Nov 29, 2020

Sólrun MIchelsen: Ein táttur er silvur

..fáur fær tráðin heilt slættan. Sólrún byrjar bókina “Ein táttur er silvur” við tí sera vøkru yrkingini hjá Jóhannu Mariu Skylv Hansen um lagnutráðin. Og tær lagnur, vit fylgja í bókini, eru bæði gull og silvur, men høvuðspersónurin Helena grætur mong beisk tár um sína lagnu, sum varð spunnin við liðum og hóllum á. 

Sólrún Michelsen sigur í KVF 21.nov. 19, at hon vildi fegin skriva um okkurt, sum ikki var skrivað um áður. Sum nevnt seinni í ummælinum eru summi av evnunum als ikki óviðgjørd í føroyskum bókmentum, men sjónarhornið ellla vinkulin og áherðslan, sum verða brúkt, eru nýggj og áhugaverd. Í hesi útvarpssamrøðu greiðir Sólrun eisini frá tveimum skjølum, sum vóru íblástur og grundarlag undir skaldsøguni. Ein styrki í bókini er tað sterka sambandið við søguligan veruleika. Hóast hetta er ein skaldsøga, eru veruligir persónar og hendingar settir inn í fiktiónina. Sólrun hevur sagt alment, at høvuðspersónurin í bókini upplivir slíkt, sum omma hennara livdi ígjøgnum, og tað, saman við góðum kanningararbeiði, ger søguna trúverda. 

 Í mangar mátar er hetta ein traditionell føroysk bók, sum tekur nógv “føroysk” evni upp. Bóndagarðurin og fiskaplássið sett upp sum mótsetningar, religión, sum ein týdningarmikil spælari á pallinum og kirkjuligur embætismaður mótvegis gamaldags føroyskari gudstrúgv. Sera nógvar rembingar eru í samfelagnum hesa tíðina, um aldarskiftið 1900. Heimamissión (1904), brøðrasamkoma (1879), Blái krossur (1904) - og allar hesar rørslur kappast um sálirnar. Tað konservativa føroyska bygdarsamfelagið tekur ikki ímóti nýggjum við opnum ørmum, men afturat mótstøðuni millum fólk hava rørslurnar so eisini hvørja aðra at berjast við. 

Í danmarkarpartinum eru aðrar rørslur lýstar eitt nú kvinnurørsla, sum Kathrina hoyrir um heima hjá systrini Elisabeth, og tilsipingar eru til t.d. Amaliu Skram og suffragettirnar. At lata ein part av søguni vera í Danmark gevur perspektivering og veitir fokus til dreymarnar hjá Helenu. Høvuðspersónur er Helena, sum er smágenta, tá ið søgan byrjar og gift kona við tveimum børnum, tá ið søgan endar í 1917. Presturin Moe er annar høvuðspersónur, hann er nýlærdur prestur, tá ið hann kemur til Føroya, strangur og harðrendur í orðum. Systir Helenu Kathrina er nakað væl eldri enn Helena og fer til Danmarkar at liva sítt lív. Hesi trý umboða ymsar tættir í samfelagnum og geva innlit í stættir og sosial viðurskifti eins og hugrák í tíðini. Helena er eitt av tíggju børnum, børnini fara út at arbeiða ella tæna, so hvørt tey fylla 14. Hon verður lýst sum vitug og arbeiðssom, og hon bregður frá hinum við sínum áhuga fyri bókum og tekning og eini frælsistrá, sum sæst í hennara dagbókarbløðum. Familjan hjá Helenu hoyrir til arbeiðarastætt, genturnar arbeiða í fiski ella sum arbeiðskonur, og dreingirnir eru til skips.

 Longu á ungum árum hugsar Helena, at hon skal ikki giftast. At eiga børn er bæði vandamikið og strævið. Mamma Helenu doyr í barnferð við tí ellivta, og Helena hugsar nógv um konurnar, sum eiga so nógv børn og hava tað so strævið, t.d. Elsuba, ein av neytakonunum, sum eigur 12 børn. Tá ið Helena verður neyðtikin og verður mamma, verða allir hennara dreymar við eitt køvdir, hon er sum í fongsli. Ikki tí at Helena ikki elskar sonin Tór, tí tað ger hon av øllum hjarta, men dreymarnir vóru so nógvir og so sterkir, og tað er sárt at sleppa teimum. Henda tvístøða ímillum barnið ella hjúnabandið og yrkisleið ella frælsi er eitt evni, sum Sólrún Michelsen hevur havt áhuga fyri í øllum ritverkinum. Eg minnist, at ein søga í Kvinnutíðindum um aldarskiftið hevði sera stóra ávirkan á meg. Søgan eitur Mamma, og er um júst hesa tvístøðu millum mammuleiklutin og leiklutin í skúla og arbeiði: mamma sum nítjan ára gomul, vinfólkini taka prógv og fara út í heim, og gentan stendur eftir við barnavogninum. Hjá Helenu er tað dupult tungt, tí hon verður spottað og skammað út, og presturin dømir hana til ævigan eld. Men Helena er sterk, hon hevur gjøgnumskoðað prest og verður væl studd av abbans hjartareinu trúgv. Sum lesari fært tú andstygd fyri bóndanum og konu hansara, og eg hugsaði, hon skuldi hongt hann út, gjørt eina gølu, so hann bleiv revsaður. Men Helena veit betur, hon sigur ongum, at bóndin er pápin, so fær hann ongan arving, so eigur hon barnið einsamøll og stendur ikki til svars fyri einum ódámligum bónda og hansara illsintu uppturkaðu konu.

