Feb 28, 2023

Turið 40

Havi nú í nakrar dagar leitað eftir einari metaforu, ikki bara onkrari metaforu, men einari stórari, sum umfatar alt lívið.  Lívið sum ein siglingsferð....lítlum báti rekist eg á...nei tað hevur Fr. Petersen brúkt, lívið sum ein breiður vegur við nógvari ferðslu ? ....ja, men tað brúkti Jesus jú....okey lívið er sum ein konfekteskja...nei tað hevur hann brúkt , hann sjálvur Forest Gump... 

Lívið er sum ein urð, ikki eitt ur - tað kundi tað eisini verið - men ein urð við ð. Grót allastaðni, smásteinar, stórir steinar, klípi og grús, rundir steinar og hvassir steinar, spískir og stingandi steinar. Slættar hellur og poknut grót. Og so gloprini, smá, smøl glopur og breið glopur, glopur so stór, at tú mást leypa við renningarlopi, og so hini, sum eru til støddar sum ein fótur, har fóturin verður fastur og bara fæst uppaftur, um tú letur skógvin standa eftir. Men so eru eisini klettar, klettar so stórir sum hús. Ein slíkur klettur - sum sigst í Vaagen - lívir av Føroyalandi. Undir klettinum er lívd, tú fært krokað undan regni og vindi, og tú fært hvílt teg og savnað orku til at fara aftur í urðina. Og nú koma vit til poengið: ein slíkur klettur er Turið í gerandisdegnum.

Lag: Stórhvalagildið

1.

1.       Eitt leygarkvøld í Havnini, her er eitt óført gildi

Mítt yngsta barn er 40, og 100 henni fylgdu.

Tí Turið hon er super sterk, stórt er hennar netaverk.

Leingi livi hon og væl minst 1000 ár aftrat.

2.

2.       Og Turið fær so nógv av skafti, tað eg tykkum sigi,

Í svimjing og í fimleiki - eitt barn á hvørjum liði,

So er hon í Ljósinum, so er hon í fjósinum.

Skjýtur, flettir hon um stund, so aftur norð á fund.

3

3.       Eitt vet av FOMO ella ei, vit elska hennar virki.

Í bindiklubb í nýggja York og síðan Hjalla styrki,

Dinner club í Havnini, dupult date í Skotlandi, 

kaviskeið í Afrika, metall í Kjøbinhavn.

4. 

So kreativ - vit minnast væl til hennar mongu grýlur,

sum sagnamyndir, gudamytur, tað er góður stílur,

Kópakonan, Salem heks,  Sleipnir hógvar tveir pluss seks,

Hodja flýgur langa leið á gandateppinum.

.Og síðan  allar kakurnar við barbie,  cars  og frozen.

Hon mixar eina shepherd’s pie, og allarbest er  sósin.

Sjútiárakringlufest , Turið altíð “best í test”.

Bommskeið, leirskeið, silvurskeið tá tilmelding er tøk.

6.

Í 2014 broytt’eg mína búadressu føstu,

at  njóta gott av serfrøðini hinumegin bróstið,

60pluss feilir, kropp og sál, telduhjálp og døgurðaskál.

Altíð bert eitt click away, eitt klikk so hjálpa tey.

 7.

  Tí toymið Holm Johannessen á Suðuroyavegnum,

Tey halda allar avtalur og fara upp við degnum,

Brúka hvørja løtu væl, ofta tíð til skemt og spæl.

Nýmótans familjulívið, tá ið tað er best.


8.       Mítt góða barn eg ynski tær, at ljósar liggja leiðir,

hjá tær og Halli, børnunum og øllum tí, tú eigur,                                                                                                   

Takki fyri ferðina, frá tú komst í verðina,

Halda vit so fram á leið í treysti hvør og ein.

 

Hjartaliga til lukku heilsan mamma









 


Feb 4, 2023

Seniorbólkurin í sjónleikarhúsinum

So stuttligt og hugnaligt at vera saman við hesum fólkum hvørja viku gjøgnum veturin. Hetta er tríðju ferð vit fara á pall: Fyrstu ferð var "Tuberklaleikurin" við Sóleyð Danielsen sum lærara. Aðru ferð "Tikk tokk, antikk" v. Súsannu Tórgarð, og nú er tað "Søgur úr Havn" v. Riu Tórgarð.


Tuberklaleikurin (2019)

Leikurin varð spældur á sanatori'inum Hoydølum, so stuttligt at nýta teir gomlu karmarnar. Sóleyð var ótrúlig, hon dugir alt møguligt innan sjónleik.



Tikk-tokk antikk


Leikurin TIKK-TOKK- antik var ein kabarettlík framførsla, mest skemt um, hvssu tann talgilda verðin kennist hjá gomlum.. Vit spældu hann bæði í Nólsoy og á Sandi. Henda myndin er tikin inni hjá Hannu á Reynatúgvu..


Hesin síðsti leikurin byggir á dagbók hjá Caroline Heinesen f. Restorff. Hon var mamma William, og tað sæst týðiliga, hvaðani William hevur sínar skaldagávur. Hon skrivar um fólk og hendingar í Havn, tá ið hon vaks upp og var ung.

Leikurin er skemtiligur, men eisini upplýsandi og í støðum syrgiligur, soleiðis sum lívið er – og eisini var fyri 100 árum síðani, tá ið Carolina var ung.

Sýningin er sett saman av smáum søgum. Øll fólkini, sum vit møta á leiðini, eru fólk sum hava búleikast í Havnini.  Vit møta Rasmusi Effersø og systrum hansara jomfrýrnum, vit síggja Schrøter prest. 

Okkara søgur úr Havn hava fingið íblástur úr tilfarinum hjá Carolinu Heinesen (1873-1944), men vit loyva okkum at hoppa eitt sindur runt í tíðarsetingini, so okkurt er langt áðrenn Carolinusa tíð.

Savnað tilfar: Bólkurin. Gjørt til leik: Ria Tórgarð. Hjálparleikstjóri: Margreta Næss. Ljós/ljóð: Suni Joensen og Kristinn Akursmørk.  Pallsmiðir: Hjálmar Dam, Búi Brattaberg, Poul Dávur Hammer og Ragnvaldur A. Jensen. Pallfólk/statistar: Búi Brattaberg og Ragnvaldur A. Hansen

 Leikarar: Bergljót av Skarði, Oddvá Nattestad, Eyrith G. Leyni, Anna Olsen, Gunhild W. Michelsen, Karin Djurhuus, Tóri í Hoyvík, Pól Joensen, Høgni Joensen og Bjørgfinnur Nielsen

 

Vit takka: Havnar Hornorkestri, Ólavi Jakobsen, Tróndi Olsen, Tjóðpalli Føroya, Mogens Lǖtzen, Poul J. í Horni og Føroya Landsbókasavni.

Frumsýning var 3. februar 2023.