Showing posts with label jólakalendari. Show all posts
Showing posts with label jólakalendari. Show all posts

Dec 4, 2013

5. desember–Tentakluss

Tentakluss hevur føðingardag – hann fyllir 3 ár, og tá ið sóljusaurar eru trý ár eru teir hálvvaksnir. Tentakluss hugsaði ikki so nógv um, at hann fylti. Hann hevði ongan føðingardagsmat, ongan føðingardagsgest ella nakað. Hann var úti og leitaði eftir mati sum vanligt, men hvat sá hann nú? Hann mátti gníggja eyguni, tí hann trúði ikki sínum egnu eygum. Okkurt gult? Kanska var tað bara plastikk?
untitled
Hann skundaði sær yvir í tað gula, og nú fekk Tentakluss sín besta føðingardag nakrantíð. Hann át og át, so nógv hann orkaði, hetta vóru bestu sóljur, hann nakrantíð hevði smakkað.
2013.10.27 0632013.10.27 057
Og so var eisini omaná, bláar lupinur, tað var superlekkurt. Nú var Tentakluss so proppmettur og væl settur. Sóljusaurar eru soleiðis, at teir nýtast ikki at eta so ofta, als ikki hvønn dag, men teir eta øgiliga nógv hvørja ferð. So Tentakluss át fimta sóljur og eina heila lupinu omaná. Nú var hann klárur at fara at spæla, hann hevði ongan at spæla við, men ja hann elskaði at reiggja….
2013.10.27 061

Dec 3, 2013

4. desember–Tentakluss

Nú var Tentakluss aftur einsamallur, hann var so svangur eisini.
2013.10.27 018
Nú fór Tentakluss aftur út at vála og leita eftir mati, grót er ikki etandi, ikki í hesi søguni. Men gróti var nóg mikið av, og garðarnir eru stuttligir at skríða á tú kanst hoppa av: eitt tvey trý og hopp! Og tað ber til at fara ímillum steinar. Og Tentakluss fór inn í eitt gróthús ímillum steinarnar, og hvat sá hann? Har hingu krov rað á rað, hvussu man hatta smakka hugsaði Tentakluss. Hetta eta fólk, tey kóka tað og eta tað, hatta má eg royna, hugsaði Tentakluss. Hann kreyp upp á bitan og skreið yvir ímóti kjøtinum.
2013.10.27 0392013.10.27 037
Nei, nei hatta er nokk ikki sóljusauraføði, eg má heldur sleppa mær út, hugsaði Tentakluss og kreyp út ímillum steinarnar. ‘Sum eg eri svangur’ segði Tentakluss, eg má fara at leita eftir mati.
2013.10.27 046

Dec 2, 2013

3. desember–Tentakluss

Tentakluss var ein dagin so sera troyttur av at leita eftir mati og av at vera einsamallur, hann helt til í einum træ við ongum bløðum, bara brúnar, berar greinar, sum vóru alt ov harðar at eta.
 2013.10.27 025
Knappliga sá Tentakluss eitt, hann bleiv heitur um hjarta, var hatta ikki ein sóljusaurus?
2013.10.27 023Hatta morreyða og grøna og reyða? Tentakluss krympaði eyguni saman til at síggja betur, so ók hann nærri, hetta lá innanfyri ein rút. Tað var løgið hugsaði Tentakluss, eg hevði aldrin klárað at búð inni í einum húsi, men eg má fara at heilsa upp á handan sóljusaurin. Hann fór at veittra og rópa, hey!! ert tú ein sóljusaurur? Kom og spæl! Tentakluss sníkti seg inn í húsið, men hann bleiv stórliga vónbrotin, tá ið hann sá, at sóljusaurusin, sum hann hevði sæð, var ikki  livandi, men eitt plagg, ein bundin vestur. Og vesturin svaraði ikki, tá ið Tentakluss talaði á hann.
2013.10.27 003
Tí at klæði duga ikki at tosa, ikki í hesari søguni. Vesturin lá á eini sofu og hvíldi seg - tað helt Tentakluss. Men klæði hvíla seg nokk heldur ikki, ikki í hesi søguni.

Dec 1, 2013

2. desember–Tentakluss

Sera tungur í huga fór hann oman at sjóvarmálanum, oman í mølina, hann leitaði sum altíð eftir mati. Í mølini var mangt at finna, men var tað etandi?
2013.10.27 086
2013.10.27 0912013.10.27 078Har var ikki nógv at finna, hann royndi at smakka tara, hann vist, at tari var etandi, tí at í fyrritíðini, tá ótu fólk tara, um tey einki annað áttu. Hann beit í ein feitan taratongul. Men hann var so seigur, at tað var hopleyst. Men har sá hann eitt gult, tað sá lekkurt út, hrammm beit hann í hetta, tað var kanska frukt, tað líktist eini sitrón?  Men fruktin var hørð og smakkaði av ongum...tí hon var av plastikki.
2013.10.27 077
Nei, hetta haldi eg ikki út, eg tveiti meg í havið! Hugsaði Tentakluss. Og tað hevði ikki verið so gott., tí at sóljusaurar duga ikki at svimja, teir eru landdjór burturav.
2013.10.27 085
Hann fór heilt oman ímóti aldunum, spruttini stóðu um hann. Men hann tveitti seg ikki í havið, hann fór longur fram á leið at leita eftir mati og kanska onkrum at spæla við.

1. desember–Tentakluss

Eitt slag av dinosauri, sum er til enn enn, er Sóljusaurarnir. Teir eita sjálvandi eita so, tí at teir elska sóljur. Ongir aðrir dinosaurar eru til longur í Føroyum. Henda søgan er um sóljusaurin Tentakluss. Hann elskar eisini sóljur, men sóljur eru mest um summarið, so  tað er ikki altíð lætt at finna føði um veturin, so  Tentakluss er næstan altíð svangur og gongur altíð og leitar eftir onkrum at eta. Og ofta má hann eta okkurt, sum ikki er sóljur. Tentakluss býr sum oftast í einum træ, men tá ið veðrið leikar í, krýpur hann úr trænum og finnur sær skjól aðrastaðni.  Einaferð sníkti hann seg inn í ein bil at kroka.
P1020645
Men tá var hann ræðuliga bangin, at fólkini skuldu koma og finna hann.2013.10.27 033
Men nú  er vetur, og Tentakluss situr í sínum blaðleysa træ. Men nú hugsar Tentakluss, at hann má fara at leita sær eftir mati onkra aðrastaðni, so hann krýpur niður úr trænum og fer at leita.

Dec 21, 2010

Jólakalendarin – 22

Deiligt at fáa jólakort!
Havi fingið so fitt jólakort úr frá Kitty og Sølva úr Videbæk og frá Gudny og teimum. Og eitt so sjáldsama vakurt kort frá Leyvoy úr USA. Tað fløvar eitt ommusysturhjarta nú á hávetri. Annars er stytsti dagur í dag, á sum tað er herligt at vita sær, hóast tað sæst ikki enn á sinni. Eg havi eisini fingið meyljólakort, ikki bara eitt copy paste, nei persónlig frá góðum vinum, tá er tað deiligt at hava meylfunktiónina.
Í dag fór eg niðan til Bozenu, vildi fegin síggja genturnar, sum koma heim til jóla, bara tvær vóru inni. Mira og Maja, Meduna var til arbeiðis, og Malfríð var strandað í Reykjavík.

Og nú ynski eg øllum, sum lesa hetta eini gleðilig jól og gott nýggjár. Bloggurin fer nú í jólaferiu.
advent 10 057 advent 10 059 advent 10 061 advent 10 055