Showing posts with label jólakalendari 2014. Show all posts
Showing posts with label jólakalendari 2014. Show all posts

Dec 22, 2014

Tá ið Niko fór til Havnar 23

Loysn 22: Dólgarnir í Kardamummu

-Á góða Nikolina! Nú ert tú her. Omman var tann einasta, sum ikki kallaði Nikolinu Niko. Omman æt eisini Nikolina, og hon helt, at Niko ljóðaði sum eitt hundsnavn ella kettunavn. -Omma hevur longu keypt bilettir til sjónleikin, men kom nú fyrst inn og fá tær vaflur og mjólk. –Niko hugdi púra býtt at Nikolinu ommu, hon hevði litaðar perur í hárinum og aftanfyri hana stóð abbin so smílandi við fult upplýstum skeggi.. – Inni í stovuni hjá ommuni og abbanum var alt pyntað til jólar, perur og kúlur og einglar og jólamenn allastaðni, tað var heilt ringt at finna ein stól at seta seg, tí allastaðni sótu jólamenn og jólakonur og jólabørn. Og so var omman farin at kóka kleynur, tað var tað besta Niko visti: at sleppa at kóka kleynur við ommuni, men hennara kleynur vóru ofta bæði dukkur og kettur og hestar. – Omma, hvør býr við síðuna av hjá tykkum? – Á teir! Segði omman, tað eru tríggir beiggjar, har er eitt verri hússetur. Teir skuldu fingið sær konu, skuldu teir, ella skuldu teir í minsta lagi ruddað til jólar. Nú fór Niko at siga ommuni frá øllum, hon hevði sæð á vegnum, og omman lurtaði og spurdi. –Sum tú hevur gingið langt, og so fórt tú ein avstingara til Eiðis eisini, tað meini eg. Men í morgin er jólaaftan, so tú mást heldur fara norð aftur við bussi.

Dec 18, 2014

Tá ið Niko fór til Havnar 18

Loysn 17: Karius og Baktus

 

untitled

Niko hevði spurt eina konu, hvar Nikolaj Mohrsgøta var, og konan hevði peikað henni á vegin. Tá ið Niko kom til Nikolaj Mohrsgøtu, gitti hon beinanveg, hvat var húsið hjá rossagentuommuni. Tí hon sá eitt hús, sum sá so stuttligt og sjáldsamt út, at tað mátti vera húsið hjá ommuni hjá eini sjáldsamari rossagentu. Húsið var reytt, og tað hevði tríggjar kvistar hvørju megin, og tað stuttliga var, at kvistarnir vóru allir málaðir í hvør sínum liti, bláur, gulur, lilla, grønur, ljósareyður, turkis. Trappan, sum var framman fyri húsið, gekk fyrst til úthurðina, so til eitt vindeyga á loftinum, so til eitt vindeyga á einum kvisti og so heilt upp til skorsteinin. Hetta var merkiligasta trappa, Niko hevði sæð, og øll trappan var pyntað við perum, og vættrar gingu upp og niður eftir trappuni, also ljósvættrar Eitt rossahús var bygt upp í húsini, og tað hevði vindeygu og urtapottar í vindeygunum akkurát sum vanlig hús og postkassa á vegginum. Niko hugsaði, tað er smart, so kunna rossini semda brøv til sínar vinir í øðrum oyggjum og londum. Í urtagarðinum stóð eitt stórt jólatræ við ljósperum, og har dansaðu børn og dýr, ja dýr, tí ímillum børnini vóru apukattar, sum dansaðu. Apukattarnir vóru í menniskjaklæðum buksum og troyggju, so Nikolina sá næstan ikki mun á apu og barni. Nikolina helt at hetta sá so stuttligt út, at hon fór oman í garðin at dansa við. Meðan tey dansa, nú kemur omman í eitt vindeyga og sigur, at nú skula øll fáa okkurt gott at eta. Og nú sá Niko eitt, sum hon helt vera so snilt, tað var akkurát sum ein elevatorur. Omman hevði eina stóra kurv við bollum og kakao og koppum, so loraði hon kurvina niður í einum bandi, so fingu børnini sær. Aftaná togaði hon kurvina uppaftur, og næstu ferð hon kom niður var hon etandi full av bananum, og tær vóru til apurnar, men børnini sníktu seg til at fáa sær eina eisini. Hetta snilda elevatoruppfinnilsið hugsaði Niko  nógv um.

