Jun 30, 2022

Ísland - vestfirðir 3

Vit gistu í Ísafirði 16. og 17.juni

 Tað var herligt at koma til Ísafjarðar. Ein fittur býur eftir hesar smáu bygdirnar. Har vóru vit bodnar í 60 ára føðingardag. Tað var Dommi,sum fylti, hann og konan Jóna eru vinfólk hjá Ingu Rósu og ja hjá okkum. Tey búgva í faktorshúsinum, tey arbeiða á savninum og faktiskt búgva í einum parti av savninum. Í Ísafirði eru matstøð og barrir og stórt bókasavn. Ferðavinnan trívist, har vóru stór ferðamannaskip við kei og á reduni. 

Nýggja kirkjan á Ísafirði, tann gamla brendi fyri nøkrum árum síðani. Skíðaskálin, sum er uppi millum fjalla, eitt sindur áðrenn tú kemur til Ísafjarðar.




Jóna og Dommi til arbeiðis á upplýsingini

















Ísafjørður liggur niðri á oyruni í Skutulsfirði, har er ein gongustígur fram við sjónum. 

Tjóðardagin fóru vit eins bátsferð, vit sigldu av Ísafirði til Hesteyrar. Hesteyri er oyðibygd í Hesteyrafirði. Seinastu fólkini fluttu í 1952, nú eru bara summarhús í bygdini. Og ein kaffistova í fyrrverandi læknahúsunum. Læknin á Hesteyri flutti, tí hann helt seg fáa ov lítið av læknaligum royndum har. Vit høvdu ein leiðsøgumann, hann var polakkur, sum gekk rundan um bygdina við okkum. Eitt hann fortaldi var, at har hevði verið hvalastøð hjá norðmonnum, og teir høvdu givið bygdini eina so vakra kirkju. Men bispur helt, at kirkjan gjørdi betri nyttu á øðrum stað, so hann stjól kirkjuna. Nú er bara ein klokka har. Tey ringja við klokkuni til at ávara álvar, at nú kemur fólk.
Vit fingu súpan, og ein maður spældi langspil fyri okkum.







Siglingin var 1 tíma hvønn vegin, góður bátur, fitt manning.




Jun 29, 2022

Ísland - Vestfirðir 2

Vit koyrdu yvir Dynjandisheiði og so komu vit til náttúruperluna, fossin Dynjandi. Hann og hansara smáfossar vóru væl vardir ímóti ferðafólkum, men sóust væl av gøtuni. Eisini plantulívið var vart, nógv slík friðað náttúrustøð eru í Íslandi. 




Dynjandi

Nú gekk leiðin út á Hrafnseyri fram við fjørðinum. Hrafnseyri er savn til minnis um Jón Sigurðsson (1811-1879), forseta, sum varð føddur har. Ein av Íslands tjóðarhetjum, sum starvaði alt sítt lív fyri sjálvsavgerð og frælsi íslendinga. Hann verður kallaður forseti, var forseti altings, altingsmaður ísfirðinga og tingmaður íslendinga í Danmark. Vit vóru har 15.juni, og 17. juni var ætlanin at hava eitt stórt tiltak har.  




Um eg skal velja eitt og bara eitt náttúrufyribrigdi sum yndis, má tað vera áirnar, ein slík ovurnøgd av reinum vatni, brúsið og litirnir.  Vit komu til Thingeyrar kl. 18 og funnu gistingarhúsið "við Fjørðin". Tað serliga við hesum húsum var, at tey høvdu verið læknahús v. viðtalu á Thingeyri. So flott hús, sum Guðjón Samuelsen hevur teknað.

Ein flott trappa var upp á loftið. Kømrini vóru næstan øll
útgjørd við vesi og brúsu. Á Thingeyri var góð kaffistova og góð ferðavinnuskrivstova.  Aftur í morgun (16/6)  fóru vit at svimja, áðrenn vit hildu leiðina fram. Vit vitjaðu eisini Simbahøllina, har ein belgisk kvinna og ein danskur maður hava kaffihús. So sera hugnaligt og stílfult.


Simbahøll á Thingeyri

Tá ið vit fóru av Thingeyri fóru vit yvir Gemlufallsheiði, nú vóru vit á slóðum Gísla Súrssonar. Har stóðu vit í sama stað sum sagt varð: Nú falla øll vøtn til Dýrafjarðar.





16. og 17. juni gistu vit á Ísafirði á Mánagøtu 8. Framhald ...

Jun 28, 2022

Ísland - Vestfirðir

 Vestfirðir í Íslandi hava verið á ynskilistanum hjá mær leingi. Og nú gjørdist henda ævintýrferð veruleiki. Vit tríggjar systrarnar fóru nú, 12 ár eftir Santiago, pílagrímsferð við bili á Vestfirðir. Tað er stórfingið landslag har vesturi, 27 firðum koyrdu vit framvið og um vakrar, kaldar heiðar.

Á "Gráa køttinum", morgunmatarmatstova á Hverfisgøtu

Vit leigaðu okkum ein Toyota og løgdu avstað úr Reykjavík 14. juni. Allarfyrst fóru vit á Gráa køttin at eta okkum mettar. Fyrsta mál, sum bleiv sett í frú Toyotu var Borgarnes við Borgarfjørð. Frú Toyota tók okkum við í Hvalfjarðartunnilin. Fyrsta dagsleiðisngekk til Patreksfjarðar, hon var tann longsta, hugsi eg. Gististaðið var í privathúsum, eitt dupultkamar og ein song í stovuni. 

Turið, Toyota og eg

Nógva staðni stendur kirkjan púra einsamøll í landslagnum.

