Apr 30, 2012
Mánadagur í apríl
Hesin bólkurin sat á bókasavninum og arbeiddi. Tey eru Hans, Sudarat, Tóraldur, Kristina og Sanna.
Síðani var Leonard Cohen á skránni, og at enda ein tími við eykaføroyskum.
Í kvøld víst Magna, at hon hevur lært at koyra á bilbreytini hjá beiggja sínum, aftur og aftur fekk hon bilin at drøna oman brekkuna. Men hann skuldi venda rætt, bæði út og inn og upp og niður. So tað kravdi nakað av motorikki.
Apr 29, 2012
Endaveitsla 2012
Ikki færri enn 32 lærarar høvdu teknað seg til veitsluna hjá 3.s og 2.HF í ár. Fyrst fingu vit eitt glas av sjampanju, og so vórðu vit fotograferað, allir lærararnir. Tá ið vit fóru til borðs, víst tað seg, at tað var ikki gjørt eitt læraraborð, sum ofta hevur verið. Lærarasr settu seg tískil hjá “sínum” flokki. Eg hevði ongan flokk, sum so, tí eg havi hástig og also 3 flokkar. Eg setti meg bara har, pláss var, og tað var hjá 09z. Tað stuttligasta var at síggja, hvussu fín tey vóru. Fleiri gentur vóru stroppaleysar, summar høvdu bert bak, fleiri høvdu sera stuttan kjóla, og nógvar høvdu síðan kjóla, onkrar vóru í gullkjóla. Eisini lærararnir høvdu snollað seg, teir vóru ikki at kenna aftur. Hoyrdi í kvøld, at lærararnir í Hoydølum eru víðagitnir fyri at ganga keðiliga, ófantaliga og ómodernað ílatnir. Men hygg ar Anniku á hesari myndini, hon lýsir!
Talurnar vóru stuttligar fleiri, eitt nú tann hjá Rólanti. Rólant dugir so væl at halda røðu. Hann tekur eitt orð ella ein setning – ofta á fremmandum máli – og brúkar tað til at lýsa støðuna ella fólk osfr. Í kvøld var tað heilsanir úr Senegal og Suðurafrika, sum vóru beinagrindin í taluni. Tann úr Suðurafrika var frá Desmond Tutu. Næmingarnir høvdu gjørt undirhald 3.x hevði gjørt ein sang, og fleiri filmar vórðu vístir.
Eg bar mína heilsan fram á enskum, Cohen-poem. Tað var ein yrking, sum partvís endurnýtir Cohen, sum vit hava lisið í flokkinum. Vita, um tú sært, hvussu mong sitat eru.
Like a worm on a hook,
You’ll be crouching over a book,
When I meet you by the rivers dark,
To hand you the final mark..
--- before you leave Boogie Street
You were sentenced to three years of boredom
Well it’s over now....you leave Boogie Street...
The Scottish play was a hurdle,
It made our blood curdle
By the rivers dark – we panicked on
Metaphors and murders ..
Well it’s over now ... you leave Boogie Street..
I did my best, it wasn’t much,
I’ve told you the truth, I didn’t come to fool you ....Hallelujah
...
The file on you complete yeah... Hallelujah
And I thank you, I thank you for doing your duty,
And sharing your beauty.
Apr 27, 2012
Flaggdagur og eitt persónligt met
Vit fóru nakað seint heimanífrá, tí júst henda dagin svav Magna líka til 14.45, á vit skundaðu okkum heimeftir. Tað var forbiðið kalt, og Herbert helt, tað var langt at ganga. Á Vaglinum var nógv fólk, og røðan var fín. Nógvar viðmerkingar hava verið á FB um røðuna. Summi halda, at ein flaggdagsrøða skal vera til øll og ikki vera politisk. Hvussu kann mann vera ópolitiskur, um mann skal tosa um flaggið? Jú mann kann tosa um hendingar undir krígnum ella rósa ÍSB, at tey kappast undir Merkinum, tá ið tey eru uttanlands. Onkur heldur, at røðan hevði hóskað betur á einum tjóðveldisflokstingi. Onkur var vónbrotin, tí at hon var ikki nóg skaldslig og háfloygd.