Dec 16, 2014

Tá ið NIKO fór til Havnar 17

 

LOYSN 16: Stalaktittur og Sinkadusur (eftir Bergljót av Skarði

clip_image002

Niko skuldi nú finna Nikolaj Mohrsgøtu. Hon visti ikki, hvar tann gøtan var, men hon hugsaði, hon kundi bara spyrja onkran. Tá ið hon kom oman í býin, kom hon gangandi fram við einum fossi, og hon gekk fram við ánni ígjøgnum ein dal. Í ánni brúsaði vatnið, og omaneftir komu tveir kúllar siglandi, skip teirra var ein proppur av eini sodavatnsfløsku. Annar teirra var reyðhærdur og hin svarthærdur. Men teir vóru so smáir, at teir sóust ikki við berum eygum, og teir hoyrdust ikki við berum oyrum, og teir føldust ikki við berum hondum, ja teir vóru smærri enn prikkarnir á einum rundstykki. Niko sá sostatt bara ein gulan plastikkpropp koma siglandi, og hon hugsaði, at onkur grísapisa hevði gloymt at brúkt ruskspann. Hon skundaði sær oman til áarbakkan og toygdi seg eftir proppinum. So tók hon proppin í lumman, tí hon skuldi tveita hann í eina ruskspann, sum var har í nánd.

Niðri í lummanum í proppinum var eitt ringt skil, teir báðir jassarnir høvdu fingið sjóverk og vildu spýggja, teir neyðhildu sær í propskantin og í hvønn annan. Tann reyðhærdi hevði ein eyrhakkara í hondini og tann svarthærdi ein spaka, og teir skeldaðust, sum eg veit ikki hvat. Annar segði,- Tað er tín skyld, alt tað heila, hevði tú ikki endiliga skulað bygt hasi stóru húsini við altan, so var hetta aldrin hent. Hin svaraði, meðan hann hevði spakan á loft, jú tað var hent kortini, tí har vóru aðrir jassar fluttir inn, beint yvirav, eitt húski eg haldi tey høvdu minst tretivu børn....men nú blivu báðir jassarnir syftir upp í loft og máttu aftur neyðhalda sær hvør í annan. Tá var tað Niko, sum tveitti proppin í eina ruskspann.

Dec 15, 2014

Tá ið Niko fór til Havnar 16

LOYSN 15: Smørbukk (ævintýr)

080

Endiliga, endiliga sá Niko húsini í Havn. Hon stóð á Húsareyni og skoðaði landsins høvuðstað, og hesaferð mundi tað vera rætt: ræðuliga nógv hús og ljós og ein ovurstór kei. Nú skuldi hon bara fyrst fara til ommu hasa gentuna við heilsanini, og so heim til sína egnu ommu.

Har var skurslut at ganga, nógv grót og lítið av grasi. Hon spældi sær við at spæla “jørðin er eitrað”, tað bar væl til, tí har var so stutt ímillum steinarnar, at hon fekk væl hoppað stein av steini. Summir steinar vóru óslættir og aðrir vóru rundir og slættir, summir vóru bara gráir, aðrir vóru mosavaksnir – hvítir og grønir. Í lummanum lá urið, men Niko helt ikki urið var so spennandi, tí hon visti ikki, hvat mann skuldi brúka tað til. Men meðan hon hoppaði, hevði hon hondina í lummanum og pussaði bara spakuliga, tá ið hon hugdi at urinum einaferð, stóð urið á 2008. Tætt við vóru stórir klettar við gloprum og holum inn ímillum. Knappliga sá hon tveir steinar við einum blóðreyðum bletti á, hon stúrsaði við, var hatta blóð, var kanska onkur dripin her? So kundi hon kanska hjálpa løgregluni at loysa morðgátuna. Hon fór nærri, men nú sá hon, at hon hevði sæð yvir seg, har var einki reytt og einki blóð, bara tveir steinar, sum lógu har beint við inngongdina til eina holu millum tveir klettar, holan sá spennandi út, og Niko kreyp á øllum fýra inn ímillum klettarnar. Har var skýmligt inni, men tað var merkiligt, nú sá hon aftur steinar við einum reyðum bletti, teir lógu í runding, og mitt í rundingum var ein eitt sindur størri steinur eisini við einum reyðum – á nú sá hon, eini reyðari tungu! Á píkafaka hatta vóru dýr! tey vóru livandi! Niko skuldi venda sær og skunda sær út aftur, men hvat galt? Teir báðir steinarnir, sum høvdu ligið uttanfyri í áðni, vóru nú á veg inn, og Niko slapp ikki út aftur, tí inngongdin var ræðuliga trong. Niko visti ikki síni livandi ráð, kanska vóru dýrini vandamikil? Niko royndi at gera seg so lítla sum møguligt og kroysti seg upp ímóti vegginum. Teir báðir, sum komu inn, fóru upp í rundingin til hinar. Og hevði Niko skilt teirra mál, so hevði hon hoyrt eina søgu um, hvussu vandamikið tað er at fara út millum menniskju. Niko bakkaði á øllum fýra útaftur.