Á Patró hava tey eitt sjáldsamt minnismerki um Jón úr Vør. Yrkingar hjá honum eru settar rundan um ein lítlan platform mitt í bygdini. Hann er teirra stoltleiki, ein av teimum fyrstu modernistunum í Íslandi.

Skalvalop á Patreksfirði 1983





Tá ið vit høvdu verið og svomið og etið morgunmat, fóru vit aftur út á vegirnar. Vit avgjørdu at fara á Reyðasand, nú ið vit vóru í nánd. Men nánd í Íslandi kann vera rættiliga nógvir kilometrar. Á vegnum sóy vit eitt so sjáldsamt savn. Eitt skip. sum stendur uppi á landi og rustar. Tað er fyrsta stálskip í Íslandi, bygt í Noreg 1912, sett har í Ósafirði í 1981. Sera áhugavert at síggja, hvat íð náttúran ger við slíkan menniskjaskaptan lut. Reyðisandur er sera stórur, vit ætlaðu at ganga heilt út á sandin, men gøtan var ikki gongd, ella vit funnu ikki gøtuna. Ferðafólk noyðast eisini at gera okkurt sjálv :) Men fekk fleiri góðar myndir av "Garðari" BA64.








Í Ósafirði


Garðar, bygdur 1912, museum frá 1981







Næsta gisting er á Thingeyri, men vit sóu bæði Hrafnseyri og Dynjanda á vegnum. Framhald....

Jun 5, 2022

Frálík Vágaferð

Pakkhúsið í Bø

Vit fóru úr Havn um eitt tíðina, koyrdu eftir oyggj, men vit sóu ikki so nógv, tí at summarmjørkin lá yvir oynni. Men vesturi í Vágum var klárt, og bygdin Bøur var føgur at koma til. Vit fingu pláss í erva í Pakkhúsinum, útsýnið er ein uppliving í sær sjálvum. Maturin var góður og tænastan við. Tað er fyrstu ferð, eg eri í hesi matstovu, og vit vóru hepnar at hoyra nakað av søgu húsins, tá ið selskapið í neðra fekk eina frágreiðing frá matstovuvertinum. M.a. at Mikkjal á Ryggi hevði funnið hesa stóru tinnuna og nýtt hana sum sess í skammikrókinum í skúlastovuni.


Nú fóru vit biltúr til Gásadals, har var ferðafólk í bygdini og handilin opin. Vit hugdu inn og fingu eitt prát við harra Hraunfjørð.


Nýtt og gamalt trívist saman

Nú kom høvuðshendingin á túrinum, sum var fyrsta tilelvingin at fara slíka ferð: sjónleikurin Lykkenborg í Miðvági.

Lykkenborg


Tá ið eg síggi myndina av Lykkenborg við 108 rúmum minnist eg yrkingina hjá Gunnari Hoydal, Húsini, sum er um at byggja rúm til tað óperfekta. 

Í so mongum húsum hava vit búð....
.... 
eitt hús úr litum við rúmum til alt tað skeiva og veika og mjúka
Tey eru bara trý fólk á pallinum, hóast nógvar kreftir hava verið við til at seta leikin upp. 





Dánjal á Neystabø, Búi Dam og Kristina Sørensen Ougaard. Tey spæla øll fleiri rollur. Dánjal spælir klaver og floytar og trummar, og ljóðeffektirnar eru ótrúliga neyvar og ofta kløkkandi og ræðandi, og hann leggur eisini rødd til høvuðspersónin. Búi og Kristina hava eitt sera tætt og væl samanspælt samarbeiði. Skiftast um at vera høvuðsleikari og viðleikari. Teirra spæl er sum ein pardansur. Eru serskøltur og yvirlækni ella Pól Jóhannus og ein genta við hárinum í hurlivasa. Skiftini eru so leikandi løtt og henda beint fyri eygunum á okkum. 


Vit fáa søguna hjá Pól Jóhannusi frá barni, um Ebberødgaard og til hann kemur heim aftur. Sterk lýsing av smádronginum, sum ikki klárar seg í skúlanum, og sum verður happaður. Systirin roynir sítt besta, men tað er sera trupult, ja ógjørligt hjá henni at fáa drongin at liva eftir beinum linjum. Frú Bonnevie gjørdi vist ikki sín gerning í nakrari ringari meining, men harragud, sum nógvar familjur í Føroyum liðu undir tí. Smádrongurin skilur ikki danskt, sjálvandi, og hann heldur heilt uppat at tosa, tá ið hann verður sendur á Ebberødgaard, har børn eru sum eru sinke, debil ella idiot....sera rørandi og ræðandi kapittul. Ógvusligar hendingar, sum tey ikki firnast fyri at hava við á pallinum. Stutt síðani hava vit sæð ein annan leik um ein, sum var sendur til Danmarkar einsamallur sum barn Kom bara inn, eg skal ikki gráta.

Krígstíðin er við í leikinum, bæði 2. heimsbardagi, tá ið drongurin veksur til mans og seinni kríggj ymsastaðni í heiminum, sum verða havd sum mótsetningur til tað kreativa, positiva vaksandi húsi við nógvum skeivum rúmum.

Metaforikkurin er lætt fatiligur, t.d. tann beina linjan og lyklatyssið. Sera vakurt at síggja dansaran Kristinu tekna óbeinar linjur, tað er sum ein solodansur, og hennara mimikkur fylgir við, so at vit  síggja, at Pól Jóhannus nýtur at vera í teirri verðini. Kristina spælir sera innlivað alla tíðina, oversygeplejerske á donskum og strong og køld, systirin, sum grætur um beiggjan, sum er forlistur við Nýggjabergi og so sjálvandi Pól Jóhannus, sum er nokso nógv í villreiði.

Deiligur dagur í Vágum.