Tað var sum sagt rættiliga kalt, so tað var fínt, at flaggdagscafé var í Perluni aftaná. Har sóu vit Baltasar, hann sá so bilsin út. Nú kom Turið frá arbeiði, og klokkan nærkaðis úlvatímanum. Og nú kemur tað persónliga metið, nei tað var ikki í flaggdagsrenningini. Eg tók barnavognin og fór heim til gongu, og klokkan 16.45 stóð eg í kø hjá Poul Restorff, og kl. 17.30 var døgurðin á borðinum. Wokkað grønmeti, grønt salat og høsnarungi í karri (ikki keypt liðugt) og rís. Eg var sjálv nokso errin.
Apr 24, 2012
Várkvøldseta 2012
Sum vanligt var nógvur sangur og tónleikur at hoyra á kvøldsetuni. Flokkarnir og valholdini sungu og spældu slíkt, sum tey hava arbeitt við hesa hálvuna. Í durinum var kaffi og køkur at fáa til keyps. Fyrstuflokkarnir u, b, a. ð og pqr vóru á pallinum hvør sær og eisini allir saman. Rytmiska kórið í Hoydølum varð væl fagnað við musicalsangunum “I dreamed a dream” úr Les Miserables og Bohemian Rhapsody, sum kundi verið ein musicalsangur, segði Hans Pauli Tórgarð. Sum ofta hevur verið vanligt vóru nakrir 4. s’arar við í kórinum. Tíverri veit eg ikki, hvussu øll hesi ungu eita, men onkran av teimum hava eg í enskum ella føroyskum. Tað er ótrúligt at síggja, hvør kraft og musikalitetur býr í tí stillu gentuni, sum neyvan letur munnin upp í føroyskt tímanum, men sum syngur við fullari styrki og fullum drama á pallinum í kvøld. Cool at tey sungu ein Cohen sang, tí vit lesa akkurát Leonard Cohen í hástigsflokkinum nú. Eisini blásarar og klaverleikarar og trummuleikarar vóru ímillum tey leikandi. Myndatólið er serstakliga illa hóskandi til at taka myndir í samkomuhøllinum í hálvalýsi, blitsið røkkur ongan veg, og um tú sumar, verður myndin óklár.
Hans OLivur, Hans Pauli og Zacharias høvdu eitt strævið kvøld, men eisini nøktandi.
Bæði næmingar og foreldur og lærarar vóru millum áhoyrarnar
Birgit og Sharon høvdu leitað sær á konsert
Árni Winther var komin at hoyra dóttrina syngja og spæla
Hrsar báðar sungu á fronskum, tað er meiri sjáldsamt.
Apr 22, 2012
Bygdarveitsla við Gjógv
Tey duga bara hattar har!
Turið systir og eg løgdu av stað fríggjakvøld, nýtt køliskáp til Hoygarðin við í bilinum. Leygarkvøldið fóru vit í veitslu, heimanífrá í góðari tíð. Í durunum stóðu tvær smílandi damur og bjóðaðu vælkomin. Katrin Gullbein fortaldi, at nógv var broytt, síðani hon kom til Gjáar við sjeikinum í ball. Tá sótu allir (gomlu) dreingirnir fyri seg, so hon sat slett ikki saman við Óla Jákupi. Og dreingirnir flentu og søgdu, at nú hevði Óla Jákup fingið sær sjafør. Borðreitt var til 140 fólk, Gjáargarður stóð fyri matinum, forrættur var dampaðu tosku v/grønmeti, døgurðin var neytakjøt við reyðrótamiksi og eplum og sós, og omaná var jarðberjadessert. Alt var porsjónsanrættað. Afturvið var hvítt og reytt vín. Borðhaldið var stak gott og stuttligt.
Lokalt skemt var, og eg má siga at Kristjan Jákup og Símun og Olaf og Óla Jákup kláraðu ta uppgávuna til UG.
Lasse KLein hevði hugleiðingar um summarferiur við Gjógv sum barn, og sangir vóru í passaligum tali.
Apr 20, 2012
Cuisine francaise
Tey hava rættiliga rullað seg út, leykterta, salade nicoise, tiramisu, baquettes, jambon bayonne og so framvegis, ikki at gloyma Annfinnsa ‘quelque chose rien’, sum smakkaði sum luft, ella tað VAR luft. Alt smakkaði so væl. On va a Paris, n’est ce pas?