Dec 13, 2014

Tá ið Niko fór til Havnar 14

 

LOYSN 13: Stjørnueyga eftir Topelius

Nú visti Niko ikki , hvat hon skuldi gera við barnið. Tað var lítið og tað hugdi upp á Niko, eyguni glampaðu sum smáar stjørnur, men Niko visti væl, at sovorðin smá børn grótu ofta bæði eftir mati, og tí at tey vóru svong, og hon hevði onga suttufløsku hjá sær. Hon hugdi rundan um seg, kanska hon kundi lata góðum fólki barnið. Hon kundi kanska havt tað við sær til Havnar og latið tað inn á politistøðina saman við urinum, men áðrenn hon kom til Havnar mundi barnið verða bæði vátt og svangt. Hon tók reimina úr buksunum og bant barnið upp á bakið, so fór hon til gongu til næsta hús. Tað var eitt hvítt hús við nógvum jólaperum og øðrum pynti uttanfyri. Konan í húsinum var bæði blíð og týð, hon bjóðaði Niko bæði mat og song og alt. Og hon lovaði, at barnið skuldi onga neyð hava, hon skuldi nokk lata tað til foreldrini.

Niko var væl til passar, mett og væl sett, tá ið hon helt á Hórisgøtu í fagrasta veðri, tað var í lýsingini, men stjørnur vóru enn at síggja. Áðrenn hon var farin frá húsunum á Oyrareingjum hevði hon pussað urið so fast og skjótt, sum hon var ment, og knappliga slóknaðu tølini og tað brakaði í urinum, sum okkurt var rustað. Øll tølini vóru burtur eina góða løtu, Niko hopaði ikki, at hon hevði brotið urið, tí hon átti ikki urið. Nú meðan hon sat og hugdi at urinum, kom eitt tal til sjóndar, og tað var null. Null, hugsaði Niko, tað er ikki ein gong eitt tal, null er einki.

Tá ið Niko var komin niðaná, sá hon tvey fólk koma, ein mann og eina kvinnu, tey leiddust ella hann styðjaði hana. Tá ið tey komu nærri, hoyrdi Niko hvat tey prátaðu um. Hann segði – Jamen góða, har var einki pláss á hotell Føroyum, og tú vildi ikki inn á Natostøðina í Mjørkadali. – Nei, segði konan, har fari eg illanstíð, eg eri pasifistur. Nú sá Niko , at konan var so øgiliga tjúkk, og Niko visti væl, at tá ið konur høvdu so stóran búk, høvdu tær eitt barn í búkinum. –Jamen segði konan, -ætlar tú at eg skal eiga hetta barnið úti? Tí eg føli, at tað verður skjótt. -Vita um tú orkar at ganga yvir til handa garðin har yviri, eg haldi, at eg síggi eitt seyðaból ella eitt seyðahús har yviri, segði maðurin. Og tey fóru spakuliga yvir ímóti einum seyðahúsi sum stóð undir einum bakka.