 Presturin Axel Moe kom til Føroya í 1904 sum missionerur. Um tú googlar Moe prestar, finnur tú pápabeiggja hansara, sum var prestur í Vesturjyllandi, og sum er illa gitin fyri sín stranga og fordømandi hugburð. Moe líkist pápabeiggja sínum, og í sínum virki í kirkju, á møtum og á fiskaplássinum er hann ..sum ein dømandi , myrkur eingil, og kvinnurnar tiga og hyggja niður í kørini og skrubba. (143) Prestur hevur eitt ótakksamt arbeiði, og hansara persónliga hjartasorg verður blandað uppí hansara arbeiði sum prestur. Einaferð eru boð eftir Moe til eina mammu við einum doyggjandi barni, og vit lesa eina hugtakandi lýsing av tí hjálparloysi, sum Moe kennir í sínum leikluti sum prestur. Men Moe er kortini beistið í søguni, og hann fylgir Helenu sum ein marra, men hann syngur so vakurt. Tað er áhugavert, at hansara sangur vísir eina aðra síðu av manninum, eina síðu, sum er skotrað burtur - ein bjargandi eginleiki, sum Christiane, kona hansara dugir at virðismeta. Kathrina er okkara danmarkarkorrespondentur. Parturin í Keypmannahavn vísir tær rørslur, sum seinni skuldu koma til Føroya. Kathrina er arbeiðskona hjá einum læknahjúnum, har krystallgløs og skjaldbøkusúpan týðiliga vísa sosiala tign. Amanda og maðurin umboða kvinnufrígering, yvirstætt og liberalan hugsanarhátt, slíkt sum valla fanst í Føroyum. Skrivistílurin er eyðkendur av stuttum setningum, og bókin er sera løtt at lesa. Sostatt vendir bókin sær til ein sera breiðan lesaraskara og er ivaleyst fín at brúka í skúlasamanhangi, eins og aðrir tekstir hjá Sólrún Michelsen hava víst seg at verið. Ikki nógvar stakar myndir eru, men nógvar sera hugtakandi lýsingar bæði av fólki og náttúru og samanberingar: Men tá ið abbin lesur, fær hon eina kenslu av, at orðini hava smáar veingir og leita sær veg inn í sinnið, har tey gera hana trygga og glaða. Hesi somu orðini, sum trúboðarin so harðliga tveitir út í rúmið, tykjast nú vera kroyst saman til smásteinar, sum hegla niður yvir tey. (165) Ein tyrpa av mýggjabitum savnast framman fyri henni. Hon leggur breyðskálkin á steinin, sleikir róman av fingrunum og hygggur at mýggjabitunum eina løtu. Teir dansa upp og niður og aftur og fram júst sum kavaflykrurnar um veturin. Undarligt, at teir ikki stoyta saman, so at alt endar í einum hurlivasa. Teir munnu duga okkurt, sum fólk ikki duga, umframt hetta at flúgva. (45) Ein stuttliga øvut mynd um ástartrá er, at súgurin í kroppinum kennist sum ein hvalspýggja (s.204). Ha?? Lesarin má vinna á sínum fordómum ímóti hesi slímutu slýveruni við nógvum vøkrum ørmum, sum eisini kunna brenna og bera eitur, men júst tað kann ástin eisini. 

