóru sunnukvøld úr Føroyum og vóru aftur í Føroyum fríggjamorgun. Vit búðu á Radisson Astoria, búðu sera væl og sera sentralt mitt í gamla býnum.

Hotel Astorija

Vilnius

Universitetið

Sera eyðsæð allastaðni, at tey standa við Ukreina. Tað eru ikki so nógv ár síðani Litava tók loysing frá í Sovjet. Tað er feskt í minninum.

Mánadagin var ein busstúrur/gongutúrur á skránni við ferðaleiðara. Hon eitur Yolita og tosar sera væl enskt. Í Vilnius búgva 620.000 fólk, og har eru sera nógvar kirkjur og bønhús. Vilnius hevur gamla býin, nýggja býin og tann nýggja-nýggja býin. 80 % av fólkinum er katolikkar. Slottið hjá stórhertoganum var í fleiri hundrað ár politiskur, umsitingarligur og mentanarligur miðdepil. Upprunaliga frá 15. øld, oyðilagt í 1801, og bygt av nýggjum 2002-2018. Tað er í dag museum, og slotsplássið verður brúkt stórar hátíðardagar.

The Grand Dukes Palace

forsetaborgin

Yolita

Santa Annu kirkja. Napoleon Bonaparte helt, at hon var so vøkur, at hann vildi hava hana heim við sær.



Degningsportrið. Portur í gamla býarmúrinum. Pílagrímsleið.



ølsmakking




Tá ið busstúrurin var  liðugur var ølsmakking á einum lítlum bryggaríi. Ein hugnalig løta.





Palace of the Grand Dukes

Stuðla Ukreina. 

Týsdagin fór eg út at vála, tíverri vóru tey søvn, eg ætlaði at vitja, stongd, men eg var í Hertogaslottinum, og tað er eitt ovurstórt fornminnissavn. Nógv gjørt burtur úr útgrevstri, glas lagt útyvir múrleivdir.

Litaviskt líkist ongum máli, sum eg kenni. Tey hava nøkur lænt orð sjálvandi, t.d. footballas. Men annars er tað heilt volapykk, t.d. eitur takk achu! og skál [iz vey gata]. So samanumtikið var tað kanska nokso ørt at fara til sjónleik. Men eg hugsaði, tað hevði verið stuttligt at sæt tjóðleikhúsið, ja og hoyrt málið. Leikurin var eitt stykki hjá Martin Bellemare úr Kanada, sum æt "Laisve", tað merkir frælsi. Tað var sera flott sjónleikarhús, stór forhøll, hesin pallurin var í einum lítlum sali á 5. hædd.

framman fyri sjónleikarhúsið


rúmsátt


Sera flott forhøll við frálíkum sofum

til steðgin

Tey hava sín egna Frits

Týsdagin nýtti eg eisini høvi til at hyggja á handlar. Tað bleiv mest til rav og bøkur.

hattar

bøkur

Tað er hugtakandi at síggja litaviskt, so eksotiskt, tó at tey eru í ES og í NATO - ja okkara næstu grannar. Hygg bara, hvussu ein bilett til KGB savnið sær út. Vit síggja bæði teirra mál og lænt orð.

Herseting og frælsisstríð. Studentar og seniorar.

Mikudagin fóru vit aftur útferð.Leiðin gekk til Trakei. Trakei var fyrr høvuðstaður í Litava. Har í økinum eru so sera nógv vøtn, og úti á einari oyggj har bygdi Gediminas sína borg í 1300 talinum. Økið har var eyðkent av, at har høvdu nógv ymisk fólkasløg sett búgv: karaiamar, tatarar, litavar, russarar, jødar og pólakkar. Karaim mentanin er av muslimskum uppruna og teirra mál er eitt turkiskt mál (Yolita segði: turkic not turkish) teirra trúgv er serstøk og byggir á gamla testamentið. 

Vit stimaðu ein túr á Galvé vatninum, og at enda fingu vit eina máltíð, har ið vit sjálvi gjørdi breyðlummar við kjøti í (karaim rættur). Og so fingu vit krupnikk, tað er ein karaim snapsur.




Hósmorgunin fór eg á listasavn og á KGB savnið, av óvart datt eg i nn á eitt savn til minnis um ein rithøvund/prest í íbúðini, har hann búði. Listasavnsins høvuðssýning var tíverri stongd, tí tey vóru í ferð við at seta nýggja sýning upp. Ein "optical illusion" sýning var. Onkrar myndir mintu um Elinborg Lutzen. Nógvir vovnir lutir vóru eisni.











Meðan eg leitaði eftir KGB savninum, datt eg inn á gólvið hjá hesum fýrinum. Hann var prstur og rithøvundur. Eg hugsaði: hvat ger Putin á úthurðini her? Forkláringin var , at Vinci M, hevði tikið sær navnið Putin (sum er ein berjarunnur), tí at hann hevði ikki loyvi at geva bøkur út undir sínum rætta navni sum prestur.

Men so fann eg KGB savnið, tað er í fyrrverandi høvuðskvarterinum hjá KGB, og eisini nazistarnir høvdu sítt høvuðskvarter her. Ikki so øgiliga áskoðaravinarligt. Sera nógvur tekstur og nógvar smáar fotomyndir. Men rúmini søgdu sína søgu, eisini fangaklivarnir í kjallaranum. Kríggj, kúging og mótstøðurørsla.

Allur húsaveggurin ein minnisvarði


Radiorúmið. Das Leben der Anderen

Kommunistisk jólakort

Koddavár, Jadvyga Necioniene. Dúkur, Virginia Zulpaite-Ribokiene. Tær vóru báðar deporteraðar.



Men nú eru vit komin til hóskvøld, borð var lagt av til øll, summi sótu inni og summi uttanfyri. Eg var so heppin at sita saman við einum hugnaligum kortklubbi.





So var tað fótbóltur. The rest is history. Eg tók ein bil heim í hálvleikinum. Ja, ja eg veit....VÁNALIGT, men tað var so forbiðið kalt!