Dec 10, 2014

Tá ið Niko fór til Havnar 11

 
(LOYSN 10: Tornarósa, hoyrir til 9. des)
Ein søga um Niko, sum er á veg til Havnar at fara til sjónleik. Hon býr á Viðareiði. 
Meðan Niko situr og hvílir seg við koyrivegin á Kjalnesleiðini, nú hoyrir hon dun av hestahógvum aftanfyri seg, hon hugsar, tað man vera ein av hasum riddarunum av Selatrað ella úr Hósvík, kanska geitarbukkurin, men tá ið hon vendir sær við at hyggja, nú er tað ein genta. Gentan ríður fullspeed á einum stórum hesti. Tá ið gentan sær Niko, togar hon í teymarnar og sigur prrrr!!! Hesturin bráðsteðgar. –Hey! Hvat gert tú, hvar fert tú? Spyr gentan . –Eg hvíli meg. Eg fari til Havnar at vitja ommu, og so fari eg til sjónleik, sigur Niko. –Skula vit fylgjast sigur gentan, eg skal til Vestmanna, so kunna vit fylgjast til Kollafjarðar. –Ja, segði Niko, men tú situr so høgt uppi, eg fái næstan ikki prátað við teg. –Jamen tú skalt eisini ríða, sigur gentan. Bukka teg niður, segði hon við hestin , og píkasjey, hesturin legði seg á knæ við frambeinunum og lovaði Niko at gleiva yvir um seg. Meðan tær ríða, práta tær um alt møguligt. Niko er øgiliga glað, at hon er sloppin á hestbak. Tann fremmanda gentan sigur, at hon eigur eisini eina ommu í Havn, men sjálv býr hon í Vestmanna, einsamøll í einum húsum. –Ha einsmøll? Spyr Niko. Ja, tú kanst gott sleppa at vitja meg, men tú mást minnast til at í mínum húsum liggja øll við beinunum á høvdalagnum og høvdinum á fótalagnum. Um tú kemur, kunna vit fara at baka ella fanga tjóvar ella okkurt annað stuttligt. Vit kunna eisini spæla apukatt. –Hvat er tað at spæla apukatt? Spurdi Niko. Tað er at klúgva uppi undir loftinum og kappast við harra Nilson. Niko varð næstan í ørviti, sum henda gentan prátaði. Knappliga síggja tær ein bil, sum kemur við fullari ferð og bremsar við hvínadi bremsum og skreiðir eftir vegnum, tá ið hann steðgar liggur ein seyður pinnastillur framman fyir bilin. -Og píka!, segði gentan, hasin má fara til løgregluna at boða frá, tí seyðurin liggur og pínist, og bóndin skal hava endurgjald.
clip_image002
–Hvussu veitst tú alt hatta? Tað er tí at eg gangi ikki í skúla, men havi av tí sama tíð at fylgja við øllum sum fyriferst. Nú síggja tær, at maðurin koyrir uttan um seyðin og setir ferðina upp. –Píka, segði gentan, hann ætlar at stinga av! Tað skal hann ikki sleppa! Og hon vendi hestinum og segði við hann -Renn! Tí nú ræður um! Niko, mundi dottið afturav, tá ið hesturin knappliga setti ferðina upp, men hon fekk í aðra flættuna á gentuni og helt. Bilurin var ein grønur mazda, og hann fór sum ein pílur eftir vegnum. Rossið var ein grá ryssa við hvítum prikkum, hon fór niðan í hagan og tvísporaði so sama veg – norðureftir.



Dec 9, 2014

Tá ið Niko fór til Havnar 9

LOYSN 8: Eldførið (H.C. Andersen)

 

 

Í Hósvík var so øgiligt fólk á gongd. Niko sá, at tey fóru øll í bygdarhúsið. Tey flestu skundaðu sær, nógv av teimum runnu. Niko bleiv forvitin, so hon fór aftaná. Uttan fyri dansistovuna stóðu tvey ross, annað skínandi svart og hitt kritahvítt. Niko hevði altíð ynskt sær eitt ross, hon fór yvir og streyk teimum um snáina, hon hevði so gjarna viljað sloppið ein ríðitúr. Tá sá hon, at ein geitarbukkur stóð eitt sindur burtur frá. Niko fór yvir og skuldi kína honum eisini, men hann sletti við høvdinum og vendi hornunum ímóti henni, so hon skundaði sær burtur. Hon troðkaði seg inn um dyrnar, har var øgiliga trongt, men tá ið hon kom nakað inn í gongina, sá hon inn í dansistovuna. Har sat ein so alvøkur genta og hjá henni stóðu tríggir dreingir. Tveir teirra vóru fínir, í flottum jakka og fjøðurhatti og hvítum hosum og litføgrum hosubondum, annar hevði eina bók í hondini og hin eina fiól. Hin triðji var í stoppaðari troyggju og bøttum buksum, hann var í ongum hosum, men bara í tuflum. Hesin triðji stóð við eini kráku í aðrari hond og eini tuflu í hinari, og hann helt talu. Hann segði, at hann vildi fegin hava gentuna til konu, men fyrst ætlaði hann at kóka hesa krákuna í hesi tufluni, eftirsum at kokkurin longu hevði tendrað komfýrin. Niko hugsaði við sær, at um tú setir tufluna út á ein heita kókiplátu, so kemur eldur í hana, men nú fór Niko yvir til sjálvtøkuborðið at fáa sær breyð og mjólk.