 Skaldsøgan er hegnisliga bygd á tveimum pallum og við trimum sjónarhornum, sum týðiliga visir høvundsins stóra yvirlit og alkønu stýring av tilfarinum. Pallurin er ein bygd í Suðuroy og tvey hús í Keypmannahavn, og tíðin er fyrri partur av slupptíðini. Av 43 kapitlum eru 8 kapittul pallsett í Danmark. Í summum førum verður sama hending sæð úr tveimum sjónarhornum (t.d. kap 20 og 21; kap. 3,4 og 5), og hetta ger persónslýsingarnar breiðari og fjølbroyttari. Á bakpermuni stendur ein samandráttur av søguni, eg haldi, at tað er óheppið, at allar høvuðshendingar verða avdúkaðar, áðrenn lesarin er farin at lesa, men hinvegin, kanska júst tað fær ein lesara at forvitnast og lesa bókina. Á allarseinastu síðu fáa vit at vita, at 8 navngivnar sluppir eru søktar. Tað stendur einki um, hvussu mangir menn lótu lív, ella at eingin læt lív, men vit síggja, at skipini úr Helenusa oyggj eru teirra millum, eisini skipið hjá Dánjal Peturi. Ein rættiligur cliffhangari. Eitt framhald hevði verið gott, hvussu gekst hjá Helenu? Slapp hon nakrantíð burtur? Gjørdist hon teknari? Og hvussu við bóndanum og konuni, sum vóru barnleys, kanska Tórur fær garðin á onkran undarligan hátt? Sólrún er ein modernaður liður í okkara skaldsøgutraditión. Vit kenna nógv av evnunum aftur úr bókunum hjá Martin Joensen, sum hevur lýst fiskaarbeiði og byrjandi fakfelagsrørslu og William Heinesen, sum hevur lýst trúarrørslur í fleiri verkum. Moe prestur minnir eitt sindur um prestin í Barbaru, sami ivi og sama samvitskubit elvt av dráttinum ímóti kvinnu, og Helena hjá Sólrún og Rannvá hjá Dagmar Joensen Næs uppliva sama órættvísi og somu skomm. Bókin hjá Sólrún hevur ein nútíðarligan dám, við tað at konufólkarøddir fáa gott pláss, og vit síggja arbeiði og heimalív, sum konufólk uppliva. Tað hevði verið spennandi við einum framhaldi, men enn meira spennandi hevði tað verið við eini skaldsøgu, sum hevði hendingar úr okkara tíð, ella nærri okkara tíð. Kanska ein bók um langommubørnini hjá Helenu.

Nov 15, 2020

Tú eigur náttina við...

Nú er vetur. Tað er myrkt, tað eigur at vera myrkt um veturin. Hoyrdi nú ein dagin, at tað verða ljósketur settar upp um tunnilsmunnan á Strondum - sum blinka. HA? vóni ikki at tað passar. Ljósdálkingin er vorðin ein náttúrudálking. Ljós í fossar og gjáir, á lendisgøtur og bygningar. Tað er ikki gott fyri fugla- og djóralív, og ivaleyst ikki fyri fólk. Fínt at hava ljós inni og ymsastaðni, har tað er vandamikið at detta. Og ferðsluljósini eru nokk komin fyri at vera, so segði hann. Men náttin eigur at vera myrk, og dagurin er tann ljósi parturin av døgninum. Bíði bara eftir ljóskastarum inn á berg og látur, so at vit sleppa at síggja fugl og kópar sova. Menniskjuni gera tað óliviligt hjá øðrum enn sær sjálvum. Fuglar finna ikki heim og verpa skeiva tíð á árinum, blómur og trø springa út í elektriskum ljósi. Og nú jólini koma verður alt púra ørt eftir at tendra ljós. ...og stjørnurnar lýsa til fánýtis

Nov 7, 2020

LISTAFRAMSÝNING

 Hetta vikuskifti er ordiliga ferniseringsvikuskifti. Eg fór mær oman í Steinprent, har ið Bárður Oskarsson og Hanni Bjartalíð hava framsýning. Keypti Hilbert hjá Bárði, tað er so ótrúliga stuttligt at Bárður er týddur til minst tíggju mál. En hundur og ein kanin, tey eru vinir. Bob eigur gularótina, Bob finnur upp á ráð. 


Eitt so alheimsligt problem, og eitt alheimsligt myndamál. Tey smáu relieffini hjá Hanna eru eisini sera hugfangandi. Síðani gekk leiðin yvir í Mullers, har Guðrið og Rannvá hava sett sína stóru SALT framsýning upp. Sera gott hugskot at fara við børnum kanska, har er so nógv ymiskt at síggja og práta um.


Næsta stopp var Listaskálin, har tey hava gjørt eina stóra framsýning, sum eitu HAV. Hon er heilt framúrskarandi. Kanska tað er aldurin, sum ger vart við seg, men tað er bara so herliga loysandi at síggja gomul kær verk og gomul listarfólk aftur. Gleði meg at fara aftur við næmingum í næstu viku. Havið í ódn og logn.

Tey "stóru" vóru væl umboðað. 

Suni greiddi mær frá Pætursnótini hjá Titu, ein nemandi løta.

Seinnapartin í dag, leygardag, var eg í Víngarðinum og hugdi ar verkunum jká Silju strøm.
Sera deiligar myndir, fult av motivum at finna á eini lítlari flatu, og nógvir litir. Glaðar myndir.
Ein frálík løta saman við kendum fólki.

Nov 2, 2020

Oysregn úti, tess meira varmi inni.

Hetta er longsta silvurbrúdleyp, eg havi upplivað. Tað byrjaði 8. august, og vit syngja enn í Eiriksgarði í Dali. Og sangurin ljómaði seinnapartin í dag, nú ið Vilhelmina helt føðingardag.


Vilhelmina er 85, og fólkini á Deild hava boðið okkum nátturða í Eiriksgarði. Har vóru bæði stór og smá. Og maturin var bæði súpan og kalt borð og kakur. 


Vit eldru sita og royna at kenna børnini, sum nú eru vaksin, og so alt tað smáa, sum legst afturat.