Í dag er ein mánaður síðani Hans Marius fór til gravar, og í morgun tá ið eg fór í hansara sólhatt úr Slettestrand, føldi eg , at sorgin er við í ferðini, kropslig pína og møði mátti dvína eitt bil fyri sálarpínu. Men dagurin í dag hevur verið góður. Í dag var ikki regn, vit gingu gjøgnum vínakrar og olivenlundir, ikki so grúiliga høgt, bara passaligt. Tíverri hevur Turið fingið eina stóra bløðru á hælin. Eg hopi tað javnar seg.
Myndatekstur: 'utsýni á camino - tær eta matpakka í Lorca
Fótplástri "Compeed" er eitt must til blørutar bibbur, tekur pínuna burtur beinavegin og so verður man gonguførur in no time! Vónandi fæst tað har! ;) Framhaldandi góða ferð!
ReplyDeleteVóni at mødin og kroppsliga pínan gerast minni so hvørt sum "gerdandisdagurin" meldar seg. Má siga meg einiga vid Turid: Compeed er eitt MUST tá apostlar profetsins skulu herdast. Góda ferd vídari! ElsaSúsanna
ReplyDelete