clip_image002

Meðan hon stendur og etur breyð við sjoko uppá, hoyrir hon ein perlandi látur , tað er hin pena gentan, sum flennir. Og nú sær hon gentuna og drongin við krákuni fara rennandi út, bæði seta seg á geitarbukkin, og burtur eru tey. Øll fólkini fóru út í dyrnar at hyggja, men skjótt komu tey inn aftur og fóru at fáa sær at eta.

Dec 6, 2014

Tá ið Niko fór til Havnar 7

LOYSN 6: Risin og kellingin (føroysk søgn)

Tað var ein øgiliga langur teinur at ganga til brúnna, tað var farið at kava, og Nikolina var nokso móð. Hon hevði gist á Eiði, men var farin heilt tíðliga upp fyri at kunna ganga, meðan tað var ljóst. Hon var farin upp í sólarrenningini, og tá ið hon steig út á trappusteinin, kom sólin akkurát upp, himmalin var reyður og gulur. Sum hon stendur og nýtur sýnið, hoyrir hon eitt andskræmiligt skríggj –Flýttu þér, sjáðu sólina! Hon bleiv illa við, men aftaná var púra kvirt, so var hon farin til gongu suðureftir tann vegin, sum fólkini høvdu greitt henni frá, at Havnin var.

clip_image002

So nú gekk hon á brúnni, eingir bilar vóru enn, tí klokkan var ikki meiri enn 7 á morgni. Av brúnni sá Niko yvir á Nesvík, og har var onkur uppi sá hon, ein smágenta gekk í fjøruni og hentaði skeljar. Hon var í reyðari húgvu og stríputum sokkabuksum. Mamma hennara stóð aftanfyri hana við eini tasku, -Hvat gert tú? spurdi hon gentuna. –Eg henti skeljar til ommu, hon kann brúka tær at pynta við í urtagarðinum, og so ætli eg mær eisini at taka lyng í haganum, so kann hon gera sær eina jóladekoratión. –Ja, men nú skalt tú fara, nú er dagur komin, hygg tak taskuna, ynsk ommu góðan betring og heilsa henni frá okkum. Ja mamma, segði gentan. So fór gentan beina leið niðan í hagan, tí hon skuldi vitja ommu sína, sum var sjúk. Omma hennara búði á ellisheiminum í Streymnesi , og tey plagdu bara at ganga gjøgnum hagan. Niko fór aftaná við urinum í lummanum. Nú sá Niko, at gentan legðist at henta lyng, hon stappaði lyngin í taskuna. Meðan gentan liggur á knæ og slítur lyng, nú kemur ein gomul kona til hennara. –Hvar fert tú lukka. –Eg fari at vitja ommu, tí hon er sjúk. –Hvar býr omma tín lukka? spyr hetta, men Niko helt, at tað var ikki ein kona, men okkurt, sum var latið í sum ein gomul kona, tí málið var so undarliga hart og grovt. –Hon býr......nei tað sigi eg ikki, og nú má eg skunda mær, segði gentan, og burtur var hon. Tá sá Niko , at konan læt seg úr frakka og húgvu og hárið og nøs og øllum og hvarv niðan í mjørkan.

