May 30, 2010
Buen Camino 19
Í dag hava vit gingið ca. 22 km., vit eru nú staddar í Rabanal, sum liggur 1200 m. yvir havi, í morgin fara vit upp í 1500 m., har er hægsta punkt á allari leidini, jarnkrossurin, Í kvøld hava vit verið til vesper, gregoriansk messa, tveir prestar messaðu í felag, og har var roykilsi og alt. Full kirkja av pílagrímum, religiøsum og verðsligum. Tey vóru nokso international, tí liturgiin var ljósritað á ymsum málum, og lisið var upp á fleiri málum. Men nú er...........(hatta var í gjár, knappliga var evran uppi, tú fært 20 min. onkuntíð 30 min á interneti fyri 1 evru), Í dag er 31. mai og vit eru longu komnar upp á pláss í Acebo, vit hava gingið 18 km. Høvdu avgjørt at gista her, tí nú er alt ber undanbrekka, og tað er so strævid. Annars var dagurin í dag tann allarvakrasti á øllum túrinum, vit fóru upp í 14-1500 m. hædd og høvdu so fagurt útsýni allan dagin. Gøtan var góð eyrgøta randað við lyngi og blómum, fjøllini stóðu litrík allastaðni rundan um okkum. Eg seti onkrar myndir, sum tó ikki eru rættvís endurgeving av fagurleikanum.
Subscribe to:
Post Comments (Atom)
No comments:
Post a Comment