Dec 5, 2014

Tá ið Niko fór til Havnar 6

LOYSN 5: Nykurin á Eiði (føroysk søgn) clip_image002

http://snar.fo/sagnir/eidi/nykurin/

Móti kvøldi sá Niko Havnina, ella tað sum hon helt var Havnin, nógv hús, nógv ljós og ein stór kei. Hon sá eisini út í hav, veðrið var frálíkt, mánalýsi og stilt. Niðri við sjógvin sá hon, at ein fótbóltsdystur var í gongd, og hon kendi, at annað liðið var EB-Streymur, hon kendi búnarnar, tí hon og pápi hennara hildu nevniliga við EB-Streymi. Ikki nógv fólk var og hugdi, við annan endan á vøllinum stóðu tveir stórir steinar, ein stórur og tjúkkur og ein meiri klænur. Niko rann oman til vøllin, -Vinna teir í EB Streymi, spurdi hon eina konu. –Noy, ikki í dag, men toyr vunnu í síðstu viku har suðuri í Havn. Har suðuri í Havn? Hvar var hon so? Hon noyddist at spyrja, sjálvt um tað var eitt sindur skammiligt ikki at vita, hvar hon sjálv var. – Tú góða ert á Eiði, segði konan, Havnin er handan vegin suðureftir. Og so yvir um brúnna.

clip_image004

Niko hugdi rundan um seg, hon hopaði, at eingin hevði hoyrt, at hon visti ikki , hvar hon var. Nú sá hon, at báðir teir stóru steinarnir stóðu ikki longur við vøllin, teir vóru fluttir eitt fitt petti. Hetta var løgið, Niko fór beinanvegin yvir til steinarnar at kanna málið. Nú hoyrdi hon okkurt, tað ljóðaði, sum steinarnir snakkaðu, -Tann stóri segði –Tað ber ikki til at hyggja at fótbólti nú, vit verða ov sein til at gera ørindini, nú er longu seint. Hin langi klæni steinurin svaraði –Nei,nei, vit skunda okkum bara, eg skal klúgva upp, so togar tú, OK? Og Niko mundi verið púra býtt, tá ið hon hoyrdi steinin svara á íslendskum, “já elskan.” Niko skilti eitt sindur av íslendskum, tí at hon hevði nevniliga eina gummu, sum búði í Íslandi, og hon plagdi ofta at kalla Niko “elskan”. Um eina stund vóru steinarnir komnir heilt oman í sjóvarmálan, løgið hugsaði Niko, akkurát sum hesturin, alt sum eg síggi fer útí, munnu steinarnir duga at svimja?

Dec 3, 2014

Tá ið Niko fór til Havnar 4

LOYSN 3: Robinson Kruso

 

Niko gongur so hugagóð í undirsjóvartunlinum millum Klaksvík og Leirvík við urinum í lummanum. Hon hevur hongt fleiri endurskin upp á seg, bæði aftan og framman og á høvdið og á bæði bein. Hon sær út sum eitt jólatræ, sum er farið til gongu, hvørja ferð ein billykt lýsir á hana.

Hesin tunnilin er breiður og ljósur, har er enntá eitt ljóslistarverk inni, Niko stendur eina góða løtu í tí bláa ljóshavinum og hyggur.

clip_image002

Tá ið eingir bilar eru, er ein egin, løgin friður inni í tunlinum. Hon hoyrir okkurt dryppa, drypp-drypp-drypp, og tað blágrøna ljósið skyggir blunk-blunk í eyguni á henni. Knappliga sær hon okkurt hvítt í tí bláa, tað er ein hestur, og á hestinum situr ein maður í bláum kappa við gullspenni undir øsinum. – Við síðuna av hestinum stendur ein genta, so vøkur sum sólin, síðar gular flættur og reyðan kjóla við gullkantum. Hon rættir manninum eitt vínglas, vínið skyggir reytt í glasinum. –Drekk nú, sigur hon, so verða vit altíð saman. Niko er so spent, hon roynir at krympa eyguni saman til at síggja betur. Maðurin rættir hondina út, og Niko heldur , hann fer at fáa sær at drekka, men alt í einum slær hann glasið úr hondini á gentuni og rópar –Nei, nei! Glasið fer í smæsta smildur, og maðurin vendir hestinum og fer tvísporandi avstað, hógvarnir duna í tunnilsvegginum, tá ið ein bilur kemur við nógvari ferð. Niko hevði verið so spent, at hon hevði staðið og kroyst urið í nevanum niðri í lummanum. Nú tók hon urið upp og sá at pinnurin, tí tað hevði bara ein pinn, vísti á 1105. Hon hugsaði, antin er hatta árið ellivuhundrað og fimm, ella er tað fimm minuttir yvir ellivu. Niko fer aftur til gongu við urinum í lummanum, og hon hugsar um, hví reiðmaðurin var so bráður at sleppa sær avstað, og hví hann mundi ikki vilja hava at drekka.

Dec 2, 2014

Tá ið NIKO fór til Havnar 3

 

(LOYSN 2: Snjóhvíta)

Nú gekk Niko eftir fjøllunum til Klaksvíkar. Henni dámdi ikki at fara ígjøgnum tunlarnar, teir vóru so myrkir og treingir, at um ein bilur skuldi komið, so var næstan ikki pláss fyri bæði bilinum og Niko.

Nú sá hon ljósini í Klaksvík, sum tað var ein stórur býur. Niko hevði verið í Klaksvík fyrr, tí hon hevði verið og svomið við skúlanum. Skuldi hon kanska farið at svomið, tá ið hon kom til Klaksvíkar?

clip_image002

Tá ið hon kom í Strandadal, sá hon eitt skip útfyri. Eitt jólatræ hekk í mastratoppinum. So er hetta nokk eitt skip fult av jólagávum, hugsaði Niko. Nú sær hon ein mann, sum lorar seg niður á sjógv í einum bjargingarbáti. Hann hevur ein pappageyk á økslini og byrsu um herðarnar. Tá i ð báturin rakar sjógvin setist maðurin at rógva. Nú hoyrir Niko, at teir umborð rópa á mannin – Robin! Robin! Tað er ikki her! Tað er ikki enn! Hetta er ikki tann oyggin! Nikolina helt , at hetta sá spennandi út. Hon fór at renna og kom við fullspeed oman í fjøruna, akkurát tá ið tann fremmandi steig á land. –Do you speak English, segði hann. Niko visti ikki, hvat hon skuldi siga, nakað av enskum dugdi hon úr sjónvarpinum –A little sindur, segði hon, og skjótt vóru tey bæði á veg til Klaksvíkar. Fremmandamaðurin fortaldi Niko, at hann var eingilskmaður og var rýmdur heimanifrá, tí at pápin ætlaði at noyða hann at verða handilsmaður. Nú helt hann, at kanska hann fór at búseta seg í Klaksvík. –Let’s go swimming segði hann, og Niko helt, tað var eitt frálíkt hugskot. Í svimjihylinum fóru tey at kava og svimja kapp. Niko svam undir vatninum, og tá sá hon okkurt sum lá og skygdi á botni. Hon skundaði sær upp at anda og fór so sum ein pílur niður á botn. Tað var eitt ur, men eitt sum toldi vatn. Niko helt urið sá løgið út, tí at tølini vóru als ikki sum á vanligum urum. Tey sóu meiri út sum árstøl. Niko fór við urinum til avgreiðsluna, og tey søgdu, at hatta urið mátti mann bara lata til politiið. Ja men eg fari til Havnar, har kann eg lata politinum tað, var Niko so skjót at svara. Tí hon var eitt sindur spent at vita, hvat hetta urið vísti. Kanska var tað eitt gandaur?

Dec 1, 2014

Tá ið Niko fór til Havnar 2

Hon læt seg væl í og skøddi seg, og so fór hon til gongu. Í fyrstani gekk hon á vegnum, men so vóru so nógvir bilar, at hon fór ígjøgnum hagan. Hon fann væl vegin, hon visti, at fyrst skuldi hon til Hvannasunds og síðani til Klaksvíkar.

clip_image002

Hon ræddist ikki at ganga, men hon bleiv eitt sindur kløkk, tá ið hon knappliga hoyrdi onkran tosa langt uppi í haganum. Hetta nærkaðist, og Niko krógvaði seg aftan fyri ein stein. Tá sá hon nakrar menn koma gangandi, teir gingu á rað, hon taldi teir, ein-tveir-tríggir...sjey vóru í alt. Teir høvdu allir spaka ella eyrhakkara á økslini. Nú vóru teir so nær, at hon skilti, hvat teir tosaðu um. – Nú verður gott at fáa nátturða, segði ein. –Ja, hvat gott man hon hava til okkara í kvøld, segði annar. –Eg veit, segði tann minsti, vit fáa pannukakur! – Tvætl í teg, segði tann elsti, hann hevði fult skegg og grova rødd, tað fingu vit í gjár. –Eg hopi bara ikki, at hin gamla konan hevur verið aftur og selt okkurt, segði hin grovmælti. –Eg vil hava pannukakur, segði hin lítli. Niko visti ikki, hvat í verðini teir tosaðu um, men nú ið teir vóru nær, sá hon at teir vóru so smáir sum børn, ja sum hon. Hon bleiv so forvitin, at hon fór aftaná teimum.

Teir fóru inn í eini lítil hús, og Niko fór aftaná. Har var ein so serstakliga vøkur genta inni, hon hevði ravnsvart hár, hvítt hold og reyðar varrar. –Sum tað er gott, at tú ert inni, segði ein av monnunum, hevur hin gamla ikki verið í dag? –Jú, segði gentan, hon vildi selja súrepli, men eg segði,at vit áttu so nógv súrepli og bað hana fara.

-Gott kvøld, segði gentan við Niko, hvussu eitur tú? –Eg eiti Nikolina, men øll kalla meg Niko, svaraði Niko. –Vilt tú hava nátturða saman við okkum?

Nov 30, 2014

LITTERERUR JÓLAKALENDARI 1. desember

Útvarpið og sjónvarpið spenna seg út til jóla. Í fleiri vikur hava vit hoyrt lýsingarnar um jólakalendarar til tey stóru og til tey smáu, spennandi. Elin á Rógvu hevur skrivað leik til útvarpið, og tónleikurin er eisini føroyskur, og sjónvarpið sendir ein norskan jólakalendarafilm.

Bloggurin fer at hava eina jólakalendarasøgu. Gita nær hon byrjar! Ja! kollgitt, hon byrjar 1. desember klokkan 00.00

Tað er ein LITTERER JÓLAKALENDARASØGA: FINN SØGUR Í SØGUNI. Í næstan øllum pørtum er ein søga fjald, loysnin til hvønn part kemur dagin eftir, áðrenn næsta part, sjálvandi bara, um nakað svar var at finna.

 

Tá ið Niko fór til Havnar 1

Eina ferð var tað ein genta, sum æt Nikolina, men øll kallaðu hana bara Niko. Hon búði á Viðareiði saman við mammu síni og pápa sínum. Niko var 11 ár og gleddi seg til jóla. Hon ynskti sær grímur og gekkaskortar og sminku og hattar og alt sovorðið , sum mann kann brúka, tá ið mann spælir sjónleik. Tí Niko elskaði at spæla sjónleik, onkuntíð spældi hon saman við øðrum børnum, men hon tímdi eisini væl at spæla einsamøll. So spældi hon fleiri leiklutir sjálv. Einaferð helt mamman, at nógv børn vóru og vitjaðu Niko, tí at hon hoyrdi tey tosa saman í kamarinum. Trý børn, tvey av teimum argaðu tað triðja, tað barnið, sum bleiv argað fór at gráta, og mamman kom inn at ugga og fáa alt í rætt lag, mamman hevði tríggjar sleikipinnar við inn í kamarið. Men tá ið hon kom inn, var Nikolina einsamøll, tað var hon sum argaði, og eisini hon sum lippaði, og mamman gav henni allar sleikipinnarnar. So væl dugdi Niko at gera røddir.

clip_image002

Niko hevði hoyrt í útvarpinum, at ein sjónleikur – ein barnaleikur – var í sjónleikarhúsinum í Havn. Hon spurdi mammu sína, um hon kundi sleppa, men tað var tvørt nei. Leikurin skuldi spælast til jóla, og Niko, sum kundi vera treisk, tá ið tað stakst uppá hana, vildi og skuldi síggja hann. Hon hevði verið í Havn fyrr, hon átti eina ommu í Havn, hana ætlaði hon sær at vitja eisini. Fyrsta desember um morgunin sníkti hon seg frá húsum. Tað var myrkt, men Nikolina hevði lummalykt, og hon var so hyggin, at hon tók eyka battarí við.